Framsýningin er so ljós og so leikandi løtt, at áskoðarin eina løtu gloymir árstíðina og at hetta er Heystframsýningin, sum uttan iva er nógv tann besta av felagsframsýningunum av føroyskari myndlist í løtuni, um so einstøk av teimum framsýnandi listafólkunum ikki heilt liva upp til tað høga góðskustøðið, sum bólkurin sjálvur hevur sett sær fyri at røkka.
Væl skipað framsýning
Við teimum fjúrtan limunum og tveimum gestunum, ið framsýna, er ársins Heystframsýning lutfalsliga rúgvusmikil, men tó so fyrimyndarliga væl skipað, at einki av listaverkunum tykist órógvað av øðrum verkum.
Henda greiða skipan er galdandi fyri bæði uppheingingina í Listahøllini á Skipasmiðjuni og í Klingruni í Norðurlandahúsinum. Við uppheingingini í Listahøllini er dentur lagdur á listina hjá teimum yngru listafólkunum í bólkinum við verkum hjá til dømis Hanna Bjartalíð, Rannvá Kunoy, Tummas Jákupi Thomsen, Anker Mortensen og Aggi Ásgeirsdóttir, ið øll síggjast, haðan inngongdin til framsýningina er. Er áskoðarin staddur hinumegin, sær hann verkini hjá Bárði Jákupsson og Zachariasi Heinesen, eins og málningarnir hjá Olivuri við Neyst síggjast haðan saman við standmyndunum hjá Andriasi Andriasen. Tað er serliga galdandi fyri teir báðir síðstnevndu listamenninar, at verk teirra á ársins Heystframsýning tykjast ómetaliga gamaldags og afturlítandi. Eftir øllum at døma hevur Andrias Andriasen ikki nógv meir upp á hjarta enn rætta og slætta veruleikaeftirgerð. Lýsingar Olivur við Neysts av verkafólki sýnast bert sum viðfáningar í mun til eldri verk hjá sama listamanni. Harumframt gjørdist tú sum áskoðari í grundini eisini óvæntað vónbrotin av myndunum hjá Torbirni Olsen. Hóast Torbjørn næstan ikki er førur fyri at mála vánaligt, sýnast myndir hansara á Heystframsýningini heldur tamar. Hesi verk eru ikki vánalig, men tá tú veitst, hvat hesin listamaður megnar, tykjast myndir hansara á Heystframsýningini av handahógvi merktar.
Tað besta vit eiga
Hini listafólkini gera eftir øllum at døma nógv burtur úr fyri at liva upp til ætlanina hjá Heystframsýningini um at sýna fram tað besta vit eiga av føroyskari list. Hetta er eitt nú galdandi fyri Zacharias Heinesen, Rannvá Kunoy, Marius Olsen og Bjarna Werner Sørensen. Bárður Jákupsson hevur millum annað tveir stórar málningar við á framsýningini, sum báðir umboða nakað nýtt í hansara verki. Myndevnisliga tekur hann enn einaferð støði í okkara loddrætta kletta- og fjallalandslagi, sum hann byggir upp við brúnum, grønum, bláum, gráum, gulum og violettum linjum, ið fýrisliga og rútmiskt ganga á skák gjøgnum myndarúmið. Men í hesum báðum nýggju myndunum megnar hann at sameina tað stórbæra við ein nýggjan lættleika, sum at síggja til hurlar hesi stóru verk upp, frá eins og í einum náttúrunar veldigum stoffskifti av brimi, sól, támi og sirmi. Anker Mortensen hevur málað nakrar smáar myndir, sum minna okkum á, at tað kanska er hann, sum mest av øllum tekur við listarliga arvinum eftir slóðbrótaran Ingálv av Reyni. Eitt nú minna hesar smáu myndirnar hjá honum um tær sveimandi einføldu vatnlitamyndirnar, sum Ingálvur av Reyni málaði tey seinnu árini. Stóru, gráu myndirnar hjá Anker Mortensen eru bygdar upp av mongum løgum av máling, sum geva kensluna av dýpd, samstundis sum dentur verður lagdur á yvirflatan á málningunum við smáum, flykrandi, gulum og bláum pensilsstrokum. Høvuðsárinið er poetiskt og grundleggjandi abstrakt, samstundis sum áskoðarin fær varhugan av onkrum kendum í mynstrum og skapum, ið tó støðugt umbroytist og víkir undan eini endaligari fatan.
Grillin og brúgvin
Hanni Bjartalíð hevði fyri kortum eina framúr góða framsýning av málningum í Galerie Focus og tað var tessvegna við ikki sørt av spenningi, at farið varð yvir til hansara verk, sum eru tríggjar rúmligar uppsetingar við smáum húsum. Eftir tí lítla skeltinum á tí eina modelhúsinum at døma, ímyndar hetta eina grill. Grillin er helst eitt tað besta listaverki á Heystframsýningini í ár, tí tað á originalan hátt sameinir tað stuttliga, fitta, neyva og tað kerliga speiska í einum fagnaði av bygdasligheitini, ið gevur hugasamband til Tórodd Poulsen, sum í yrkingum, installatiónum og myndum viðger sama evni. Tummas Jákup Thomsen er á sama hátt eisini rættiliga fjølbroyttur, tá tað kemur til listarligt tøkni, meðan innihaldið ofta snýr seg um tilveruligt einsemi. Tað haldi eg eisini, nýggja installatiónin hjá honum ger, hóast hon ikki er eins konkret ekspressiv og klaustrofobiski málningurin, sum Tummas Jákup Thomsen hevði við seinast, við svarthvíta, sunnudagsklædda smádronginum, sum tykist fangaður í hvítum einsemi. Videoinstallatiónin hjá Tummas Jákup Thomsen á ársins Heystframsýning lýsir heilt einfalt eina brúgv og ferðsluna, ið har er. Og hóast hetta kann tykjast sum eitt lutfalsliga uttanveltað myndevni, sníkir kuldakenda einsemiskenslan seg inn eisini her við bilunum, ið allir koyra burtur frá upptøkutólinum við tí úrsliti, at áskoðarin aftur og aftur kennir seg merkiliga frávísta.
