Danir komu í truplasta bólkin

EM-lutakast: Lutakast var seinnapartin sunnudagin til endaspælið í summar, og tað er synd at siga, at danir komu í ein lættan bólk. Men í bólki A varð lagt upp til enn eitt »heimsstríð« í fótbólti millum Týskaland og Ongland

Seinnapartin sunnudagin var lutur kastaður um, hvussu leikast skal, tá EM-kappingin ferð av barkastokki komandi summar.

Frammanundan var stórur spenningur um, hvussu UEFA fór at styrkismeta ymsu liðini, við tað at hetta sjálvandi hevði stóra ávirkan á, hvussu sterkum mótstøðuliðum ymsu londini komu at møta.

Endin varð, at liðini vóru styrkismett í fýra bólkar, og niðanfyri verður greitt eitt sindur frá liðunum í ymsu bólkunum.


Arvafíggindar hittast

Bólkur A: Týskaland, Rumenia, Portugal og Ongland.


Størsti spenningurin í bólki A man helst snúgva seg um, hvussu tað fer at gangast, tá Ongland og Týskland skulu bresta saman.

Liðini bæði hava fleiri ferð verið partar í bæðI dramatiskum og spennandi dystum. Vit hava øll sæð svørt hvítu klippini frá HM-kappingini í 1966, tá Geoff Hurst gjørdist fyrsti og higartil einasti leikarin, sum hevur skotið harttrick í eini HM finalu. At málið til 3-2 var atvold til mikla øsing varð eisini nógv tosað um, men síðani hava týskarar hevnt onglendingum hetta aftur.

Bæði í 1990 og 1996 skuldu brotsspørk til, áðrenn ein vinnari varð funnin millum liðini bæði, og báðu ferðirnar vóru tað tyskarar, sum drógu longra stráðið.

Hini bæði liðini í bólkinum eru Rumenia og Portugal, og hóast hesi lið ongantíð hava megnað at vunnið nakað EM- ella HM heiti, so kunnu tey bæði geva øllum mótstøðuliðum ein skarpan gang.

Rumenia hevur framvegis at sera sterkt landslið, hóast fleiri av berandi kreftunum nú eru komin nakað upp í árini. Kendasti leikarin man helst vera Georghe Hagi, sum annars gavst á landsliðnum fyri hálvum øðrum ári síðani, men sum síðani er farin í aftur gula landsliðsbúnan.

Harumframt hevur liðið í Adrian Ilie ein av vandamiklastu áleyparunum í europeiskum fótbólti, so tað er púra vist, at eingin skal vænta sær ein lættan dyst móti tekniskt sterku rumenunum.

Portugal hevur í fleiri ár havt sera góð ungdómslandslið, har teir seinastu árini hava vunnið fleiri HM-heiti, men enn hevur hetta ikki givið tey stóru úrslitini á A-landsliðnum.

Talan er aloftast um sera vakran fótbólt frá lítlu og kviku portogisunum, men aloftast verður eisini funnist at, at úrtøkan ikki stendur mát við vakra spælið. Spennandi verður tó at síggja, um portugisar hesu ferðina fara at liva upp til tær vónir, sum áskoðarar teirra hava.


Linligt í bólki B

Bólkur B: Belgia, Svøríki, Turkaland og Italia.


Á pappírinum er líkt til, at bólkur B man vera tann veikasti bólkurin, og lítið er at ivast í, at Belgia er veikasta liðið, sum varð styrkismett í ovasta bólki. Orsøkin til høgu styrkismetina er tann, at landið saman við Hollandi er vertur fyri kappingini.

Seinnu árini hevur tað verið langt ímillum at belgisku áskoðararnir hava havt nakað at fegnast um, og liðið hevur als ikki somu styrki nú, sum teir reyðu devlarnir høvdu miðskeiðis og seinast í áttatiárunum, tá teir millum annað vunnu sær eitt 4. pláss í 1986, tá HM-kappingin varð hildin í Mexico.

