man ikki endar í einari kongsbóndaskipan á havinum, har fiskiveiðurætturin gongur í arv, óansæð um reiðaríini eru væl rikin ella ikki, tí landið stuðlar somikið ríkiliga, at effektivur rakstur ikki er neyðugur [...] áhugamál uppá ein skynsaman hátt. Megna núverandi reiðarar ikki hettar, uttan at landið skal traðka til við gávukekkum, so er spurningurin, um ikki aðrir áttu at sloppið framat. Tað eru óivað nógvir dugnaligir [...] Tað er eftir øllum at døma ikki nóg mikið, at fiskiloyvi verða forerd fyri einki, og at ein óbeinleiðis rakstrarstuðul verður latin við at minka trýstið á hýrur við skattalætta, men man skal so sanniliga
venjingin hjá teimum skuldi byrja fyri at spyrja hann eitt sindur um bakgrundina hjá bólkinum. Tað er ikki heilt av leið at siga, at Edvard er oddamaðurin í bólkinum. Hann hevur síðani ´90 við skiftandi manningum [...] í smáttuni hjá Edvardi, sum týðiliga ber brá av at vera hansara serøki. Her er ikki rúmsátt, men hjartarúm trýtur ikki. Og her sita teir so trúliga og spæla saman, fyri hvørjum øðrum og seg sjálvan, men [...] skeiði. At halda verkskeið í tónleiki er ikki ókent. Ofta halda kendir tónleikarar sonevndar work-shops fyri einum 12-15 næmingum, men at ein trio biður eina aðra, er ikki hvønndagskostur. Edvard kendi Jens
áræði, sigur Heini. - Tað er ikki mennandi at lena seg upp at eini ráðvøru, sigur Per og leggur aftrat, at hendan mentanin avmyndast í hugburðinum, at tú ikki ert nakað, um tú ikki hevur pissað í saltan sjógv [...] góður, at teir ikki kundu siga nei takk, segði Per við Sosialin í samband við søluna. Per Zachariassen er 35 ár og er nummar tvey í einum systkinaflokki á fýra. Hann starvaðist sum heilt ungur í Sjónvarpi [...] barndóm. Høvdið hjá Heina nikkar upp og niður, meðan Per tosar - Um tú ikki kennir avleiðing-arnar av, at tað gongur illa, ert tú ikki líka bangin fyri at taka kjansir, sum hvis tú hevur havt ein minni tryggan
festivalurin alment ikki byrjar fyrr enn hósdagin, so hava nógv túsundtals fólk leitað sær til Roskilde fyri at vera við í ?upphitingini?, sum byrjaði fyrradagin. Men veðrið hevur ikki heilt verið eftir vild [...] vild. Síðani festivalurin byrjaði, hevur oyst niður, og útlitini komandi dagarnar eru ikki nakað at reypa av. Ikki fyrr enn sunnudagin verður turt, sambært 5-daga forsøgnunum. Nógva regnið hevur eisini havt
og vit arbeiða við einari ætlan um at fara undir fiskiskap eftir svartkjafti, men tað tíðin er als ikki búgvin at siga nakað um málið enn. Hetta er tað, ið fæst at vita frá skrivstovuni hjá JFK Trol í Klaksvík [...] og JFK Trol um fiskiskap eftir svartkjafti í Føroyskum sjógvi. Frá skrivstovuni hjá JFK Trol ber ikki til at fáa tíðindini um, at felagið hevur keypt svartkjaftakvotuna hjá Prestlandi. Tó fáa vit at vita [...] Aftenposten veit at siga frá Jákupi Sólstein, formanni í Føroya Reiðarafelag, at American Empress heilt vist fær fiskiloyvi við Føroyar, um avtalan kemur í lag. Treytin fyri hesum er bert tann, at skipið