Hóast speglingsmyndirnar hjá Hjördis Haack á ein hátt eru ógvuliga øðrvísi í mun til videoinstallatiónina hjá Tummas Jákupi Thomsen, er konseptuella tilgongdin til listina tann sama hjá báðum listafólkunum. Hjördis Haack málar speglingar í einum silvurfati, sum er rættiliga øðrvísi málað enn myndirnar, sum síðsta ár hingu í Klingruni í Norðurlandahúsinum. Myndirnar eru minni í ár og kámari, eins og huglagið tykist meira beinleiðis óhugnaligt við teirri avskeplaði kvinnumyndini, ið speglast í silvurfatinum.
Gestablídni
Tá eg hoyrdi, hvørjir ársins gestaframsýnarar vóru, helt eg at byrja við ikki, teir tóktust sum tað mest upplagda valið. Skal Heystframsýningin sýna fram tað allarbesta vit eiga, átti eitt nú Tóroddur Poulsen at verið limur longu frá byrjan, eins og til dømis Hans Pauli Olsen skuldi verið sjálvskrivaður. Men tað er sjálvandi ikki vist, at øll hava áhuga í at vera limir í hesum bólki, sum til dømis ikki sýnir fram á Listasavni Føroya.
Sigast kann beinanvegin, at báðir gestirnir í ár ríka framsýningina við teirra verkum, sum hava fingið sera góða staðseting og gott pláss at breiða seg; Aggi Ágeirsdóttir í Listahøllini og Brandur Patursson í Klingruni í Norðurlandahúsinum. Mongu myndirnar hjá Aggi spjaða seg um ein stóran part av tveimum endaveggum í Listahøllini í eini uppheinging, sum endurspeglar mátan hon skipar sítt myndevni, so at lívrunnin mynstur og skap spjaðast kring allan myndaflatan. Í myndunum hjá Aggi sígga vit eisini øðrvísi og frískar samansetingar av litum, sum heilt vist eru við til at mynda várligu heildarkensluna av Heystframsýningini.
Brandur Patursson hevur mær vitandi ikki framsýnt tað nógva í Føroyum, men á tí palli, sum Heystframsýningin hevur boðið honum, trínur hann nú fram sum áhugaverdur og øðrvísi listamaður. Hansara fýra verk eru øll stødd í Klingruni í Norðurlandahúsinum, og har standa tey væl. Verkini eru úr stáli og glasi og trý av teimum eru lýsingar av eini løgnari veru, sum kundi stava úr einum science fiction universi. Vit kenna aftur skemtiliga lyndi hjá Brandi Patursson, men varnast eisini eitt nýtt álvarsemi, ið klæðir listamanninum. Samstundis sum hesar verurnar eru rættiliga óveruligar og abstraktar er okkurt yvir teimum, sum minnir um ávikavist fólk og forsøguligar, útdeyðar verur. Soleiðis, sum standmyndirnar eru settar upp kring Klingruna, hava tær eitthvørt reikandi yvirbrá, sum eru tær í holtur við eini vónleysari flýggjan frá einum møguligum undirgangi, og jú longur tú hyggur at teimum, jú meira rørandi hjálparsleysar og líkar menniskjanum tykjast hesar verur. Tílíkar dystopiir hava vit ikki havt tað nógva av áður í føroyskari list, sum við hesari nýggju røddini, gerst fjølbroyttari.
Ein bingja er ein bingja er ein bingja...
Tey tvey monumentalu verkini, ið hanga í Klingruni, staðfesta minst tvey ting, harav annað er, at Tróndur Patursson er ein av okkara bestu listafólkum. Hitt er, at tey, sum møsna um, at Tróndur bara málar tað sama, bláa, mugu taka seg saman og fata, at Tróndur Patursson er millum tey heilt fáu av føroysku listafólkunum, sum hava eina konseptuella, hugskotsgrundaða tilgongd til listina, sum altso ikki gongur út uppá at mála so mong ymisk fjøll sum møguligt. Bæði verkini hanga ómetaliga væl á risastóra vegginum, ikki minst tá ljósið er sløkt, sum tað var, tá eg var og hugdi mitt á degi, tá blái liturin tykist gløða og vibrera út í rúmið. Tað er frálíkt at síggja, at Tróndur Patursson heldur seg reystan hóast mannminkandi viðgerðina, sum hann og listaverkið “Bládýpi” hava fingið frá Listasavni Føroya, har tey eyðsýniliga ikki duga at skyna munin millum eina bingju og eitt listaverk, hóast talið av listfrøðingum og listkønum, sum arbeiða í Listaskálanum, alsamt økist.
Við Heystframsýningini 2008 hevur hesin listafólkabólkurin staðfest seg sjálvan og framsýning sína sum sjálvsagdan veitara av ársins mest áhugaverdu listauppliving her á landi. Eins og hini árini er komin út ein bóklingur, ið fæst til keyps fyri bert 20 krónur. Hóast teksturin ikki er eins góður, og hann hevur verið hini árini, er hesin bóklingur góður at hava, tá framsýningin heldur uppat 19. oktober.
Framsýningin á Skipasmiðjuni er opin dagliga frá kl.15-18.