sín egna dám á Føroyar og føroyingin fram í okkara tíð. Dámurin er so ramur, at fólk vilja ikki av við hann. Tí verða skip og deksfør varðveidd í býum og bygdum kring landið og sjálvboðin feløg stovnað [...] verður skrivað, málað og yrkt – og tónasmiðirnir gera løg. Her eru øll vælkomin, og nólsoyingar leggja dent á, at gestirnir kenna seg væl. Við hesum orðum fari eg vegna nólsoyingar og Havnar kommunu at bjóða [...] havt eina góða ferð úr Hvalvík, og í Nólsoy fingu teir mongu luttakararnir høvi at njóta sólskinið. Nólsoyingar høvdu spent seg út at taka móti regattini og bjóðaðu kaffi og køkur á bryggjuni. Harmonikutónleikur
á Selatrað, og Emilia Petersen, fødd Samuelsen (1883-1952), ættað úr Streymnesi. Carl var motorpassari og hegnismaður, traðarmaður og kønur grótmaður. Carl laðaði garðar og grundir, hús og brúgvar víða [...] gravar. Mathilda og tey vóru 8 systkin: Agnas (1909-1991), Palli (1911-1980), Mia (fødd í 1913), Mathilda (fødd í 1915), Dagmar (1917-1959), Jakku Mathias (1921-1997), Hans (1923-1983) og Emil (1927-1994) [...] (1927-1994). Nú eru bara Mia og Mathilda eftir á lívi. Mia er á Ellis- og Røktarheiminum í Runavík; og Mathilda er á sambýlinum Vesturskini á Toftum. 6. mars 1940 giftist Mathilda við Max Cecil Weihe (1913-1986)
hoyra eitt nú rapp, grungetónleik og eitt sindur av funk. Tað er stuttligt at kunna sita og taka samanum tey innleiðandi umførini og staðfesta, at tað ikki bert eru royndir og kendir tónleikabólkar, sum hava [...] Child og Feedback at verða við undirlutan, og serliga var tað óvæntað, at Wild Child ikki spældi seg í finaluna. Eina viku seinni var innleiðandi umfar í Vágunum. Gott 400 fólk vóru til tiltakið, og av teimum [...] manning, og summir teirra kunnu næstan kallast yrkistónleikarar. Hitt finaluplássið úr Klaksvík vann bólkurin Tangz úr Havn. Royndir og óroyndir tónleikarar Tað er stuttligt at kunna líta aftur um bak og síggja
eg lærdi at standa á palli og fekk blóð upp á tonnina at fáast við tónleik, sigur Arnfríð. Sang við Eivør og Petsi Tað var ikki heilt av tilvild, at Arnfríð byrjaði at syngja og framføra ymsastaðni í [...] er omma mín og fleiri aðrar landaplágur. Hon er framvegis smart, fitt og ljóshærd, men nú syngur hon ikki longur barnasangir. Arnfríð Lützen er í dag 29 ára gomul, skrivar egnar sangtekstir og ger sjálv [...] dámdi at syngja. - Eg, Petsi og Eivør vóru vinkonur, og vit plagdu eisini at syngja saman, greiðir Arnfríð frá. Sum níggju ára gomul hevði hon sína fyrstu framførslu nakrantíð, og hana minnist Arnfríð væl
hevur nógv húski og fevnir um ikki færri enn 9 bygdir og ein bý á tveimum oyggjum. Og so skal alt hetta røkkast innanfyri ein og sama dag fimm ferðir um vikuna. Eliesar byrjar kl. 7 og er sum oftast liðugur [...] rættiliga long í kilometrum og í fjarstøðu millum fyrsta og seinasta húsið á rutuni. -Eg byrji í Kunoy og fari síðani norður til Norðdepils, og endi so ikki fyrrenn Undir Hálsi og Undir Brúnni í Klaksvík, [...] fólkunum, hann ber postin til. - Og hvussu er tað - verður tú ofta boðin inn til ein kaffimunn?, spyrja vit. Eliesar er ein orðkringur maður, og hevur eisini verið at sæð á palli, og tí er hann knappur at svara