Teir hava eisini kannað, nær tað triðvátasta summarið var, og tá noyddust teir heilt aftur til 1874, sigur DMI. Hóast august ikki endar fyrr enn í morgin, so benda tølini á, at tað hevur regnað 310 millimetrar [...] millimetrar síðani tann 1. juni. Í 1980 var tilsvarandi talið 323. Tað eru kortini ikki allir danir, sum hava fingið líka nógv regn í summar. Landafrøðiliga hevur býtið verið rættiliga ójavnt, sigur DMI, sum [...] regnið í summar og serliga tað grova regnið hevur gjørt stóran skaða. Ein orsøk er, at kloakkirnar eru ikki gjørdar til at taka ímóti tí nógva vatninum. Samstundis siga veðurfrøðingarnir, at broytingarnar
Jan Michelsen ikki tað stóra við kalvalínu, sigur hann. Eitt annað, teir plaga at kanna eftir móti sumrinum, er hvussu býtið millum toskin og upsan verður. Vanliga fylgjast hesir báðir ikki. Gamalt er, at [...] várið hevur givið minni nøgd enn í fjør. Men aftur fyri hevur prísurin verið óvanliga høgur. Hann var heilt í toppi, tá útróðurin byrjaði, fyri síðan at dala eitt sindur. Tá líkasum legði hann seg í eina meira [...] at seiðaár er ikki gott fiskiár annars. So hendir tað, at sildafiskurin svíkur, verður tað summarupsin, sum farið verður eftir, heldur Chris Jan Michelsen, heim aftur vendur útróðrarmaður á Tvøroyri.
er helst ikki tað, sum lokkar, tí tað er langt síðani, at prísurin á toski hevur verið so lágur. Um aldaskiftið kundu tað vera upp til 100 bátar, ið róðu út av Eiði, men so høgt er talið ikki vorðið enn [...] sum eru farin at mæla seinni spæla eitt sindur inn. - Tað er ikki soleiðis, at allir teir uppsøgdu fara út við bátinum nú, men tað er heilt víst onkur, sum hevur betri tíð í dag og hevur bát, og tí fer [...] bátarnir skuldu sleppa útaftur, men tað er ein farin tíð. - Nú er júst umvent. Virkini vilja næstan ikki hava nakrar kassar inni, so nú er ongin trupulleikar. Tað spældi nokk eisini inn, at tá vóru so øgiliga
Várróðurin hevur ikki verið nakað at reypað av. Líkindini hava verið skiftandi. Tá roynandi hevur verið, hava bátar gjørt hampiliga góðar dagar, meðan aðrir hava fingið minni. Várróðurin hevur ikki verið so góður [...] líkindini hjá bátunum at royna hava verið hampilig seinastu dagarnar, men fiskiskapurin hevur ikki verið hin heilt stóri. Besti báturin í Klaksvík í gjár hevði góð 1900 pund, og tað er ein av bestu døgum við [...] Føroya siga tey, at bátar hava ligið heilt niður í nøkur fá hundrað pund upp á dagin, men hjá summum bátum og ávísar dagar hevur veiðan eydnast betri. - Várróðurin hevur ikki verið nakað at reypað av. Líkindini
felagsframsýningunum av føroyskari myndlist í løtuni, um so einstøk av teimum framsýnandi listafólkunum ikki heilt liva upp til tað høga góðskustøðið, sum bólkurin sjálvur hevur sett sær fyri at røkka. Væl skipað [...] myndunum hjá Torbirni Olsen. Hóast Torbjørn næstan ikki er førur fyri at mála vánaligt, sýnast myndir hansara á Heystframsýningini heldur tamar. Hesi verk eru ikki vánalig, men tá tú veitst, hvat hesin listamaður [...] Pauli Olsen skuldi verið sjálvskrivaður. Men tað er sjálvandi ikki vist, at øll hava áhuga í at vera limir í hesum bólki, sum til dømis ikki sýnir fram á Listasavni Føroya. Sigast kann beinanvegin, at báðir