180.000 krónur í frítíðarløn

Jógvan Arge hevur verið uppsagdur í Kringvarpinum í seks mánaðir. Fram til í dag, hevur hann fingið umleið 30.000 krónur um mánaðin í uppsagnarløn. Men nú gjørdist talan í prinsippinum um eina feriu, tí frá í gjár, var Jógvan Arge aftur í føstum starvi í Kringvarpinum

- Í meira enn hálva øld hevur Argenavnið verið óloysiliga knýtt at útvarp­inum. Hetta er nú søga, eftir at Jógvan Arge, sum í 40 ár hevur verið ímyndin av føroyskum útvarpi er sagdur úr starvi saman við sjey øðrum starvs feløgum. - Síðsta orðið er ikki sagt, sigur Jógvan Arge.

Hetta stóð skrivað á for­síðuni á Sosialinum 16. desembur í fjør, tá tað kom fram, at Jógvan Arge saman við sjey øðrum varð upp­sagdur í Kringvarpi Før­oya.

Síðani tá er ymiskt hent í málinum, og í gjár kom stað­festingin, at seinasta orðið ikki var sagt, og upp­søgnin hjá Jógvani Arge er nú ógildað av Menta­mála­ráðnum.

Nógva uppsagnarløn

Síðan Jógvan Arge varð upp­sagdur, hevur hann starv­ast fyri aðra rás, sam­stundis, sum hann hevur fingið uppsagnarløn frá Kringvarpinum. Sum sær út nú, er talan blivin um eitt slag av frítíðarløn hesar seinastu seks mánaðirnar, tí nú er Jógvan Arge aftur fast­settur í Kringvarpinum.

Sjálvur veit høvuðs­per­sónurin ikki, hvat nú hend­ir.

- Eg havi ikki verið í sam­band við leiðsluna, so nú mugu vit bara síggja, hvat hendir. Sum nú er dugi eg illa at siga, hvat fer at henda, sigur Jógvan Arge.

Ivast í endurgjaldi

Hinvegin veit Jógvan Arge, sambært heimasíðuni hjá Kringvarpinum, ikki, um hann fer at krevja endurgjald frá arbeiðsgevara sínum, nú tað er staðfest, at hann varð uppsagdur av órøttum.

Útvarpsmaðurin segði eisini við heimasíðuna hjá Kringvarpinum í gjár, at hann fegnast, at niðurstøðan hjá Mentamálaráðnum er tann sama, sum hjá honum sjálvum.

Ósaklig uppsøgn

- Mentamálaráðið hevur í kæruviðgerðini kannað eftir, hvørt mannagongdin í sambandi við uppsøgnina hevur verið røtt, harundir hoyringar- og uppsagnar­freist, og um Kringvarp Før­oya hevur tikið saklig atlit, tá ið avgerð varð tikin um at siga starvsfólkið úr starvi. Ongin ábending er í skjølunum í málinum, um at onnur grund enn sparing er orsøk til, at starvsfólkið er sagt úr starvi, men spar­ingin hevði verið størri, um starvsfólkið hevði fingið tilboð um starvið sum jour­nalistur, sum varð lýst leyst stutt undan uppsagnar­til­gongdini. Harumframt er týðandi málsviðgerðarfeilur gjørdur, sigur Menta­mála­ráðið í niðurstøðuni.

Tí leggur Mentamálaráðið upp til, at Kringvarp Føroya og Jógvan Arge finna eina loysn á málinum.

Hvørki Rúni Heinesen, stýrisformaður í Kring­varp­inum, ella Annika Mittún Jacobsen, kringvarpsstjóri, hava verið at fáa fatur á í dag, men við heimasíðuna hjá Kringvarpinum hava bæði greitt frá, at tey ikki hava viðmerkingar til mál­ið.