Kópakonan ? framsýning í Ribarhúsi

Edvard Fuglø sýnir fram 10 málningar í Ribarhúsi í hesum døgum

UMMÆLI
Frits Johannesen

Heitið á framsýningini er Kópakonan, sum er ogn alra føroyinga. Úr havinum kom kópagentan trettandu nátt og læt seg úr haminum, og stóð sum ein undirføgur havgenta á malargróti stutt frá bygdini Mikladali. Tann óspilti Mikladalsdrongurin av Sunnara garði í Mikladali sá hesa undirføgru kópagentu koma við innsúðinum upp á land og lata seg úr. »Á, den sjón.«
Havið kenna vit, og havið hevur sungið um grót, flúrar, boðar og sker, so leingi hetta land hevur staðið í vátum lendi. Tað váta er í eygunum á kópakonuni ? havdis, pollamjørki, skædduvindur og run í sjónum. Ùt- og innsúður og vallingar um flúðrar og flesar renna um eygnahvarmar hennara tíðliga og seint.
Mong í Fuglafirði eru í ætt við kópakonuna ? hava loyvd av fitjum millum lekifingur, longutong og millum tærnar. Hetta er ílegur, sum vit eru fongd við, ið er ein partur av okkara havsins arvi. Soleiðis verður tað, so leingi føroyingar búleika á hesum oyggjum. Tað er tignarligt at vera í ætt við kópakonuna.
Edvard hevur latið gentuna í listaligan ham, hóast henda undirfagra genta er húðaleys, er hetta so innarligt, samfingið, ekspressivt, at eygnabragd ið í málningunum, dregur teg at havinum. Undir eygnalokinum eru intonktir tankar um marmennlar, sum hava reikað á havsins botni í øldir, og roynt at tikið hana til sín. Hetta eydnaðist ikki, men so eydnast tað einum dreingi av Mikladali at taka hana til sín. Hann var bara ein drongur av eini útoyggj, sum trettandu nátt verður hugtikin av kópadansinum og tí eini kópagentuni, sum bleiv unnusta hansara. Eg skilji væl, at drongurin verður skotin í kópagentuni, tá ið ein sær myndirnar hjá Edvardi. Tú verður bergtikin av henni og tú blotnar. Kærleikans trá til kvinnuna er í hesum málningum, men so er hetta bara ein kópagenta, sum er í øll-um teimum føroysku kvinnunum.
Sagt verður um drong, ið svevur við víðopnum eygum, at hann skal sjólátast ella enda sínar dagar á havinum. Kópagentan á Ribarhúsi hyggur at tær við einum sjóráma av havsalti, sum er í eygnasteinunum. Hon er havsins dreymur. Hon hevur sæð allar teir føroyingar, ið sjólatnir eru. Hava rópt um hjálp millum aldudrag og aldubrot í skúmhvítum hjóma á viðopnum havi. Havsins bládýpi, dimma, døkka, svarta víðopna havið er í hesum frægu málningum. Tey opnu eyguni á teimum, sum hava drigið sín síðsta andadrátt á havinum, hava funnið frið í kópaeygunum, sum eru á Ribarhúsi.
Her er mikil skaldskapur í hesum myndum av undurføgrum hjálutum, sum hon fanglast við í sinum fangi - fiskur, skarvur, piðaður kópagrúkur, tarablað o.s.fr. Ein inn- og útsúður, sum hevur verið um hesa gentu víða um í øldir. Hon er ein havsins genta, sum rímdi av Mikladali ein dag og bleiv ogn alra føroyinga? og nú hevur Edvard Fuglø við síni list endurføtt hana og latið hana í miklan húðaleysan skaldskap.
Kópakonan er komin at vitja skyldfólkið í Fuglafirði. Vit eru ikki 20. fólk úr ætt, nei, minni enn so. Vælsignað veri henda skyldkona á Ribarhúsi. Edvard Fuglø hevur gjørt hana ódeyðiliga og takk fái hann fyri tað. Ein framúr góð sýning.