Við grøvirnar i Kosovo

-

Fyri vikum síðan sat allur heimurin bundin at sjónvarpsskíggjunum og fylgdi við kríggsgongdini á Balkan. Allan sólarringin sendu tær ymisku sjónvarpsrásirnar frá krígnum. Vit vóru so innalaga í hugsunnarháttinum hjá teimum stríðandi, at vit høvdu hug at fílast at. Hugsaðu, soleiðis eiga tit ikki at bera tykkum at, ella gerið heldur soleiðis.


Nú er kríggið av. Tøgn er í fjølmiðlunum ella lítið og einki verður gjørt burtur úr. Vit eru so von at síggja hópgrøvir, at tað ikki rættuliga rínir við longur. Tað skal meira til, fyri at skaka menniskjuna.


Bumburnar eru tagnaðar og spakuliga kemur undan kavi hvussu ræðuligt menniskjan kann føra seg fram, tá vanliga tollyndið hvørvur og tá tað er í lagi og lógligt at gera ilt móti teimum, sum einum á ein ella annan hátt ikki dámar.


Konsentratiónslegan Neuengammen liggur stutt uttan fyri Hamburg. Hetta er ein av teimum minnu konsentratiónslegunum í Týsklandi. Her vóru bert 55.000 fólk dripin av nazistunum, móti góðum trimum milliónum í Auswitch í Pólandi.


Vitjar tú hesa legu, so er tað ikki løgið um myndirnar úr Kosovo koma fram fyri teg. Tað var jú tað sama íð hendi í Kosovo fyri nøkrum døgum síðan, sum hendi í Nazitýsklandi undir seinna heimsbardaga. Fólk, sum ikki hoyrdu til teir meiri mentu, fólk, sum av tilvild vóru fødd við øðrum húðaliti enn tey stýrandi, fólk sum á ein ella annan hátt vóru illtonkt fyri ikki at stuðla teim stýrandi, tey vóru savnað saman, sum djór og myrd.


Fyri okkum eru hetta ræðusøgur frá eini farnari tíð, heilt til stríðið á Balkan brast á aftur Eini tíð, tá vit stríddust røttu megin. Men kríggið í Kosovo hevur flutt hesar hendingar fram til okkara dagar. Ræðuleikarnir eru framdir av okkara samtíðarmenniskjum. Ikki í tí svartasta Afrika, men í Europa og slett ikki so fjart frá Føroyum.


Ungi týskarin spyr seg sjálvan aftur og aftur, hví royndi ongin at steðga ræðuleikunum hjá nazistunum? Og í dag spyrja vit okkum sama spurning. Kríggsbrotsverk aftaná kríggsbrotsverk eru framd á Balkan seinastu 10 árini. Hví hevur ongin gjørt nakað við hetta. Hvussu ber tað til, at nakað slíkt kann henda í Europa, tí mest framkomna heimsparti í heiminum í dag?


Nakrar týskar kvinnur sótu herfyri og prátaðu. Tær tosaðu um samfelagsviðurskiftir og tær vóru samdar um, at rótin til alt ilt í Týsklandi vóru framvegis jødar og sigoynarar. Hví halda teir seg ikki bara heima hjá sær sjálvum? spurdu tær.


At revsa øll tey sum hava framt illgerðir á Balkan seinastu 10 árini er ein heilt ómøgulig uppgáva. Á sama hátt sum eftir seinna heimsbardaga, so mugu teir, sum gjørdu tað møguligt og lógligt hjá vanligum fólki, at forbróta seg móti granna sínum, revsast. Revsast so tað sitir eftir.


Ræðuleikarnir undir seinna heimsbardaga hendu aftur á Balkan. Hesir ræðuleikar kunnu henda aftur í dag og kanska nógv nærri okkum enn vit droyma um. Og teir henda aftur, so leingi sum vit læra okkara børn, at vit eru betur enn onnur fólk. At hvít eru betri enn svørt. At kristin eru betri enn muslimar. At føroyingar eru betri enn danir ella grønlendarar. At øll ikki eru skapt í guds bílæti, sum Halgabók lærir okkum.