Tilhaldið í Tórsgøtu 21 í Havn húsast í gamla Føroya Banka-bygninginum, sum varð bygdur stutt eftir, at Føroya Banki varð settur á stovn í 1906. Her helt bankin til fram til 1958, tá nýggjur bankabygningur varð bygdur og tikin í nýtslu í grannalagnum niðanfyri.
Eftir, at Føroya Banki flutti úr Tórsgøtu 21, helt Tekniski skúlin til í hølunum, til hann stutt fyri aldarskiftið flutti í onnur høli við Velbastaðvegin.
Tá Tórshavnar kommuna á heysti í 1997 ognaði sær grótbygningin í Tórsgøtu 21, vóru húsini ikki í góðum standi, og tískil var virksemið hjá Tilhaldinum í byrjanini avmarkað til miðhæddina í hesum hábærsliga bygningi.
Men, so við og við vórðu húsini sett í stand og eru í dag ein virðiligur og sera hugnaligur karmur um fjølbroytt virksemi, sum nú hevur allar fýra hæddirnar at ráða yvir - ella 546,8 fermetrar tilsamans.
Wanja Petersen hevur verið leiðari fyri Tilhaldinum øll árini síðan 1. november í 1997, tá lagt varð til brots. Tey tey byrjaðu í miðhæddini, var einki inni, so her var nógv at fáa upp á pláss fyri.
Ein nevnd varð sett at taka sær av virkseminum við mær sum leiðara. Nógv er hent hesi ár, og í dag eru vikuskráir, har vit hava upp í eini 26 ymisk tilboð. Tilhaldið er opið vanligar dagar frá klokkan 9-16.
- Vitjunartalið seinasta ár var heili 18.000, flestu pensjónistar, sigur Wanja Petersen, sum gjørdist sjúkrarøktarfrøðingur í 1984 og hevur sum motto at virka fyri fyribyrging, fremjan av heilsu og lívsgóðsku.
Hetta eru ting, vit øll hava tørv á - uttan mun til aldur - og sum hava so stóran týdning fyri øll menniskju.
- Øll hava vit brúk fyri innihaldi í lívinum, sigur leiðarin í Tilhaldinum í Vikublaðnum, sum kemur í hvørt hús í morgin.