? Vit hava hugt uppá American Empress og vit arbeiða við einari ætlan um at fara undir fiskiskap eftir svartkjafti, men tað tíðin er als ikki búgvin at siga nakað um málið enn.
Hetta er tað, ið fæst at vita frá skrivstovuni hjá JFK Trol í Klaksvík í sambandi við tíðindini um, at ætlanir eru um samstarv millum norska stórreiðaran, Kjell Inge Røkke, og JFK Trol um fiskiskap eftir svartkjafti í Føroyskum sjógvi.
Frá skrivstovuni hjá JFK Trol ber ikki til at fáa tíðindini um, at felagið hevur keypt svartkjaftakvotuna hjá Prestlandi. Tó fáa vit at vita, at sjálvdan rýkur av ongum brandi, og frá øðrum keldum fæst at vita, at tíðindini eru sonn.
Á skrivstovuni hjá JFK Trol vátta tey, at stjóri felagsins, Hanus Hansen, er í Panama og kannar møguleikarnar fyri samstarvi við Aker RGI, ið er eitt av feløgunum hjá norska stórreiðaranum.
Eisini Per Eikem, kunningarstjórin hjá Aker RGI, váttar tíðindini. Hann sigur, at felagið er í samráðingum um eina verkætlan í Føroym, men at ov tíðliga er at siga, um ætlanin verður til nakað.
Kemur í lag eitt samstarv millum Aker RGI og JFK Trol, verður úrslitið, at eitt risa skip kemur í Føroyska flotan. Talan verður tá um American Empress, ið er 4000 bruttoregistartons til støddar, og sum hevur hevur eina frystilast á 1300 kubikmetrar. Sostatt verður skipið størsta verksmiðjuskipið í Føroyska flotanum.
Norska blaðið, Aftenposten veit at siga frá Jákupi Sólstein, formanni í Føroya Reiðarafelag, at American Empress heilt vist fær fiskiloyvi við Føroyar, um avtalan kemur í lag. Treytin fyri hesum er bert tann, at skipið kemur undir føroyskt flagg, og fyri at hetta skal bera til, er neyðugt, at føroyinar standa sum eigarar av tveimum triðjingum av skipinum.
Ætlanin er, at American Empress skal fiska eini 20.000 til 25.000 tons av svartkjafti, men síðani skal skipið harumframt taka ímóti svartkjafti frá øðrum skipum og virka hann til surimi.










