LÌVFISKUR Sandoyingar hildu um vikuskiftið stevnu í oynni. Á Lívfiskastøðini í Skopun gjørdist dagurin eisini minniligur ? kortini ikki fyri tað góða. Leygarmorgunin kundi teir á Lívfiskastøðini staðfesta [...] fiskurin hjá teimum á støðini var deyður. Orsøkin var ilttrot. Streymslit var tíðliga leygarmorgunin í oynni, og hetta hevur verið orsøkin til, at fiskurin ikki hevur fingið neyðugu iltina. Hørður Wardum [...] boðini. Fólk frá Leif Mohr hava verið og kannað, hvussu hetta kundi henda við elskipanini. Eisini SEV og Føroya Tele koma við einari frágreiðing, sigur Hørður Wardum. Frágreiðingarnar vóru tó ikki komnar
at føroyskur fótbóltur fór í summarferiu, men longu í kvøld verður lagt til brots aftur. Í Runavík verður kommunuuppgerð millum NSÍ og Skála, og í Klaksvík tekur KÍ ímóti AB. Í annað kvøld verður grannauppgerð [...] framskudaðir frá 18. umfari, ið verður spælt síðast í august. Orøkin er at KÍ, NSÍ, HB og B36 skulu spæla í Evropa seinni í ár. Tí verða tríggir dystir í 18. umfari spældir nú, meðan írestandi tveir dystirnir [...] avbjóðingar í løtuni. Jákup B. Andreasen og Deni Pavlovic blivu báðir útvístir í 6-2 tapinum fyri B36 og hava leikbann. Odmar Færø sat á bonkinum allan dystin við pínu í rygginum og er ivasamur til dystin í kvøld
Fíggjarlógaruppskotið skal vera í Løgtinginum 1. oktober, so tú kanst spyrja meg tá, sigur Jóannes Eidesgaard. Alt týðir uppá, at samráðingarnar standa í botni, og í gjár kom samgongan ikki nærri nakrari [...] nakrari semju. Klokkan 11 fyrrapartin í dag fóru partarnir aftur á fund. Ein onnur kelda innarlaga í samgonguni, sum vit somuleiðis vóru í samband við í gjár, segði, at uppskotið um fíggjarlóg er tríggjar [...] nt. Hann gjørdist ikki sørt firtin, tá keldur hjá Portalinum í gjár vildu vera við, at hetta kann gerast eitt møguligt úrslit av ósemjuni í samgonguni um fíggjarlógaruppskotið. - Hatta er óseriøst, og
veit um hava orðblind børn verið í skúlunum, og hava tey sitið, sum sonurin hjá okkum, við ongari sjálvsvirðing, følt seg býtt og uttanfyri. Tað er einki broytt,í øllum føri í eini 50 ár. Tað er eitt stórt [...] Hvat gera vit so? Ja eg veit ikki. Sjálvsvirðið hjá hesum ungu er í botni, og tey eru ikki før fyri at taka ímóti avbjóðingini, sum tað er at vera ungur ídag, við øllum teim skúla- og menningartilboðum [...] verður óivað mettur sum fyritreytin fyri allari menning. Um vit nú høvdu búð í Danmark, hevði sonur okkara verið 'loftaður' longu í 3. flokki og verið vístur til eitt ávíst "ordblindeinstut", har serkøn fólk
kvart millión smolt doyðu, tá ein rist í vatnveitingini til smoltstøðina typtist í summar. Fiskurin var tryggjaður. Hann var landnyrðingur í ættini, tá alarmurin fór í gongd um sjeytíðina hendan morgunin [...] Hellisvað í Árnafirði. Flutningurin norður um Fjørðin er bæði langur og strævin, sigur Edvard Magnussen. Fyrst verður fiskurin koyrdur í kør í Fámjin og fluttur við bili til Tvøroyrar. Haðani í brunnbát [...] hendan morgunin. Summarið hevur verið turt, eisini í Fámjin. Men ikki turrari enn so, at tað onkuntíð hevur verið líka lítið vatn í Kirkjuvatni, sum tað var í summar, sigur Edvard Magnussen. Tað vóru so fleiri
