Ferðsluvanlukka
Stefan í Skorini
Klokkan 07.17 leygarmorgunin fekk løgreglan í Havn fráboðan um eitt ferðsluóhapp í Leynum. Ein bilur var farin útav vegnum millum Stykkið og Leynar.
Vanlukkan fór fram umleið klokkan 4 leygarmorgunin, men eingin varnaðist tað fyrr enn tríggjar tímar seinni. Orsøkin er helst, at bilurin ikki sást av vegnum, tí hann var farin so langt omanav.
Førarin var ein 18-ára gamal drongur av Kambsdali, og hann var einsamallur í bilinum. Hann hevði verið í Vestmanna og var á veg innaftur í Eysturoynna, tá vanlukkan hendi.
Løgreglan heldur, at drongurin er deyður á staðnum, tí løstirnir frá stoytinum vóru so álvarsamir, at hann óivað hevur latið lív beinanvegin. Har er bratt omanav vegnum, og tí hevur stoyturin verið ógvuliga harður.
Helst sovnaður
Løgreglan kann ikki siga við vissu, hvør orsøkin til óhappið er. Eftir øllum at døma hevur drongurin durvað í bilinum, og tí er hann farin útav. Hetta metir løgreglan, tí eingi spor eru at síggja á vegnum, har drongurin hevur koyrt. Tað er í øllum førum ikki nakað, ið bendir á aðra orsøk til vanlukkuna.
Bilurin hevur koyrt ígjøgnum eitt vendipláss, áðrenn hann er farin útav. Á hesum vendiplássinum er eingin bilverja, sum forðar bilum í at fara útav. Bilverja hevur verið á hesum vendiplássi, men hon er tikin burtur. Bilurin hevur tikið tveir stabbar, ið stóðu á vendiplássinum, við sær.
Landið er enn einaferð skelkað av ferðsluvanlukku, ið hevur tikið lívið hjá einum ungum manni. Slíkar vanlukkur henda oftast á náttartíð, tá tey ungu koyra í bili, og hetta er ein afturvendandi trupulleiki, ið tykist vera torførur at fáa bilbugt við.