NÚ byrjar so landskappingin í fótbólti - tað tiltakið í øllum árinum, sum nógvir føroyingar - ung sum tilkomin - kvinnur sum menn - gleða seg einamest til. Sjálvandi eru tað eisini tey, sum als ongan áhuga hava fyri hvørki fótbólti ella landskapping. Men tað er til teirra, sum síggja spent fram til komandi landskapping, at henda oddagrein vendir seg til.
FJØLMIÐLARNIR hava til uppgávu at dekka samfelagið alt tvs. at hava fjølbroytt tilfar til bæði tey, sum hava áhuga fyri fótbólti og tey, sum ongan áhuga hava fyri ítrótti í heila tikið. Hetta verður so gjørt eftir førimuni.
LANDSKAPPINGIN í fótbólti er uttan iva eitt tað størsta tiltakið, sum fer fram øllum árinum. Og tí er tað eisini náttúrligt, at eitt nú Sosialurin ger nógv burtur úr. Tað hava vit gjørt nú í mong fylgjandi ár, og tað fara vit eisini at gera í ár. Her er tó ein munuur, tÍ í ár hava vit so avgjørt ikki bert at fylgja sjálvari kappingini, men eisini at hita upp tvs. at geva lesarunum ein ?appetitvekjara? tvs. nakað, sum teir kunnu brúka undan men undir allari kappingini.
ÚRSLITIÐ er eitt serstakt blað ?Fótbólturin 99?, sum fleiri av frægu fólkum okkara saman við øðrum góðum kreftum hava greitt úr hondum. Blaðið er í litum og er sera fjølbroytt. Tað verður selt kring landið alt frá í dag. Hetta má sigast at vera partur av menningini av blaðnum og ein fyrsta roynd at prenta í litum. Fyri at gera serblaðið uppaftur meira áhugavert fylgir ein fløga við. Tað er Prix Føroyar vinnarin Taxi, sum hevur spælt inn bæði vinnaraløg og nýggj løg.
TAÐ er vón okkara, at hetta tiltak við serstøkum fótbóltsblað og fløgu fer at fáa góða undirtøku kring landið, tí tað skapar grundarlag undir at gera annað eisini. Hetta er tí eisini ein roynd, sum fer at verða fylgd upp í næstum. Vit fara - eru í ferð við - at gera serbløð - temabløð - av ymsum slag fyri nettup at ganga einum higartil ótroyttum tørvi á møti. Hesi bløð koma í størsta mun at vera serstøk bløð í litum men kunnu so eisini vera partur av verandi blað.
VIT ynskja við hesum øllum fótbólts- og tónleikahugaðum føroyingum eina góða og spennandi landskapping og eitt gott og ríkt tónleikaár. Fótbólturin 99 fæst til keyps í øllum sølubúðum kring landið og kostar 39.50.