Í fjør ferðaðust 203.662 fólk um flogvøllin í Vágum. Tað var 8,2 prosent minni enn árið fyri, tá ferðafólkini vóru 221.942 í tali. Á flogvøllinum verður sagt, at afturgongd var á øllum farleiðum í fjør. Á Danmarkarleiðunum var afturgongdin 7,5%, Noregsleiðunum 8,0%, Íslandsleiðunum 0,4% og á Bretlandsleiðunum 36,4%.
Ongin frálandaflúgving var í fjør, meðan nakað av frálandaflúgving var í 2008. Her er tí eisini talan um afturgongd í hesi flúgving í mun til árið fyri, sigur Vága Floghavn.
Í desembur minkaði ferðafólkatalið 6,2% úr 13.574 niður í 12.726. Fráferðirnar og komurnar vóru tó 18,2% fleiri í desembur - úr 308 upp í 364. Leigutúrar uttanríkis og skúlaflúgving er høvuðsorsøkin til hetta, sigur flogvøllurin á heimasíðuni.