við hetta kvøldið. Og tað var nú eisini sangirnar, tónleikin, vit vildu hoyra. Og har komu øll løgini, blandað av fyrru og seinnu fløguni. Allar perlurnar!! Terji hevur skrivað seg og síni løg inn í føroysku [...] vegir, og Plúmm/Føstufressar hevur verið rár hending á palli seinnu árini. Og fríggjakvøldið var heilt greitt gleðin stór í Norðurlandahúsinum at sleppa at hoyra teir saman aftur á einum og saman stað [...] seinna fløgan kom út, og útgávukonsert nú hevur verið. Ikki smávegis pallur, ið nýggja fløgan skal fylla, fyri ikki at standa í skugganum av fyrru fløguni. Og tí vóru vónirnar stórar, og somuleiðis áhugin
var vekk eina løtu – og hon var ikki keðilig, tí tað var sól og G! Festivalur – tí ein metur frá mær sat Ira Tucker og hugleiddi um gamlar dagar. Hann tosaði seint og spakuliga og ótýðiliga, so tað var [...] gospel og bara gospel. Tá tók eg mær høvið at spyrja um Sam Cooke, hin stóra soulkongin. Cooke sang gospel fyrst og fór síðani at syngja soul og at liva lívið, og tað endaði við, at hann varð skotin og doyði [...] Carnegie Hall og í Madison Square Garden. Teir vóru ein gospelbólkur, men hann krógvar ikki, at teir eisini vildu sleppa inn á marknaðin og syngja fyri nógvum fólki og selja nógvar plátur. Og hesin eyðmjúki
stúgvandi fult. Tað var týðiligt og skilligt, at fólk vóru komin frá nær og fjar og høvdu fyrireikað seg við at lata seg í betri klæði, enn til gerandis. Har vóru bæði ung og gomul. Tey miðaldrandi vóru kanska [...] einsamallur á einum palli við bert tveimum guitarum og tveimum røddum, og ongar aðrar tónleikarar at hava at goyma seg aftanfyri, kann vera torført, tí her verður tú avdúkaður, um ikki tónabúni og framførsla er [...] framførsluni. Tú gloymdi fulkomuliga tíð og stað og var so at siga eina løtu í burturrykking , tí sansirnir og kenslurnar vóru ertir av fantastisku røddini og upptraðkanini. Her var eitt totalupplivilsi
Hýruvognurin kemur úr mjørkanum og manningin í Tull fer í Norðurlandahúsið at gera klárt til konsertina og eitt stutt, men vítt prát er at enda, og eftir stendur tónleikurin, og hóast Anderson ikki vil vænta [...] konsertina í Norðurlandahúsinum er rúm fyri 900 fólkum, og Ian Andersson minnist ikki, nær teir seinast hava spælt fyri so fáum fólkum og á so lítlum palli í so lítlum húsi, men kanska var tað í 1968, skemtar [...] øðrvísi uppliving og náttúran. Vænti ongantíð nakað Vit hitta Anderson í forhøllini á Hotel Føroyum fyri at tosa um føðingardag í Føroyum, um konsertina á kvøldi og um hvat hann væntar, og um lívið sum tónleikari
kl. 12, David Johannesen Søldarfjørður: kl. 11, Meinhard Bjartalíð Vágur: kl. 11, og kl. 16 jólakonsert við Ljómi og solistum, Marianne Telling Sandvík: kl. 12 Ólavur Rasmussen Jólaaftan Norðradalur: [...] Lívdin Samkoman Lívdin hevur familjumøti kl. 10.30 og tilbiðjanarmøti, kl. 12.00 hvønn sunnudag í Hoyvíkar skúla. Barnaansing er undir báðum møtunum og sunnudagsskúli er kl. 12. Millum møtini er drekkamunnur [...] 11.00 Hámessa og kl. 17.00 Takkarguðstænasta. Frelsunarherurin, Tórshavn Hornorkestrið spælir jólatónar í Dr. Jacobsensgøtu fríggjadagin kl. 18.00 í Gongugøtuni leygardagin kl. 11.00 og mánadagin kl. 19