Svenskur fótbóltur hevur verið í einum rættuliga aldudali, síðani teir í 1994 vunnu bronsumerki í USA, men í hesari undankappingini hava sviar rættuliga gjørt vart við seg aftur.

Til undankappingina vóru sviir styrkismettir sum nr. 3, men teir gjørdu ikki mætari enn at leggja bæði Póland og Ongland aftur um seg, soleiðis at teir vunnu sær beinleiðis atgongd til undankappingina.

Á liðnum í dag er eingin Dahlin ella Brolin, men í staðin hava teir eitt sera vælvirkandi kollektiv, umframt at teir við Kenneth Andersson og Henrik Larsson hava havt eitt sera vandamikið álop.

Fyri stuttum var Henrik Larsson, Henke, tó so óheppin, at hann breyt sær beinið í dysti fyri felag sítt, Celtic, og tískil verður hann ikki tøkur til EM-endaspælið.

Turkiskur fótbóltur er nógv framfarin, síðani Piontek og hansara menn vóru og vitjaðu okkum fyrst í hesum ártígginum.

Hetta er onnur ferðin á rað, at turkar hava leikt seg til EM-endaspælið, og hóast úrtøkan ikki var nakað at reypa av seinast, so hevur hetta ivaleyst givið turkunum nógvar virðismiklar royndir, sum teir gera nýtslu av hesu ferðina.

Seinasta liðið í bólki B er Italia, og fyri fótbóltsáhuga man tað vera nyttuleyst at siga, at tað her er talan um ein av risunum í altjóða fótbólti. Tríggjar ferð hava teir megnað at vunnið HM-heitið, meðan tað í EM-høpi bert hevur bragda ta einu ferðina í 1968.

Hesu ferðina ætla teir so, at nú skal tað verða, men italska liðið tykist ikki at hava somu styrki, sum tað onkuntíð hevur havt.


Kunnu slovenar

gera nakað

Bólkur C: Spania, Noreg, Jugoslavia og Slovenia.


Uttan at taka munnin ov fullan ber helst til at siga, at tað er ein sensatión, at Slovenia hevur megnað at leikt seg til endaspælið.

Av mongum varð tað mett sum eitt bragd, at teir megnaðu at fáa eitt annnaðpláss í undankappingini, og at teir síðani megnaðu at vinna á Ukraina, gjørdi bara bragdið enn størri.

Lítið er tó at ivast í, at slovenska ævintýrið steðgar eftir bólkaspælið í summar, tí hini liðini í bólkinum mugu øll metast at vera sterkari.

Grannar okkara úr Noreg fingu eina heldur laka byrjan upp á undankappingina, men síðani skúgvaðu teir allan iva til viks, og gjørdust sannførandi vinnarar av bólki sínum.

Nógv eru ivaleyst tey, sum halda at norski fótbólturin ikki er hin vakrasta at líta á, men eingin kann taka úrslitini frá teimum, og tey hava verið góð.

Enn væntar teimum at prógva, at teir eisini kunnu gera vart við seg, tá á stendur, men hetta ætla teir sær helst at prógva komandi summar.

Jugoslavia er í dag ikki eins stórt, sum tað var fyri fáum árum síðani, men fótbóltsliga eru teir ikki viknaðir tað stóra. Eyðkenni teirra er framvegis sami tekniski fótbólturin, har teir koyra við sera lágari ferð, fyri síðani at eksplodera fram eftir vøllinum.

Tað tykist tó ofta soleiðis, at jougoslavar ongantíð megnað at sláa til, tá talan er um endaspøl, og vandi er eisini fyri, at hetta eisini verður søgan í 2000.

Seinasta liðið í bólkinum er Spania, sum seinnu árini hevur ment seg til at vera eitt av sterkastu liðunum í heiminum.

