Halda avstað til kapping í dag

Aftur í dag halda føroyskir musikkskúlanæmingar avstað til tónleikakapping. Hesaferð er tað klassiska kappingin, Berlinske Tidende skipar fyri.. Eisini her hava vit nakrar ferðir áður vunnið

Tey, ið í dag halda avstað, eru Jón Festirstein, violin, Tróndur Herason Olsen, cornet og Marjun H. Olsen, tvørfloyta. Marjun var millum tey 3, sum í síðstu viku luttóku í Steinway klaverkappingini, men hon spælir fleiri ljóðføri. Í fjør vann hon 2. virðisløn.


Talan er um solist kapping fyri øll ljóðføri.

Hvør lærari hevur rætt til at hava tveir næmingar við í mesta lagi. Kappingin, ið er okkurt um 27 ára gomul, er bygd upp soleiðis, at næmingarnir leika í mesta lagi 5 minuttir hvør. 110 luttakarar eru, men eini 220 melda til. Nógvir prísir eru at vinna. Gullmerki, fyrsta, onnur og triðja virðisløn og diplom, og eisini luttakaraprógv.

Kappast verður ikki sínamillum, men ímóti sær sjálvum. Hevur ein vunnið diplom fyrstu ferð, so kann ein t.d. næstu ferð vinna 3. virðisløn, so at ein gerst betri og betri. Fleiri næmingar frá Steinway kappingini ganga aftur í hesi kapping.

Teir næmingar, ið fáa gull og 1. virðisløn, sleppa at leika á eini konsert, ið verður um miðjan mai mánað.

Eins og í Steinway kappingini, so eru eisini næmingr uttanfyri Danmark við, t.d. úr Póllandi, Ruslandi og Ungarn.


Vann 2. virðisløn

Marjun, sum í fjør vann 2. virðisløn, heldur tað vera stuttligt at luttaka. Hon heldur størsta munin á hesari og Steinway kappingini vera, at hon her spælir annað ljóðføri. Hon ætlar sær bert at gera tað so gott, sum hon kann, tí hon metir seg ikki vera eina, ið bara má klára tað væl, men henni dámar eisni væl at hoyra aðrar dugnaligar tónleikarar spæla.

Jón og Tróndur hava ikki luttikið áður, men ætla sær at gera sítt besta.

Sámal Petersen, Kenneth Jones og Andrea Heindriksdóttir eru lærarar hjá teimum trimum, sum í dag halda avstað til Keypmannahavnar. Sámal Petersen metir, at hóast vit hava góð úrslit undanfarin ár, so kann gangast væl og minni væl. Av størsta týdningi er at vera við, og at næmingarnir læra at venja til eitt størri tiltak. Men lærararnir eru samdir um, at tað týdningarmesta er at luttaka og soleiðis kanska eisini vera íblástur hjá øðrum næmingum, ið soleiðis venja meira, so teir kanska eru millum tey útvaldu næsta ár.