Hóast nógvar ivaspurningar og lutvíst eisini atfinningar, so helt Eyðun Elttør, landsstýrismaður í oljumálum kortini uppskotið lagt varð fyri tingið verða eitt gott grundarlag fyri 1. útbjóðing.
Sum vera man svaraði hann fyrst uppá atfinningarnar um oljuútgerðarhavnina: -Eg havi ikki ætlan um at áleggja oljufeløgunum at brúka ávís støð í landinum til útgerðarstøð í leitiskeiðnum. Tørvurin á flutningi til og úr Føroyum verður í leitiskeiðnum so avmarkaður, at neyðuga grundarlagið fyri hesum ikki er til steðar.
Eyðun Elttør metti tað heldur ikki vera rætt at geva fólki ta fatan, at ein útgerðarstøð fer at føra til munandi virksemi ella bjarga eini oyggj.
-Verður eydnan við okkum, og tað verður funnin olja, fer virksemið í samfelagnum at vaksa munandi, men tað liggur langt frammi, og serliga í útbyggingarskeiðnum - og heldur ikki fyrr - verður tað møguliga neyðugt at áleggja loyvishavaranum at brúka ávís støð til virksemi teirra. Um so verður, verður tað gjørt í sambandi við góðkenning av teimum leiðbyggiætlanum, sum jú skulu leggjast fyri landsstýrismannin. Og hesar verða so eisini lagdar fyri tingið til kunningar, og har ber so eisini til at tosa saman um møguligar broytingar. Men í síðsta enda er tað landsstýrismaðurin, sum avger hetta.
Eyðun Elttør metti tað annars at vera ráðiligt at seta oljufeløgunum trý sløg av fíggjarligum treytum, nevniliga partafelagsskatt, royalty og serskatt.
Fleiri tingmenn spurdu landsstýrismannin, hví hann longu hevði avskrivað bæði alment oljufelag og eina optión tvs. eitt borið felag!
-Vit kunnu ikki taka alt við í lógaruppskotið. Har er tí hvørki landsoljufelag ella optión fyri tað almenna. Vit hava tryggjað okkum soleiðis, at vit kunnu fáa so gott sum alt við uttan eitt landsoljufelag.
Skulu vit hava eitt landsoljufelag ella optión, sum í veruleikanum er tað sama, við, mugu vit slaka onkra aðrastaðni. Eyðun Elttør vísti á, at tey, sum skulu bera almenna oljufelagið, eru oljufeløgini, og ein dag skulu vit gjalda aftur. -Er samfelag okkara so væl fyri, at vit kunnu byggja eina umsiting upp og eitt oljufelag eisini spurdi landsstýrismaðurin? Men skulu vit hava optiónina, so mugu vit sleppa onkrum øðrum, td. serskattinum.
Til atfinningarnar um, at
royalty er sett ov lágt í mun til t.d. í Noregi, vísti hann á, at royalty í Noregi datt burt í 1986. Tey 12% galda tí bert fyri tey gomlu økini.
Landsstýrismaðurin helt sjálvur 2% í royalty, framleiðslugjaldi vera skilagott. Tað átti ikki at vera hægri.
Eyðun Elttør segði, at vit mugu vera varin, og ein partur av tí er ikki at gera so nógv av í hesi leitifasuni.
-Vit byrjaðu at lata upp hurðina til eina nýggja oljuvinnu, tá vit yvirtóku málsøkið ráevni í undirgrundini. Nú hava vit latið hana longur upp. Og vit síggja inn í framtíðina.