tuskaður mitt fyri málið, og hevði Ole Erik Midtskogen havt sæð hann, so hevði talan verið um 100 prosent málmøguleika. Hetta var størsti málmøguleikin í fyrra hálvleiki. Støðan var soleiðis við byrjanina av seinna [...] frá Patrik Johannesen snittaði Heini Vatnsdal bóltin til handara stólpa, har Jákup B. Andreasen var um reppið at vera í heilt góðari støðu. Og so var tað risastóri møguleikin, tá ið raski Páll A. Klettskarð [...] Sulejmani økti í 57. minutti úr eitt sindur spískum í vinstru eftir verjukiks hjá KÍ í høgru. KÍ minkaði um munin í 79. minutti. Akkurát innskifti Jonn Johannesen stýrdi við handara stólpa bóltin í málið, eftir
samstarvið kring verkætlanina á Drelnesi er ógvuliga gott og um alt gongur, sum væntandi er, stendur Saltsiloin innilokað um stutta tíð. - Hetta er ein sera spennandi verkætlan, sum nú rættiliga hevur fingið
Ferðsluvanlukka Stefan í Skorini Klokkan 07.17 leygarmorgunin fekk løgreglan í Havn fráboðan um eitt ferðsluóhapp í Leynum. Ein bilur var farin útav vegnum millum Stykkið og Leynar. Vanlukkan fór fram [...] orsøkin til óhappið er. Eftir øllum at døma hevur drongurin durvað í bilinum, og tí er hann farin útav. Hetta metir løgreglan, tí eingi spor eru at síggja á vegnum, har drongurin hevur koyrt. Tað er í øllum førum [...] lívið hjá einum ungum manni. Slíkar vanlukkur henda oftast á náttartíð, tá tey ungu koyra í bili, og hetta er ein afturvendandi trupulleiki, ið tykist vera torførur at fáa bilbugt við.
Í fjør ferðaðust 203.662 fólk um flogvøllin í Vágum. Tað var 8,2 prosent minni enn árið fyri, tá ferðafólkini vóru 221.942 í tali. Á flogvøllinum verður sagt, at afturgongd var á øllum farleiðum í fjør [...] Ongin frálandaflúgving var í fjør, meðan nakað av frálandaflúgving var í 2008. Her er tí eisini talan um afturgongd í hesi flúgving í mun til árið fyri, sigur Vága Floghavn. Í desembur minkaði ferðafólkatalið [...] fleiri í desembur - úr 308 upp í 364. Leigutúrar uttanríkis og skúlaflúgving er høvuðsorsøkin til hetta, sigur flogvøllurin á heimasíðuni.
lækkað úr 3.600 krónur um árið fyri hjún niður í 600 krónur um árið pr. pensjónist. Við øllum batum fær pensjónisturin omanfyri 1.500 krónur meira at liva fyri um mánaðin hetta valskeiðið. Tað er ein søguliga [...] hava fólkapensjón og Samhaldsfasta at liva fyri, rinda minni í skatti. Og um ein pensjónistur til dømis forvinnur 10.000 krónur um mánaðin við síðuna av pensjón og Samhaldsfasta, so rindar hesin í dag 6000 [...] 6000 krónur minni í skatti árliga. Í 2015 var Samhaldsfasti 3.010 krónur um mánaðin og í 2019 verður Samhaldsfasti 5.590 krónur um mánaðin. Tað er rætt, at grundupphæddin lækkaði við 580 krónum í 2016, men
Men, so við og við vórðu húsini sett í stand og eru í dag ein virðiligur og sera hugnaligur karmur um fjølbroytt virksemi, sum nú hevur allar fýra hæddirnar at ráða yvir - ella 546,8 fermetrar tilsamans [...] rfrøðingur í 1984 og hevur sum motto at virka fyri fyribyrging, fremjan av heilsu og lívsgóðsku. Hetta eru ting, vit øll hava tørv á - uttan mun til aldur - og sum hava so stóran týdning fyri øll menniskju
Dogor. Sum skilst, hava granskarar enn ikki funnið út av, um talan er um ein hund ella úlv, og DNA-royndir hava enn ikki kunnað staðfest hetta endaliga. David Stanton, sum er granskari við stovnin, Senter [...] nú kortini ikki. - Tað, at vit enn ikki hava megnað at staðfest, hvørt hetta er hundur ella úlvur, kann hava sína orsøk í, at hetta er eitt slag, sum bæði hundur og úlvur hava sín uppruna í, sigur granskarin [...] granskarin, David Stanton. Ein annar granskari, Love Dalen, sigur, at hetta møguliga er elsti hundur, sum nakrantíð er funnin. - Hvølpurin er so væl varðveittur, at tað kennist, sum hann nýliga er deyður,
teirra eru á deildini fyri intensivari røkt, sum íslendska ríkisútvarpið rópar tað. Einki verður sagt um, hvussu fólkini hava tað. Sambært íslendska farsóttarfrøðinginum, Thorolfi Gudnason, eru nú 180 tilburðir [...] og tískil væntar farsóttarfrøðingurin, at smittan fer at raka fólk kring alt Ísland. Hvussu drúgt hetta verður, hevur Thorolfur Gudnason einki endaligt boð upp á, men hann væntar, at tølini yvir virussmittað
Blátt Gras við og sang og spældi - Hetta stóð á skrá í gjárkvøldið við yvirskriftini “Festkvøld við góðum mati”. Menninir fóru tyngdir av góðum mati heim í dag, men lættir um hjartað eftir eitt áhugavert og [...] avtikin av bilum, umframt stóra parkeringsplássið. 180 mans høvdu teknað seg til leguna í Nesvík hetta vikuskiftið, so allir kundu ikki sova har, men máttu koyra heim at sova og møttu so upp aftur hvønn
og uppsagnarfreist, og um Kringvarp Føroya hevur tikið saklig atlit, tá ið avgerð varð tikin um at siga starvsfólkið úr starvi. Ongin ábending er í skjølunum í málinum, um at onnur grund enn sparing [...] orsøk til, at starvsfólkið er sagt úr starvi, men sparingin hevði verið størri, um starvsfólkið hevði fingið tilboð um starvið sum journalistur, sum varð lýst leyst stutt undan uppsagnartilgongdini [...] - Í meira enn hálva øld hevur Argenavnið verið óloysiliga knýtt at útvarpinum. Hetta er nú søga, eftir at Jógvan Arge, sum í 40 ár hevur verið ímyndin av føroyskum útvarpi er sagdur úr starvi saman við