? enntá áðrenn 1960. Um hann hevði skrivað um ein undirsjóartunnil, hevði hann helst verið mettur at verið steinørur. Forðingarnar eru í okkum sjálvum Hoyrdi herfyri eina søgu um ein miðving, sum var farin [...] kring okkum. Hevði áin kunnað talað, so hevði hon sagt okkum frá um fólk, sum hava búð her ígjøgnum eitt ártúsund. Hon kundi sagt frá um teir 17 løgmenn, sum hava sitið her á garðinum á Steig ígjøgnum 220 [...] Teir hava felt dómar í stríðnum um jørð, meðan hungursneyð hevur valdað. Teir hava sitið undir Gablunum, og teir hava felt deyðadómar yvir fólk Áin kundi sagt okkum frá um tær túsundtals mannalagnur, sum
fingið boð um bumbuna og nú hevur manningin har yvirtikið málið Fólk frá marinustøðini fór til Vágs í gjár at kanna bumbuna, og áðrenn tað er gjørt, er óvist, hvat teir gera við hana. Tað er ivasamt um hon verður [...] uttanfyri bygdina. Men tað hoyrdust bara tríggir brestir. Síðani hava vágbingar mangan hugsað um, hvat mundi blíva av teirri seinastu bumbuni. Men tað vita teir so nú... Ikki røra Bumban, sum vágbingar [...] kundi líkist eini bumbu, ella onkrum øðrum, sum kann spreingjast, heitir marinustøðin staðiliga á tey um ikki at røra tað, men at boða løgregluni frá sum skjótast. Tað er avgjørt ikki ráðiligt, at ókunnug
møttur upp, og tað kom væl við at fáa ein heitan drekkamunn, meðan hugsanirnar sveimaðu um, hvussu tað mundi havt gingið, um HB hevði havt ta tyngd og sannføring, sum liðið vísti í fjør, tá teir bæði vunnu [...] Cup við sær, so hevur tað meiri enn so komið fyri, at tað hevur verið fegnast um einstøk avrik. Besta og feskasta dømið um hetta var í fjør, tá HB á Svangaskarði vann 2-0 móti finska meistaraliðnum VPS [...] spurdist einki burturúr. Sum tað leið móti endanum var tað heldur ein spurningur, um finska liðið skuldi fáa sigursmálið, enn um HB skuldi vinna. Lotið, sum fyrstu løtuna hevði verið frískt, datt burtur, men
Islands?, og er ein frálík kelda um Føroyar, føroysk viðurskifti, og ikki minst føroyska náttúru og fólkaminni. Hann hevði eitt gott eyga fyri virðinum í tí gamla, sum var um at fara av tíðar tonn, og sum [...] varðveitt fyri eftirtíðina. Ein partur av bókini er um kornvelting og myllur. Kenneth Williamson minnir á, at eitt nú vatnmyllurnar í Sandavági hava sama søguvirði sum Dúvugarðar í Saksun, gomlu bóndahúsini [...] bóndahúsini úti í Koltri, og gamla hoyggjhúsið úti í Bø. Hann harmast um, at myndugleikarnir ikki hava fingið eyga á hesa uppgávu sína at hjúkla um tað, sum enn stendur eftir við boðum frá farnari tíð. Tað, at
tá ið tær koma til Føroya, um einki verður gjørt fyri at integrera tær her. - Føroyingar eru á tremur við fordómum. Eg loyvi mær at ivast í, um nógvir føroyingar eru fegnir um, at dótturin ella sonurin [...] leiðarin í Kvinnuhúsinum, at talan er um sama slag av harðskapi sum áður. Tey hava ikki lagt merki til, at harðskapurin er vorðin grovari. - Nøkur dømi eru av og á um grovan harðskap, har viðkomandi noyðist [...] ein og eins næstu mugu hava hjálp, men ein bati er at hóma í so máta, og fólk eru vorðin meiri opin um hesi viðurskifti. Enn sum áður er harðskapur í parlagnum ella hjúnalagnum ein atvold til kreppuna hjá
um, tey hildu. Sum eldri fóru vit mangan inn á gólvið aftur, og altíð kendu vit henda sama fløva aftur, hetta sama hjartalag sum í ungdómsárunum. Fátt er sum faðir, einki sum móðir, sigur orðatakið. Helmu [...] starvaðist í tí stilla og fekk nógv á skafti. Við hesum fátæksligu orðum verður friður lýstur um minnið um Helmu. Signar [...] sínari ? og hon skein sum sólin. Helma var eitt av hesum menniskjum, ið eg havi so nógv góð minnir um. Sum blaðungur fekst eg nógv við ítrótt, og næstan hvør fríløta varð nýtt á fótbóltsvøllinum. Maðurin
annars meta vit okkum at vera professionellar á økinum. Dygd og 1. floks tænasta 24 tímar um samdøgrið, 365 dagar um árið er tað vit hava at bjóða okkara kundum sigur Steen Hansen, sum vísir á, at Danbor [...] samtíðis sum økið verður brúkt til basa. Tí heitir hann á myndugleikarnar um at fáa loyst tað málið, eins og tað er umráðandi at fáa bøtt um infrastrukturin soleiðis, at betri samband verður millum Suðuroynna [...] loysn uppá ferjuleguspurningin. Hvat spurninginum um plasering av oljuútgerðarhavn viðvíkur, so roknar Páll Vang við, at politikararnir kunnu semjast um, hvat ein oljuútgerðarhavn ikki skal vera. -Men eg
Dímun búðu einaferð 36 fólk, men nú er tað bert bóndafamiljan. Fyrr var talan um at metta munnar fyri arbeiði, meðan nú er talan um at vinna eina rímiliga ársinntøku av tí, sum oyggin ber. Hvussu er so vorðið [...] hvat »cost-benefit« kanningar høvdu víst og enn minni er at ivast í, hvat tjúkku lærubøkurnar um búskap siga um hesa útbygging í samferðslunetið. Miðsavnan, stórdriftsfyrimunir, burðardygt og cost-benefit [...] meðan Fugloyggin í sama tíðarskeiði er umleið hálverað. Men hvat, vegur kom til Múla, og bygdin doyði út. Men tó eru samferðslumøguleikarnir ein týdningarmikil fortreyt fyri trivnaðin runt um í landinum. Men
tygn á sama hátt sum umborð á skipi er munur á fyrsta og øðrum stýrimanni. Fyri føroyska heimastýrið er hetta eitt herðaklapp. Finska stjórnin vísir við hesum, at at hon virðir heimastýrið. Sama er galdandi [...] mentunnarøkinum. Men eg hjálpi eisini vinnulívsfólkum, sum vilja hava samband við føroyingar. Sjálvt um mín uppgáva fyrst og fremst er at veita finlendingum hjálp, so kemur tað ofta fyri, at føroyingar seta
milliónum í Auswitch í Pólandi. Vitjar tú hesa legu, so er tað ikki løgið um myndirnar úr Kosovo koma fram fyri teg. Tað var jú tað sama íð hendi í Kosovo fyri nøkrum døgum síðan, sum hendi í Nazitýsklandi [...] í heiminum í dag? Nakrar týskar kvinnur sótu herfyri og prátaðu. Tær tosaðu um samfelagsviðurskiftir og tær vóru samdar um, at rótin til alt ilt í Týsklandi vóru framvegis jødar og sigoynarar. Hví halda [...] aftur og aftur, hví royndi ongin at steðga ræðuleikunum hjá nazistunum? Og í dag spyrja vit okkum sama spurning. Kríggsbrotsverk aftaná kríggsbrotsverk eru framd á Balkan seinastu 10 árini. Hví hevur ongin