Tit hava gjørt tað fyrr
Tá útboðið var á Gellingarkletti norðan fyri Havnina, gjørdi yvirfriðingarnevndin av at nokta fyri at seta myllurnar upp, hóast øll onnur loyvi vóru givin, og allar mannagongdir fylgdar. Grundgevingin var, at myllurnar vóru ov høgar og hóskaðu ikki saman við smærru myllunum hjá Sev, sum stóðu í sama øki. Tíbetur bar tá til at koma á tal við yvirfriðingarnevndina, og eftir nakað av samskifti valdu tit tá at broyta avgerðina og geva loyvi. Myllurnar á Gellingarkletti hava síðani verið sonn sólskinssøga í grøna orkuskiftinum. Tær hava seinastu trý árini spart Sev fyri íalt knøpp 50.000 tons av olju og um 240 míó. kr. í minni oljukeypi.
Myllurnar í Klivaløkshaga eru longu nú seinkaðar meiri enn eitt ár orsakað av seinari málsviðgerð m.a. í yvirfriðingarnevndini. Um onki hendir, ganga minst tvey ár aftrat, áðrenn tær standa. Myllurnar í Klivaløkshaga fara at spara um 20.000 tons av olju um árið hjá Sev og um 100 mió. kr. um árið í minni oljukeypi.
Um ikki nú, so í fyrsta lagi um tvey ár
Um yvirfriðingarnevndin heldur fast um avgerðina, verður verkætlanin seinkað íalt í minsta lagi tvey ár aftrat. Bara eykaútreiðslan hjá Sev til oljukeyp orsakað av, at myllurnar ikki koma upp, verður samanlagt oman fyri 300 mió. kr.
Stórt afturstig fyri grøna orkuskiftið
Tann stóri motorurin í orkuskiftinum er vindmyllur. Í orkupolitikkinum hjá landinum er málið at hava umleið 240 MW av vindorku í 2030. Men eisini orkunýtslan er ein stórur motorur. Nógv húsharhald skifta til hitapumpur og elbilar. Vinnulívið bæði á landi og sjógvi er rættiliga fokuserað uppá at skifta frá olju til el. Serliga útflutningsvinnan hevur brúk fyri so lítlum CO2 útláti sum gjørligt. Sum støðan er í løtuni, kann væntast, at elframleiðslan næstu árini aftur fer at krevja meiri olju, og harvið fara virkini at fáa verri kappingarføri. Sev fer eisini at verða rakt, tí SEV kann ikki keypa bíligu vindorkuna úr Klivaløkshaga, men noyðist at keypa dýra tungolju at brenna á Sundi. Elprísurin hjá vanliga brúkaranum kann tí væntast at hækka.
Øll loyvi eru givin, allar mannagongdir eru hildnar
Gongdin, frá tí at ætlan er um at velja eitt pláss til vindmyllur, og til vindmyllurnar byrja at framleiða, er bæði long, kostnaðarmikil og avbjóðandi og umfatar drúgvar og arbeiðskrevjandi viðgerðir hjá nógvum ymiskum myndugleikum.
Í 2019 fekst loyvi at seta vindmátimastur upp í Kivaløkshaga. Sands Kommuna, hagaeigarar, friðingarnevndin fyri Sands sýslu og yvirfriðingarnevndin góvu øll hetta loyvið.
Eftir mátingar í tvey ár kundi staðfestast, at økið í Klivløkshaga er sera væl egnað til vindmyllur, høgur miðalvindur, lágur turbulensur, og framleiðslan fer at verða framúr høg.
Grundarlagið var tí gott fyri at arbeiða víðari við verkætlanini.
Í 2025, seks ár seinni, er framleiðsluloyvi givið til vindfelag, og øll onnur loyvi eru í lagi.
Uttan eitt…
Lógirnar og maktin
Yvirfriðinganevndin hevur sambært náttúrufriðingarlógini seinasta orðið í slíkum máli. Teirra avgerð er endalig og kann ikki kærast. Tí hevur yvirfriðingarnevndin sera stórt vald – ja í roynd og veru størri vald enn allir aðrir myndugleikar í landinum.
Ein onnur lóg, náttúruverndarlógin, bleiv sett í gildi í 2023.
Í tí sambandi bleiv náttúrufriðingarlógin broytt. Yvirskipað hevur náttúrufriðingarlógin sum endamál at verja náttúruna móti tí, sum skemmir og misprýðir, meðan lógin um náttúruvernd er til at røkja margfeldið og tey vistfrøðiligu viðurskiftini í náttúruni.
Við hesi broyting er tað eyðsæð, at myndugleikin, sum umsitur náttúrverndarlógina, skal taka avgerðir um eitt nú ávirkanina av vindmyllum á vátlendi, plantur, djór og fuglalív. Yvirfriðingarnevndin skal taka avgerðir um til dømis fornminni og fagurfrøðilig viðurskifti.
