Útflutningurin av fiski: Marknaðurin í skeljasori

? Fiskaprísirnir á marknaðinumeru falnir í botn og tað er ómetaliga tungt at selja fisk nú, sigur Meinhard Jacobsen á Føroya Fiskavirking

Útflutningur

? Marknaðurin er í skeljasori.
Føroya Fiskavirking er ein av teimum stóru fiskaseljarunum Og stjórin har, Meinhard Jacobsen, sigur, at tað er ómetaliga tungt at selja fisk í løtuni.
Hann sigur, at tað er nakað síðani at marknaðurin fór at svíkja og at hann nú er í botni.
Og hann leggur afturat, at tað er ringt at fáa eyga á nakran glotta fyri framman.
? Alt gongur ímóti okkum í løtuni. Búskapurin niðri í Evropa er steðgaður og vit ganga ímóti summarinum, og tá verður ikki nógvur fiskur etin.
--? Og tá ið tað so fellur saman, at marknaðurin er vánaligur frammanundan og at summarið nærkast, verður tað bara so mikið verri og tað er støðan í løtuni, sigur stjórin á Fiskavirking.
? Og fyri at fáa stein oman á byrðuna, gjørdi verkfallið tað, at vit vóru heilt úti av marknaðinum í fýra vikur.
? Men at gera metingar av, hvat freamtíðin hevur at bjóða, er heilt ómøguligt, leggur hann afturat.
Hann sigur, at búskapirnir í teimum londum, vit selja til, eru undir hørðum trýsti og í Evropa eru tíðirnar við at versna aftur og tað ávirkar eisini fiskaprísirnar.

Ávirkar prísirnar nógv
Meinhard Jacobsen sigur, at hetta fer sjálvsagt eisini at ávirka avreiðingarprísin rættiliga nógv, men tøl vil hann ikki seta á, tí tað veldst um, hvønn fisk, talan er um.
Hann vísir ikki aftur, at støðan á summum virkjum hjá Fiskavirking kann gerast líka hættislig sum støðan hjá flakvirkjunum í Hvalba og á Eiði, sum eru í vanda fyri at lata aftur.
Men hann vil heldur ikki seta nøvn á virki.
?Vit hava akkurát ligið eitt metlangt verkfall av okkum. Og tað fyrsta, vit mugu gera, er at royna at lappa viðurskiftini aftur við tey viðskiftafólk, sum kanska enn tíma at bíða eftir okkum.
? Men tað er alt annað enn lætt, serliga hesa árstíðina er tað trupult.
Meinhard Jacobsen sigur, at verkfallið er ikki júst fremjandi fyri umdømið hjá Fiskavirking úti í heimi.
?Tá ið vit eru úti av marknaðinum so leingi aftur í ár, eftir at vit eisini vóru úti fyri tveimum árum síðani, bøtir tað ikki um álitið.
? Og júst álitið hevur ein sera stóran týdning, serliga tá ið marknaðurin er vánaligur, tí álit er ikki nakað tú fært, tá er nakað tú vinnur tær, sigur hann.
Er tað so verkfallið, sum ger støðuna so vánaliga, ella er tað vánaligur marknaður?
? Tað veit eg ikki. Men tað er heilt greitt, at er marknaðurin vánaligur, fara viðskiftafólk okkara at brúka tað sum eina umbering fyri at leita aðrastaðni, at vit eru so óálitandi leverandørar.
?Tað sigur seg sjálvt, at viðskiftafólkini brúka tað, at vit ikki hava kunna leverað til tíðina, til at trýsta prísin so langt niður sum gjørligt.
Meinhard Jacobsen sigur, at tí hevur verkfallið skrykt beinini undan Fiskavirking.
Og tá ið marknaðurin frammanundan er ógvuliga trupult, er tað ikki óhugsandi, at endin verður, at okkurt virki má lata aftur.
Hann sigur, at sum støðan er í dag, verður nógv framleitt á goymslu og tað er lítil framtíð í tí.
Samstundis er summarið í hondum og skjótt fara virkini hjá Fiskavirking fara í summarfrí um stutta tíð og tá liggja tey aftur still.