Várróðurin liðugur

Suðringarnir, sum hava verið norðan fyri og róð út, eru farnir heimaftur. Mánadagin ásannaðu teir, at tíðin er farin fyri hesaferð, og teir fóru suður um aftur Fjørðin

Várróðurin norðan fyri sær út til at vera av á hesum sinni. Fiskiskapurin er minkaður, og illveður er og verður væntandi, tað sum eftir er av vikuni. Tað hevur so gjørt, at nógvir av fremmandamonnunum, sum hava verið norðan fyri og róð út, eru farnir heimaftur. Mánadagin avgjørdu mestsum allir suðringarnir, sum hava ligið á Eiði, at fara suður aftur.

Ein teirra, sum hevur verið á Eiði í vár, er formaðurin í Meginfelag Útróðrarmanna, Chris Jan Michelsen av Tvøroyri. Hann var í flotanum, sum fór suður aftur um Fjørðin mánadagin. Chris Jan sigur, at teir loystu á Eiði klokkan fýra seinnapartin og klokkan ellivu á kvøldi vóru teir á Trongisvágsfirði. So tað gekk bæði skjótt og væl, sigur hann.

Seinnu dagarnar hevur fiskiskapurin verið minkandi, og nú veðurmenninir søgdu illveður høgt mitt í viku og vánaligt restina av vikuni, hildu teir, at einki var at liggja eftir. Páskavikan er komandi, og so er tíðin farin kortini. Teir valdu tí at fara suður, meðan siglingarlíkindini vóru góð.

Chris Jan Michelsen sigur, at fyribils niðurstøðan hjá útróðrarmonnum er, at várið hevur givið minni nøgd enn í fjør. Men aftur fyri hevur prísurin verið óvanliga høgur. Hann var heilt í toppi, tá útróðurin byrjaði, fyri síðan at dala eitt sindur. Tá líkasum legði hann seg í eina meira natúrliga legu, sigur Chris Jan Michelsen. Men nú er líkt til, at prísurin er á veg uppaftur, heldur hann.

Av tí, at prísurin hevur verið so óvanligur, er úrtøkan hjá útróðrarmonnunum í vár soleiðis nøkulunda á leið, sigur formaðurin í Meginfelagnum.

Um hvat hann sjálvur nú fer at gera, sigur Chris Jan Michelsen, at nú verður tað sildafiskinum hann fer at leita eftir.

Tað er vanligt, sigur hann, at royna at fylgja við lívinum í sjónum hesa tíðina. Líkasum fyri at lúra eftir, hvussu summarið man fara at arta seg. Chris Jan sigur, at hann hevur sæð onkran fugl norðan fyri í vár. Men hendan dagin, teir sigldu suður aftur, var reiðiliga deydligt. Men hann uggar seg við, at tað var nakað kalt í veðrinum, so kanska tað fer at batna við lýkkuni.

Annars fara teir sunnan fyri at seta onkra hýsulínu at vita, um hýsan er komin á bleyta botnin, væntar útróðrarformaðurin. Snellan verður sjálvandi brúkt at royna eftir sildafiskinum, og kalvalínurnar fara at verða tiknar fram nakað skjótt. Sjálvur ger Chris Jan Michelsen ikki tað stóra við kalvalínu, sigur hann.

Eitt annað, teir plaga at kanna eftir móti sumrinum, er hvussu býtið millum toskin og upsan verður. Vanliga fylgjast hesir báðir ikki. Gamalt er, at seiðaár er ikki gott fiskiár annars. So hendir tað, at sildafiskurin svíkur, verður tað summarupsin, sum farið verður eftir, heldur Chris Jan Michelsen, heim aftur vendur útróðrarmaður á Tvøroyri.