LÌVFISKUR
Sandoyingar hildu um vikuskiftið stevnu í oynni. Á Lívfiskastøðini í Skopun gjørdist dagurin eisini minniligur ? kortini ikki fyri tað góða.
Leygarmorgunin kundi teir á Lívfiskastøðini staðfesta, at allur fiskurin hjá teimum á støðini var deyður. Orsøkin var ilttrot.
Streymslit var tíðliga leygarmorgunin í oynni, og hetta hevur verið orsøkin til, at fiskurin ikki hevur fingið neyðugu iltina.
Hørður Wardum frá Fiskaaling sigur, at orsakað av streymslitinum hava pumpurnar ikki megnað at pumpað sjógv til kørini, og fiskurin hevur ikki fingið nóg mikið av ilt.
Streymslit er kortini ikki nakað, sum ikki er komið fyri áður, men munurin var bara, at hesaferð virkaði alarm-skipanin ikki sum hon skuldi, og boðini komu ongantíð fram til Fiskaaling um streymslitið.
Streymslitið hevur eftir øllum at døma eisini gjørt, at telefonkervið ikki hevur riggað, soleiðis at boðini ikki komu fram umvegis skipanina.
?Vit eru farnir undir at kanna, hvat tað var, sum gjørdi, at vit ikki fingu boðini. Fólk frá Leif Mohr hava verið og kannað, hvussu hetta kundi henda við elskipanini. Eisini SEV og Føroya Tele koma við einari frágreiðing, sigur Hørður Wardum.
Frágreiðingarnar vóru tó ikki komnar, tá blaðið fór til prentingar. Endamálið við teimum er at fáa greiðu á, hví skipanin ikki riggaði sum hon skuldi, tí eitt streymslit eigur ikki at skulu blokera telefonina, sum tað gjørdi leygarmorgunin.
Vitanin framvegis
75 tons ella gott og væl 40.000 fiskar doyðu á Lívfiskastøðini leygarmorgunin, og hetta setir eisini síni spor hjá Fiskaaling.
?Hetta er ein álvarsamur fíggjarligur smeitur fyri okkum, men genetiska vitanin verður varðveit, tí vit eiga familjurnar enn, sigur Hørður Wardum.
Møguleiki verður hjá Fiskaaling at taka fisk aðrastaðni frá Skopunar. Tað er tó ein størri vandi fyri, at hesin fiskurin kann vera smittaður av onkrari sjúku.
Fiskaaling hevur fisk aðrastaðni á fýra øðrum støðum, og væntandi verður fiskur tikin frá einum av hesum støðum. Genetiska arbeiðið er ikki fari fyri skeytið, tí teir enn eiga somu familjur á hinum støðunum.
Lívfiskastøðina í Skopum eigur eitt alment partafelag, har Føroya Landsstýrið eigur allan partapeningin.