Samferðsluhavn
Arbeiðið uppá samferðsluhavnina í Trongisvági til nýggja Smyril er steðgað- einaferð enn.
Ivi hevur tikið seg upp um grótið, sum verður brúkt til samferðsluhavnina og tískil er øll koyring við grótið hildin uppat.
Somuleiðis eru allir bilførararnir, sum koyra grót, sendir til hús.
Tað, sum ivamálið er um, er, um tað er loyvt at sprongja meiri grót í grótbrotinum inni í Líð, enn tað longu er sprongt.
Tað er hesin spurningurin, sum greiða nú skal fáast á.
Men tað kann taka tíð at fáa greiði á tí málinum.
Oyvindur Brimnes, Landsverkfrøðingur, sigur, at málið skal fyri í yvirfriðingarnevndini. Men hon hevur ikki fund aftur, fyrrenn um ein mánaða.
Ógreiða um lopyvið
Tá ið Landsverkfrøðingurin søkti um at sprongja grót inni í Líð, varð ásett, at ikki mátti farast út um eina ávísa linju, sum varð merkt upp, at sprongja.
Men Landsverkfrøðingurin sigur, at nú hevur ógreiða tikið seg upp um, akkurát, hvar hendan linjan er.
Oyvindur Brimnes sigur, at sum hann hevur skilt tað, vóru bara nøkur punkt sett upp, sum byggimeistarin, ið ger havnina, skuldi halda seg innanfyri.
Men nú hevur ivi tikið seg upp um, hvussu linjan gongur.
Oyvindur Brimnes sigur, at friðingarnevnevndin á staðnum heldur, at byggimeistarin hevur loyvi til at sprongja nakað afturat burturav lendinum.
Men fyri at beina allan iva burtur, verður málið lagt fyri yvirfriðingarnevndina eisini.
Men hon fer ikki at viðgera málið, fyrrenn á fundi um ein mánað og tað verður so tað fyrsta, at koyringin av gróti til sjálvan molan verður tikið uppaftur.
Landsverkfrøðingurin leggur altíð slík mál fyri yvirfriðingarnevndina fyri at sleppa undan øllum iva, sigur hann.
Hann sigur, at feilurin er helst tann, at umsóknin frá Landsverkfrøðinginum um loyvi til at taka grót, hevur ikki verið nóg fullfíggjað ella nóg greið, sum hann málber seg.
Tí hevur ivamál nú stungið seg upp um heimildina at taka grót.
Oyvindur Brimnes sigur, at endar tað við, at yvirfriðingarnevndin kemur til tað niðurstøðu, at tað ikki er loyvt at sprongja meir í sjálvum grótbrotinum, má ein onnur loysn finnast, men hann dugir ikki at siga, hvat tað skuldi verið fyri ein loysn.
Ikki vist at tað seinkar
Spurningurin er so, hvørja avleiðing hetta fer at fáa fyri sjálva samferðsluhavnina.
Tíðarætlanin hevur altíð verið ógvuliga knøpp og hetta ger tað ikki betri.
Arbeiðið at gera sjálva atløguplássið kann halda fram við gróti, sum sprongt, men arbeiðið at koyra grót til sjálvan molan má halda uppat.
Tað skilst, at tað skulu einir 50 metrar av mola gerast afturat.
Landsverkfrøðingurin sigur, at tað er ikki vist, at hetta merkir, at havnin ikki kann takast í brúk, tá ið nýggi Smyril kemur í oktober.
? Atløgusíðan kann gerast liðug við grótið sum er, men so kann sjálvur molin gerast liðugur, tá ið ein endalig loysn funnin á trupuleikanum við grótinum, sigur hann.
Hetta er aðru ferð, atr arbeiðið upp á samferðsluhavnina er steðgað tí at eitt loyvi ikki er greitt. Fyri jól steðgaði arbeiði ein dag ella tveir, tí loyvi var ikki fingið til at dumpa tað, sum varð grivið upp av botni.