Tað hevur vundið meir og meir upp á seg við manslegum bæði á Zarepta og í Leguhúsinum í Nesvík. So nógvir bilar vóru í Nesvík, at vegurin heilt niðan til landsvegin var avtikin av bilum, umframt stóra parkeringsplássið.
180 mans høvdu teknað seg til leguna í Nesvík hetta vikuskiftið, so allir kundu ikki sova har, men máttu koyra heim at sova og møttu so upp aftur hvønn morgun.
Temaið, ið varð tikið upp á leguni var: “Vit liva í eini sera “resutari” tíð, og vit hava ivaleyst ongantíð havt so ringa tíð, sum vit hava nú. Avleiðingarnar av hesum eru millum annað, at strongd er vorðin ein vanligari sjúka, familjur eru í upploysn, og fleiri torna upp andaliga”, stendur at lesa á heimasíðunin hjá Leguhúsinum.
Tí varð lagt upp til at steðga á í vikuskiftinum við “resinum”. Tað var at sita undir orðinum, man eisini hava eina góða løtu sosialt, sum m.a. merkir at ganga í fjøllunum – onkur endaði uppi á Slættaratindi, sita í hitapottum, spæla á vøllinum niðan fyri húsið, ganga ein túr, sita í sofuni og práta. Men eisini at syngja og eta gott og flenna nóg at góðum undirhaldi.
Til høvið høvdu tey fingið Jørgen Niclasen og Helga Abrahamsen at skipa fyri undirhaldi og eisini var navnframi bólkurin, Blátt Gras við og sang og spældi - Hetta stóð á skrá í gjárkvøldið við yvirskriftini “Festkvøld við góðum mati”.
Menninir fóru tyngdir av góðum mati heim í dag, men lættir um hjartað eftir eitt áhugavert og skemtiligt vikuskiftið í Leguhúsinum í Nesvík.