meginøkinum og her serstakliga høvuðsstaðnum, so vil hetta sjálvandi merkja útviklingin. Her liggja flest allir tænastustovnarnir, og her liggja eisini nærum allir fjølmiðlarnir. Orkan hjá miðlunum er avmarkað [...] millum bygd og bý. SJÁLVANDI er einki løgið í hesum orðaskiftinum, tí Føroyar eru soleiðis bygdar, at tað altíð vil vera ein togan millum tey ymsu plássini. Spurningurin er tó um at hava ein felags setning [...] sjónlig á Føroyakortinum - einsvæl og tað er ynski okkara sum miðil sjálvur at gerast meira sjónligur í øllum tí føroyska samfelagnum og ikki bert í meginøkinum. HETTA er nakað, sum vit hava gjørt fleiri royndir
komnir til landið (mynd er av teimum øllum í blaðnum), og fleiri lið ætla sær at gera seg galdandi í ár. Við blaðnum »Fótbóltur ?99« fært tú meira at vita um hesi liðini, og her er lesnaður til fleiri dagar [...] byrjar sunnudagin, gevur Sosialurin út eitt serblað, ið vit hava nevnt »Fótbóltur ?99«. Blaðið er í litum og er 48 síður til støddar. Í blaðnum kanst tú lesa um tey tíggju liðini í 1. deild, umframt at okkurt [...] deild hjá kvinnum, men vit hava fyrst og fremst valt at brúka kreftirnar uppá 1. deild hjá monnum, sum er kappingin, ið hevur størst áhuga millum føroyingar. Dómararnir sleppa eisini upp í part. Vit hava prátað
- Á støðni er einki lív onkuntíð alduslettir Kyrt er í nátt Millum bátar ið standa á lunni er einans myrkrið eftir ið manar fram tað ið deytt er hægri og hátt - og havið er blátt Og tað er hitt sama myrkrið [...] óvanligar. Hann er eitt lot, hann er eitt spegl av øllum, sum er uttan um hann, og kanska er tað júst hetta, hann vil sum yrkjari: gávumildur at endurgeva alt tað skiftandi og marglitta, sum er eyðkent fyri [...] og sat eina viku út í eitt og týddi einar 25-30 yrkingar. Týðing er enduryrking - At týða er fyri ein stóran part at enduryrkja, og tað er tað, eg geri. Taki eg eitt nú eina yrking hjá Shakespeare og lesi
árið. ?Og tað er her á leið, at vit fara at leggja støðið, nú samráðingarnar av álvara eru byrjaðar á privata arbeiðsmarknaðinum. Vilhelm Johnnesen, formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag er ikki sinnaður [...] vísir til, at keypiorkan hjá arbeiðarunum er fallin eini 23% seinastu árini. Tí heldur hon, at ein lønarhækking uppá 10% verður minstakravið. Bjóðar 1,5% Men hesum er formaðurin í Føroya Arbeiðsgevarafelag [...] sáttmála av álvara fyri hendan sáttmálan, sum gongur út um eina viku, tann 30. apríl, tað er Dýra biðidag Og tað er púra greitt, at formaðurin í Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur ikki líka stórar vónir til
allari kappingini. ÚRSLITIÐ er eitt serstakt blað ?Fótbólturin 99?, sum fleiri av frægu fólkum okkara saman við øðrum góðum kreftum hava greitt úr hondum. Blaðið er í litum og er sera fjølbroytt. Tað verður [...] Hetta verður so gjørt eftir førimuni. LANDSKAPPINGIN í fótbólti er uttan iva eitt tað størsta tiltakið, sum fer fram øllum árinum. Og tí er tað eisini náttúrligt, at eitt nú Sosialurin ger nógv burtur úr [...] úr. Tað hava vit gjørt nú í mong fylgjandi ár, og tað fara vit eisini at gera í ár. Her er tó ein munuur, tÍ í ár hava vit so avgjørt ikki bert at fylgja sjálvari kappingini, men eisini at hita upp tvs
