Suðuroyarsiglingin:
Tað verður ikki enn á sinni, at Høgni Hoydal fer at taka støðu til ætlanina hjá Tórshavnar Býráð at spreingja og dýpa framvið Tinganesi fyri at gera atløgupláss til nýggja Smyril, tá ið hann kemur í oktober næsta ár.
Landsstýrismaðurin í mentamálum, sigur, at hann fer nú at biðja allar partar í málinum siga sína hugsan um málið, áðrenn hann tekur endaliga støðu.
Ætlanin hjá Tórshavnar Býráði er at gera nýggja Smyrli atløgupláss á Bursatanga, undir liðini á Norrønu. Norrøna skal so liggja í krókinum, har hon liggur nú og Smyril skal hava sítt atløgupláss beint uttan á.
Men skal tað lata seg gera, er tað neyðugt at dýpa framvið Tinganesi tí Smyril er so stórur.
Men tað er ikki sum at siga tað, tí nú hevur Fornminnisfelagið mælt landsstýrismanninum í mentamálum til at økisfriða Tinganes heilt út á 10 metra dýpdarlinjuna.
Tað ljóðaði, at Høgni Hoydal skuldi taka støðu til málið í síðstu viku. Men tað verður so av ongum, tí hann sigur, at hann ætlar at hugsa seg væl um, áðrenn hann tekur eina støðu.
Og fyri at hava eitt so haldgott grundarlag at taka støðu út frá sum gjørligt, fer hann tískil nú at senda málið til hoyringar hjá øllum pørtum, sum vara av tí.
? Hoyringarfreistin er tríggjar mánaðir og fyrrenn tann freistin er farin og partarnir í málinum hava sagt sína hugsan, verður ongin støða tikin í málinum.
Sostatt verður endaligur úrskurður ikki tikin, fyrrenn um tríggjar mánaðir.
Fer at viga fyri og ímóti
Høgni Hoydal sigur, at hann fer at lurta eftir teimum fakligu grundgevingunum fyri at friða Tinganes út á 10 metra dýpdarlinjuna.
Men hann fer eisini at taka hini atlitini í málinum við í metingina, eitt nú sjónarmiðini hjá Tórshavnar Kommunu. Og tá ið hann hevur fingið útgreinandi sjónarmiðini frá øllum pørtum, fer hann at viga fyri og ímóti og at taka eina støðu eftir tí.
Landsstýrismaðurin sigur, at Tinganes er av okkara allar fremstu fornminnum og tað rúmar bæði okkara politisku søgu, okkara byggisøgu, handilssøgu, umsitingarligu søgu og kirkjusøgu og tí umfatar tað stutt sagt ein stóran part av allari okkara samfelagssøgu.
? Men Tinganes er eisini eitt livandi fornminni, leggur hann afturat.
?Tí er tað merkisvert, at spurningurin um at friða Tinganes ikki hevur tikið seg upp fyrr. Nú er málið so á borðinum og støða verður tikin til tað. Men tað skal farast fram eftir bókini so at vit fáa eina so væl undirbygda avgerð sum gjørligt, sigur hann.
Hann sigur, at tað er ongin ivi um, at Tinganes skal varðveitast.
?Tað, sum ivi kann vera um, er, hvørja ávirkan tað fer at fáa á Tinganes, at dýpd verður framvið Tinganesi og at atløgupláss verður gjørt so tætt við. Eitt nú er tað nevnt, at tað ber ikki til at tryggja seg ímóti, at spreingingar á botni ikki fara at føra til rivur í helluna omaná sjónum.
? Men tað er alt hetta, sum ætlanin er, at hoyringin skal geva okkum svar uppá og fyrrnn tá, ber ikki til at taka støðu, sigur Høgni Hoydal.