Flóttafólkahjálpin megnar undirtøku

Hóskvøldið á midnátt fóru tveir trailarar fullir av klæðum, teppum og øðrum avstað við Norrönu til Danmarkar. Leiðin gongur til Albania, har neyðhjálpin verður latin flóttafólki, ið eru flýdd undan neyðini í Kosovo.

Dagfinn Olsen

John Johannessen


Føroyingar hava higartil latið eini 90 tons av pløggum og øðrum sum neyðhjáp til kosovoalbansk flóttafólk í Albania. Birgir Anreasen, Rodmundur í Liðá og Páll Poulsen tóku fyri stuttum stig til innsavnanina, ið fer fram kring alt landið.

Hóskvøldið fóru so 60 tons av neyðhjálp avstað við tveimum trailarum. Sostatt eru 30 tons eftir í føroyum, og fara hesi avstað við Skipafelagnum til Hirtshals í næstum.


Fara sjálvir við

Ætlanin er, at trailararnir úr Føroyum skulu fylgjast við einum týskum fylgi til Italia, haðani leiðin so gongur víðari til Albania við ferju. Birgir Andreassen sigur , at trupulleikar hava verið at fingið pláss við ferju úr Italia, men at hetta nú er fingið í rættlag.

Meiningin var, at fýra mans skuldu fylgja við neyðhjálpini heilt úr Føroyum til Albania, men av tí at talan nú er um tveir trailarar, varð neyðugt at seks mans fóru avstað. Hesir eru fyriskipararnir Birgir Andreassen, Páll Poulsen og Rodmundur í Liðá umframt bilførararnar Svend Kristiansen, Eyðun Ljósheim og tveir bilførarar frá lastbilafyritøkuni hjá Ian Rasmusen í Kollafirði, ið ikki hevur eydnast okkum at fáa nøvnini á.


Stórsligið farvæl

Tá neyðhjápin fór avstað við Norrönu hóskvøldið var nógv fólk samankomið at siga færvæl og góða eydnu. Fyri at sýna teimum, ið fóru avstað, at arbeiði teirra verður stórliga virt her í Føroyum, varð fýrverk skotið fyri teimum.

Hetta, halda fyrireikararnir, sýnir, at stórur águgi er millum fólk fyri ferðini. Og tískil hevur sjónvarpið eisini sent fólk við á ferðina.