Vátur Roskilde Festivalur

Tað nógva regnið í Danmark seinastu dagarnar hevur sett sín dám á festivalin. Sjálvt um festivalurin alment ikki byrjar fyrr enn hósdagin, so hava nógv túsundtals fólk leitað sær til Roskilde fyri at vera við í ?upphitingini?, sum byrjaði fyrradagin.

 

Men veðrið hevur ikki heilt verið eftir vild. Síðani festivalurin byrjaði, hevur oyst niður, og útlitini komandi dagarnar eru ikki nakað at reypa av. Ikki fyrr enn sunnudagin verður turt, sambært 5-daga forsøgnunum.

 

Nógva regnið hevur eisini havt sína ávirkan á parkeringsviðurskiftini. Bilarnir smokka niður í grasið og standa fastir. Tí mælir festivalurin øllum bilførarum til, at parkera eitt sindur frá festivaløkinum og annaðhvørt ganga ella taka buss seinasta strekkið.