Kosovo hevur fyri Kosovo-albanar. Danski presturin er avgjørdur í hesum spurningi: Kosovo er móðurland Kosovo-albana, sigur hann. Sambært Neerskov er beinleiðis orsøkin til, at Kosovo-albanar vilja leggja [...] at Milocevic er eitt vittuggi, ja ein skomm fyri heimssamfelagið. - Men, kríggið hjá NATO er eisini skomm, sigur hann í sama viðbragdi. - NATO eigur at vera friðarvarðveitandi, og tað er hernaðarsamgongan [...] knóranum, og tískil er púra ógjørligt at fremja nakran politikk í landinum, sigur hann og heldur áfram: - Tá so er, hava hinir gomlu kommunistarnir bert eitt í at velja, og tað er eitt hernaðarstýri, sum
flokksins er ?flokksbarnið? til umrøðu, og hetta eigur blaðið eisin at tola. Fyri mítt sjónarmið er tað uttan týdning, hvussu Sosialurin var í 60'unum, 70?unum og 80?unum. Og fyri mítt sjónarmið er tað eisini [...] høvuðssjónarmiði, men tað er hetta: Tað er hvørki fuglur ella fiskur, tá ið Javnaðarflokkurin setur pening í og gevur út eitt óheft tíðindablað á handilsligum grundarlag! Trupulleikin er, at vit fíggja bert [...] dag er ein bastardur! Tað var sera áhugavert, at greinin tín byrjaði við, at tú vanliga ikki legði teg út í flokkspolitiskt tjak. Hetta er bert ein staðfesting av mínum egna útgangsstøði: Hetta er eitt
ferju úr Italia, men at hetta nú er fingið í rættlag. Meiningin var, at fýra mans skuldu fylgja við neyðhjálpini heilt úr Føroyum til Albania, men av tí at talan nú er um tveir trailarar, varð neyðugt [...] fóru avstað, at arbeiði teirra verður stórliga virt her í Føroyum, varð fýrverk skotið fyri teimum. Hetta, halda fyrireikararnir, sýnir, at stórur águgi er millum fólk fyri ferðini. Og tískil hevur sjónvarpið [...] eftir í føroyum, og fara hesi avstað við Skipafelagnum til Hirtshals í næstum. Fara sjálvir við Ætlanin er, at trailararnir úr Føroyum skulu fylgjast við einum týskum fylgi til Italia, haðani leiðin so gongur
men skal hon samskifta við aðra teldu, ið er nýggjari og veit, at vit nú skriva ár 2000, ja, so hava vit ruðuleikan. Telduserfrøðingar vilja vera við, at talan er um ein fjøltáttaðan trupulleika. Teir siga [...] víðgongd eru vit sjáldan her heima á klettunum. Og enn hevur eingin leitað sær skjól í Dímun ella Mykinesi, fyri á bestan hátt at sleppa undan ár 2000 trupulleikanum. Í hvussu so er vita vit enn ikki um nakran [...] ? Eg skal í hvussu so er ikki sita í einum flogfari gamlaárskvøld. Hevur tú hugsað tær, hvat kann henda? Hesa viðmerking hevur tú helst hoyrt áður. Eins og tú hevur hoyrt ræðumyndina um flogfør, ið renna
hon 2. virðisløn. Talan er um solist kapping fyri øll ljóðføri. Hvør lærari hevur rætt til at hava tveir næmingar við í mesta lagi. Kappingin, ið er okkurt um 27 ára gomul, er bygd upp soleiðis, at næmingarnir [...] væl og minni væl. Av størsta týdningi er at vera við, og at næmingarnir læra at venja til eitt størri tiltak. Men lærararnir eru samdir um, at tað týdningarmesta er at luttaka og soleiðis kanska eisini [...] tað vera stuttligt at luttaka. Hon heldur størsta munin á hesari og Steinway kappingini vera, at hon her spælir annað ljóðføri. Hon ætlar sær bert at gera tað so gott, sum hon kann, tí hon metir seg ikki