Tað verður tó ofta sagt, at spaniólar, eins og jugoslavar, hava trupulleikar, tá teir koma til endaspælið. Liðið telur tó nógvar stjørnuleikarar, og munnu flestu teirra ikki verða sera uppsettir upp á at prógva, at ringa lagnan í HM-98 bert var eitt einstakt fyribrigdi.


D sum í deyða

Bólkur D: Holland, Kekkia, Frankaríki og Danmark.


Bólkur D fekk beinanvegin heitið »deyðans bólkur«, og satt er tað, at hetta helst er sterkasti bólkurin av teimum 4. Hesi 4 liðini hava vunnið hvør sítt EM-heitið seinastu 6 ferðirnar kappingin hevur verið hildin, og lítið er at ivast í, at tey øll ætla sær at liggja ovarlaga, tá heiðursmerkini verða býtt í summar.

Vertirnir úr Hollandi eru millum liðini í hesum bólki, og lítið er at ivast í, at teir vilja royna at vísa seg frá síni allarbestu síðu framman fyri áskoðarunum.

Síðani HM-endaspælið hava úrslitini hjá Hollandi tó ikki verið nakað serligt, men parvíst er hetta orsakað av, at liðið bert hevur leikt venjingardystur síðani HM, við tað at teir sum vertir ikki nýttust at leika seg til endaspælið. Bulurin á liðnum eru framvegis teir leikarar, sum førdu Ajax upp á ovastu tindarnar fyri fáum árum síðani, men sum í dag eru spjaddir út til onnur stór feløg í Europa.

Kekkia, sum varð nummar eitt í okkara bólki, er eisini millum liðini í hesum sterka bólki, og hóast teir høvdu ein lættan bólk í undankappingini, so sigur tað ikki so lítið, at Kekkia varð einasta liðið, sum vann allar sínar dystir.

Síðani EM-endapsælið í Onglandi hava kekkar klintra beina leið upp eftir styrkislistanum hjá FIFA, og er hesin listin eftirfarandi, er lítið at ivast í, at Kekki er millum heitastu evnini til ein komandi europameistara. Sjálvur lovyi eg mær tó at ivast í hesum, men fyri 4 árum síðani gjørdu teir øllum spádómum til skammar, so hesu ferðina farið eg ikki at meta um, hvussu langt kekkar fara at røkka.

At Frakland eru heimsmeistarar boðar sjálvsagt frá, at talan her er um eitt sera sterkt lið. Hóast teir høvdu stórar trupulleikar í undankappingini, so megnaðu teir at enda at basa russum, ukrainum og íslendingum, soleiðis at heimsmeistararnir koma beina leið til endaspælið.

Størsti trupulleikin hjá Fraklandi hevur annars verið, at vónirnar frá áskoðarunum eru øgiliga stórar, men sum heimsmeistari er hetta nakað, sum tú mást venja teg til.

Megnað fransar at taka uppgávuna í nóg stórum álvara, eru teir ivaleyst eisini millum teirra, sum fara at liggja ovarlaga, tá endaliga støðan verður gjørd upp.

Seinasta liðið úr hattinum var Danmark, men verður hugt at søguni, so er kanska ikki so galið, at danir eru endaðir í einum somikið sterkum bólki.

Tá HM varð hildið í Mexico í 1986 endaðu danir eisini í einum sterkum bólki, sum somuleiðis fekk heitið »deyðans bólkur«, og øll minnast vit helst, hvussu leikur fór ta ferðina.

Fótbólturin, sum danir spæla í dag, er tó ikki eins vakur sum tá Laudrup, Elkjær og hinar stjørnurnar fingu okkum øll at veittra við donskum fløggum á miðjari nátt, men úrslitini hava hóast alt verið betri seinastu árini, enn tey vóru í dynamitt-døgunum.

Hetta er fimta ferðin á rað, at danir eru við í endaspælinum, og um tær megna at endurtaka bragdið frá 1992 fáa vit ikki at vita, fyrr enn bólturin er farin á rull komandi summar.

Livst so spyrst.