Várróðurin komin »stert« aftur

Hóast tað eru nógv færri bátar, ið rógva út í ár, enn tað vóru um aldaskiftið, so eru nógv fleiri, sum royna eydnuna eftir nøkrum stertum í ár, í mun til seinastu tvey árini, tá várróðurin næstan hevur verið burtur

Jóhan K. Joensen hevur landað bátar á kaiini á Eiði síðan 1993, tá fiskamarknaðurin kom. Og hann ger greitt, at tað vóru flest bátar um aldaskiftið, men síðani hevur ein støðug niðurgongd verið.

- Í fjør og í fyrrárið vóru so øgiliga fáir bátar, men í ár eru fleiri. Orsøkin til tess er helst, at vit hava fingið nakrar dagar við góðum veðrið, at tað er meira at fáa og kanska spælir tað eisini inn, at summi hava fingið betri tíð, sigur Jóhan K. Joensen. Hann leggur tó afturat, at prísurin er helst ikki tað, sum lokkar, tí tað er langt síðani, at prísurin á toski hevur verið so lágur.

Um aldaskiftið kundu tað vera upp til 100 bátar, ið róðu út av Eiði, men so høgt er talið ikki vorðið enn.

- Tað vóru eini 35 útróðrarbátar í gjár. Teir høvdu millum 200 og 1800 pund, men teir flestu lógu um 500 til 700 pund, greiðir Jóhan K. Joensen frá. Somuleiðis veit hann at siga, at tað helst eru fleiri bátar í dag, enn tað vóru í gjár.


Uppsagnir

Jóhan K. Joensen metir eisini, at hjólini í samfelagnum, sum eru farin at mæla seinni spæla eitt sindur inn.

- Tað er ikki soleiðis, at allir teir uppsøgdu fara út við bátinum nú, men tað er heilt víst onkur, sum hevur betri tíð í dag og hevur bát, og tí fer ein túr á Norðhavið at vinna sær nøkur oyru, greiðir hann frá.


Kassamangul

Um aldaskiftið, tá flestir bátar vóru, hendi tað seg einaferð, at ov fáir kassar vóru í landinum, og virkini royndu at leggja teir inn undir seg, sum vóru. Tá máttu teir, sum landaðu koyra í størri kør, so skjótt fiskurin kom upp á land, fyri at bátarnir skuldu sleppa útaftur, men tað er ein farin tíð.

- Nú er júst umvent. Virkini vilja næstan ikki hava nakrar kassar inni, so nú er ongin trupulleikar. Tað spældi nokk eisini inn, at tá vóru so øgiliga nógvir bátar, greiðir landarin frá.

Jóhan K. Joensen veit eisini at siga, at býtið millum økini er øðrvísi í ár.

- Tað er fleiri suðuroyingar í ár, so tað er meira spjatt, hvaðani bátarnir eru, tí í seinastuni hava tað mest verið streymoyingar og eysturoyingar, ið hava róð út av Eiði, sigur Jóhan K. Joensen.