grót, sendir til hús. Tað, sum ivamálið er um, er, um tað er loyvt at sprongja meiri grót í grótbrotinum inni í Líð, enn tað longu er sprongt. Tað er hesin spurningurin, sum greiða nú skal fáast á. Men [...] sigur, at málið skal fyri í yvirfriðingarnevndini. Men hon hevur ikki fund aftur, fyrrenn um ein mánaða. Ógreiða um lopyvið Tá ið Landsverkfrøðingurin søkti um at sprongja grót inni í Líð, varð ásett, at ikki [...] røðingurin sigur, at tað er ikki vist, at hetta merkir, at havnin ikki kann takast í brúk, tá ið nýggi Smyril kemur í oktober. ? Atløgusíðan kann gerast liðug við grótið sum er, men so kann sjálvur molin
flúrar, boðar og sker, so leingi hetta land hevur staðið í vátum lendi. Tað váta er í eygunum á kópakonuni ? havdis, pollamjørki, skædduvindur og run í sjónum. Ùt- og innsúður og vallingar um flúðrar og flesar [...] tignarligt at vera í ætt við kópakonuna. Edvard hevur latið gentuna í listaligan ham, hóast henda undirfagra genta er húðaleys, er hetta so innarligt, samfingið, ekspressivt, at eygnabragd ið í málningunum, [...] skotin í kópagentuni, tá ið ein sær myndirnar hjá Edvardi. Tú verður bergtikin av henni og tú blotnar. Kærleikans trá til kvinnuna er í hesum málningum, men so er hetta bara ein kópagenta, sum er í øll-um
fór at svíkja og at hann nú er í botni. Og hann leggur afturat, at tað er ringt at fáa eyga á nakran glotta fyri framman. ? Alt gongur ímóti okkum í løtuni. Búskapurin niðri í Evropa er steðgaður og vit ganga [...] Hann sigur, at sum støðan er í dag, verður nógv framleitt á goymslu og tað er lítil framtíð í tí. Samstundis er summarið í hondum og skjótt fara virkini hjá Fiskavirking fara í summarfrí um stutta tíð og [...] Útflutningur ? Marknaðurin er í skeljasori. Føroya Fiskavirking er ein av teimum stóru fiskaseljarunum Og stjórin har, Meinhard Jacobsen, sigur, at tað er ómetaliga tungt at selja fisk í løtuni. Hann sigur, at
gera atløgupláss til nýggja Smyril, tá ið hann kemur í oktober næsta ár. Landsstýrismaðurin í mentamálum, sigur, at hann fer nú at biðja allar partar í málinum siga sína hugsan um málið, áðrenn hann tekur [...] Fornminnisfelagið mælt landsstýrismanninum í mentamálum til at økisfriða Tinganes heilt út á 10 metra dýpdarlinjuna. Tað ljóðaði, at Høgni Hoydal skuldi taka støðu til málið í síðstu viku. Men tað verður so av [...] in er tríggjar mánaðir og fyrrenn tann freistin er farin og partarnir í málinum hava sagt sína hugsan, verður ongin støða tikin í málinum. Sostatt verður endaligur úrskurður ikki tikin, fyrrenn um tríggjar
Bjarni segði, at fyrsti fundurin í hesi røðini varð hildin um hesa tíðina í fjør, tá ið Bjørn Lomborg helt fyrilestur við støði í bók síni, Verdens sande tilstand og í dag er so Svend Auken komin at greiða [...] liðugt á sumri 2006, og í arbeiðssetninginum verður áherðsla løgd á, at ávegis kunning verður framd. Tað er í hesum høpi, at orðaskiftið um orku var á løgtingi fyrr í ár og dagurin í dag skulu síggjast. Bjarni [...] helt ongan iva vera um, at vit í Føroyum kunnu fremja stórar sparingar í oljunýtsluni, um rætt verður atborið, og í hesum sambandi nevndi hann eisini, at Føroyar luttaka í norðurlendskum samstarvi um b