Men heimildirnar eru ikki nóg greiðar, og tá yvirfriðingarnevndin hevur sett krøv um at kanna fuglalívið, hava tey helst heimild til tað. Tað kann tó undra, at yvirfriðingarnevndin nú krevur neyvari fuglakanningar, hóast lógarbroytingarnar leggja upp til tað øvugta, og tá tey í ongum undanfarnum loyvum til vindmyllur hava sett krøv til fuglakanningar.
Vindmyllur og fuglar í Føroyum
Vindmyllur hava staðið á ymsum støðum í Føroyum seinastu tjúgu árini. Hesa tíðina hava fólk kunnað eygleitt, hvørja ávirkan myllurnar hava á nærumhvørvið. Onki hevur verið at hoyrt um, at fuglar eru skaddir ella deyðir av samanstoyti við myllurnar. Enntá er ein rímuliga umfatandi kanning gjørd av fuglalívinum í Húsahaga, áðrenn tær 13 myllurnar hjá Sev vóru settar upp har í 2014 og síðani aftur í 2017, tá myllurnar høvdu staðið í fýra ár.
Ein niðurstøða av kanningini er, at ikki færri fuglasløg vóru í 2017 enn í 2013, og ikki kundi ávísast nøkur minking í talinum av ymsu fuglasløgunum. Í kanningini vóru sjálvvirkandi myndatól sett á myllurnar, sum tóku smá filmsbrot, tá onkur rørsla órógvaði tólini. Fleiri enn 1000 smáir filmar vóru tiknir, men ikki ein av teimum vísir samanstoyt millum fugl og myllu. Hetta er virðismikil vitan, sum eigur at vera brúkt eisini í meting av komandi vindmyllulundum.
Fuglarnir í Klivaløkshaga
Tað er margháttligt, at yvrifriðingarnevndin velur at síggja heilt burtur frá góðkendu umhvørvisárinsmetingini, sum er gjørd burturav av fakfólkum, har sagt verður ” Umhvørvisstovan metir ikki, at ætlaðu vindmyllurnar í Klivaløkshaga fara at hava munandi skaðilig árin á umhvørvið, íroknað á gróðurin, fyri vátlendi og vatnviðurskiftini og fyri fuglin í økinum, og at ætlanin fær lítlan ella ongan týdning fyri fuglastovnarnar”.
Tað er eisini undranarvert, at yvirfriðingarnevndin veit betri enn fakligi myndugleikin um, hvussu nýggjar fuglakanningar skulu gerast, og at tey krevja, at kanningarnar skulu gerast eftir leisti, sum yvirfriðingarnevndin skal góðkenna.
Í umhvørvisárinsmetingini stendur um fuglareiður, at ” Flest eru í vestara og sunnara parti, færri í norðara og eystara parti”.
Vindfelagið ætlar at seta myllurnar upp í norðara parti av Klivaløkshaga, har hæddin er um 300 metrar.
Tað kann sjálvandi hava áhuga at telja fuglar á flogi, men alt bendir tó á, at lítið verður at telja í hæddini norðalaga í Klivaløkshaga, har myllurnar skulu standa. Ein slík teljing kemur mest sannlíkt at staðfesta niðurstøðuna hjá fakfólkunum: ”at ætlanin fær lítlan ella ongan týdning fyri fuglastovnarnar”
Tit hava lykilin
Støðan er alt annað enn góð. Vindfelagið hevur longu bíðað alt ov leingi. Vindfelagið noyðist at gera endaliga keypsavtalu áðrenn 15. oktober, um tað skal tryggja sær myllur í 2026. Eisini hava tey fingið ábending um, at í 2027 verður munandi verri at fáa hendur á vindmyllum. Væntast kann tíverri eisini, at ætlaða fuglateljingin kann fara at taka rættiliga langa tíð, og at ein nýggj avgerð hjá yvirfriðingarnevndini grundað á hana neyvan kemur fyrr enn um ársskiftið 2026/27.
Yvirfriðingarnevndin hevur sera stórt vald í hesum málinum, og tey einastu, sum kunnu loysa upp fyri okkara felags ómegd, eru júst tit, limir í yvirfriðingarnevndini.
Tit hava eina stóra ábyrgd, sum røkkur langt út um eina óneyðuga fuglateljing.
Vit hava brúk fyri vindmyllum, grønum orkuskifti, minni útláti, betri búskapi og góðum umhvørvi.
Í løtuni er alt fastlæst. Tit hava lykilin at lata upp.
Vísið nú rættstundis umhugsni!
Kári M. Mortensen