Tað gekk ikki soleiðis, tað varð ætlað og vónað hjá KÍ, sum í kvøld stríddist í Alpunum ímóti sveisiska meistaraliðnum Young Boys.
Heimaliðið á Wankdorf leikvøllinum í Bern vann 3-1 eftir málleysan fyrra hálvleik.
Klaksvíkingar hildu høvdið høgt og vóru kaldir allan fyrra hálvleik, og teir vóru á ongan hátt niðurspældir av stórfavorittunum í Young Boys.
Miðskeiðis í fyrra hálvleiki varð sjálvsálitið uppaftur størri. Eftir langt innkast frá Patrik Johannesen snittaði Heini Vatnsdal bóltin til handara stólpa, har Jákup B. Andreasen var um reppið at vera í heilt góðari støðu.
Og so var tað risastóri møguleikin, tá ið raski Páll A. Klettskarð vann bóltin aftarnfyri miðstrikuna í vinstru, spældi fram til Ole Erik Midtskogen, sum rann frá verjuni og var í heilt góðari støðu, tá ið hann smekkaði til, men málverjin bjargaði við beinparadu.
Páll A. Klettskarð varð tá tuskaður mitt fyri málið, og hevði Ole Erik Midtskogen havt sæð hann, so hevði talan verið um 100 prosent málmøguleika. Hetta var størsti málmøguleikin í fyrra hálvleiki.
Støðan var soleiðis við byrjanina av seinna hálvleiki, sum klaksvíkingar vildu tær at vera. Tí rakti tað ógvuliga meint, tá ið Young Boys tíðliga í seinna hálvleiki skoraði tvey mál.
1-0 málið tíðliga í seinna hálvleiki stóðu kameronsku landsliðsspælararnir hjá Young Boys fyri.
Toppskjúttin í sveisisku kappingini Jeanne-Pierre Ensame skoraði seks minuttir eftir steðgin og við handara stólpa eftir innlegg úr høgru frá Nicolas Moumi Ngmaleu
Serbiski landsliðsspælarin Mirael Sulejmani økti í 57. minutti úr eitt sindur spískum í vinstru eftir verjukiks hjá KÍ í høgru.
KÍ minkaði um munin í 79. minutti. Akkurát innskifti Jonn Johannesen stýrdi við handara stólpa bóltin í málið, eftir at Jóannes Bjartalíð – staddur tíggju metrar frammanfyri miðstrikuna – við einum av sínum fínu fríspørkum sendi bóltin fram í brotsteigin.
Uppaftur kyknaði intensiteturin og spenningurin vardi bara í tríggjar minuttir. So økti heimaliðið um munin til 3-1.
Eftir innlegg úr høgru og stútara við handara stólpa var Nicolas Moumi Ngmaleu púra blankur ein metur frá stólpanum.
KÍ er varpað úr europeisku meistarakappingini. Nú er avbjóðingin at verja FM heitið og at standa seg væl í nýggju europeisku avbjóðingini, sum bíðar í Europaliguni.
Young Boys – KÍ 3-1 (0-0)
1-0: Jeanne-Pierre Ensame 51.
2-0: Mirael Sulejmani í 57.
2-1: Jonn Johannesen 79.
3-1: Nicolas Moumi Ngmaleu 82.
KÍ: Kristian Joensen - Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø, Heini Vatnsdal, Jesper Brinck - Jóannes Bjartalíð (Boris Dosljak, 89.), Deni Pavlovic (Jonn Johannesen, 77.), Jákup B. Andreasen, Patrik Johannesen - Ole Erik Midtskogen (Steinbjørn Olsen, 93.), Páll A. Klettskarð
Á beinkinum: Geza Túri, Dávid Langgaard, Ólavur Niclasen, Børge Petersen
Gult kort: Páll A. Klettskarð, Deni Pavlovic, Patrik Johannesen, Jákup B. Andreasen
Venjari: Mikkjal K. Thomassen