Jústinus Leivsson Eidesgaard
Finski konsulin i Føroyum, Thorolf Bjørklund er nú útnevndur til aðalkonsul. Hetta hendir samstundis sum grønlendski konsulin fær somu útnevning.
? Í veruleikanum hevur hetta ongan týdning fyri mítt starv sum konsul. Tað vil siga, at uppgávurnar hjá mær vera júst tær somu. Eg hækki í tygn á sama hátt sum umborð á skipi er munur á fyrsta og øðrum stýrimanni. Fyri føroyska heimastýrið er hetta eitt herðaklapp. Finska stjórnin vísir við hesum, at at hon virðir heimastýrið. Sama er galdandi í Grønlandi, sigur Thorolf Bjørklund.
Í samband við at Thorolf Bjørklund verður útnevndur til aðalkonsul kemur finski ambassadørurin í Keypmannahavn Ralf Friberg og frú á vitjan í Føroyum,. Hann vitjar oyggjarnar frá mánadegnum til mikudagin í næstu viku.
Ralf Friberg skal vitja ríkisumboðsmannin Vibeke Larsen. Hann er eisini boðin í Tinganes, har Anfinnur Kallsberg, løgmaður og