Troubadoururin Terji og úrmælingarnir

Umrøða Terji hevur skrivað seg og síni løg inn í føroysku fólkasálina. Og har eru tey ritað, sum rúnur í stein.

Terji Rasmussen og Føstufressar høvdu útgávukonsertir í Norður­landahúsinum um vikuskiftið. Hetta hendi í samband við, at Terji og fressarnir fyri nøkrum mánaðum síðani góvu út næstu fløguna. Hetta umleið 20 ár eftir, at fyrra fløgan kom út.
Alt hetta er langt síðani søga, fyrra fløgan hevur sítt heilt serstaka pláss á hillini við føroyskum út­gávum og í huga­heiminnum hjá mongum. Heiðurin sum aldarinnr fløga fekk útgávan eisini. Fløgan er ein hin mest selda í Føroyum nakran­tíð.
Alt hetta er søgan og leik-tjøld­ini, nú seinna fløgan kom út, og út­gávu­konsert nú hevur verið. Ikki smávegis pallur, ið nýggja fløgan skal fylla, fyri ikki at standa í skugganum av fyrru fløguni.
Og tí vóru vónirnar stórar, og somuleiðis áhugin manna millum, nú útgávukonsert loksins kom á skránna.
Stuttligt er her at viðmerkja, at tá fyrra fløgan kom, var út­gávu­­konsert innan fólk kendu fløg­una og tónleikin. Fløgan hevði heldur ikki góð sølutøl, fyrr enn rúm tíð var farin, men eins langa tíð tað tók føroyingum at taka hana til sín, líka fast hevur hon fest seg í føroysku fólka­sálina.
Hesaferð valdi Terji at bíða, til fløgan hevði havt ein møguleika. Og kanska er søgan ikke bara so ein­føld, tí sjálvsagt er eisini nak­að við at fáa alt at passa saman, Norður­landahúsið og so at savna tón­leikararnar somu tíð undir som lon. Men meira um tað seinni.

Gránað ella fánað hár
Lýst var framman undan kon­sert­­ini fríggjakvøldið í Norðu­r­landahúsinum, at eykakonsert bleiv leygarkvøldið. Útselt var nevni­liga til konsertina fríggja­kvøldið og, skilst, eisini til kon­sertina leygar­kvøldið.
Hjá okkum, sum náddu at fáa atgongumerkið fríggjakvøldið, var spenningur í luftini. Og komin í Norðurlandahúsið kendist týðu­liga, at spenningurin var manna millum, meðan mong nutu eina øl, ið til høvið hevði fingið heitið Grønur Skaldadrykkur, vís­andi til kendan sang av fyrru fløguni.
Fleiri lurtarar hetta kvøld sótu óivað eisini í Norður­landa­húsinum fyri 20 ella 21 árum síðani. Hárini grá ella fá, men annars ikki so nógv broytt.
Og so byrjaði konsertin fyri fultsettum sali. Saman við Terja og Føstufressum komu vit ígjøg­num nøkur løg. Og Terji tók fyri fyrstu ferð orðið millum løgini. Hetta gjørdi hann ikki nógv við hetta kvøld­ið.
Og tað var nú eisini sangirnar, tónleikin, vit vildu hoyra.
Og har komu øll løgini, bland­að av fyrru og seinnu fløguni. Allar perlurnar!!
Terji hevur skrivað seg og síni løg inn í føroysku fólkasálina. Og har er tey ritað, sum rúnur í stein. Løgini eru ikke altíð so løtt, ganga ikki altíð eftir upp­skriftum, ið onnur helst vildu hildið verið lættari. Ein um­mælara­starvsfelagi spurdi meg einaferð, um tað ikki kundi vera nakað um, at Terji í grund­ini kvøður - skrivar kvæðir? Og eg havi viðhvørt hugsað eitt sindur um hetta, og kanska er hetta ikki av leið. Í øllum førum hóska mangar av perlunum ikki altíð inn í sama tónleikakassa, sum vanligu og siðbundnu sangirnir. Terji er egin í so máta.
Og framførslunum er heldur ikki at fara skeivur av. Inniligar, og ein veit, at hetta er Terji.
Samspælið við orðasnillingin Anker Eli Petersen er eisini hepp­ið og saman eru teir upp­hav til hesar perlurnar, sum savn­aði so nógv fólk um viku-skift­ið. At Anker Eli eisini er mynd­lista­maður bera fløgurnar boð um, eins og pallmyndin.

Plúmm í
Longu tá Terji fyri yvir 20 árum síðani gjørdi av at gera ein plátu í egnum navni, hevði hann eftir øllum at døma ta greiðu ætlan, at hann vildi nakað, hann sats­­­aði. Og hann legði góðar lunn­­ar undir ætlanina við at sam­starva við limir í bolkinum Plúmm, ið til høvið fingu heitið Føstu­­fressar. Hesin bólkurin av ung­lingum, ið flestir vuksu upp saman, barndómsvinir, ið allir innan teir fyltu 20 vístu sínar tónleikagávur, og hvørs lagna tóktist avgjørd. Hvør í sínum lag úrmælingar á síni ljóð­­føri. Og allir gjørdust teir eisini tón­leikarar. Kanska vert at merkja sær, at vit enn vóru í eini tíð, har ein ikki bert slongdi út, at ein ætlaði at liva sum tónleikari, og enn minni gjørdi álvara av hes­um. Tónleikur var fyri tey flestu nakað, ið hoyrdi undir ítriv.
Henda unika søgan um vin­irn­ar, ið gjørdust millum Føroya allar bestu, er søgd ofta, men hoyrir hesi søgu til.
Men sum hjá barndómsvinum flestu, so føra lívleiðirnar ymsar vegir, og Plúmm/Føstufressar hev­­ur verið rár hending á palli seinnu árini.
Og fríggjakvøldið var heilt greitt gleðin stór í Norður­landa­húsinum at sleppa at hoyra teir saman aftur á einum og saman stað.
Og teir skuffaðu ikki!! Og stutt­­ligt at Finnur (Hansen) líka­­sum gjørdi Plúmm mann­ing­ina randaða, og var við Føstu­fressunum. Sum Terji tók til; tá hann er við, so fæst ein pakki við so nógvum í.
Holger Laumann, danski tón­­leikarin og Føroyavinurin, setti dám á fyrru fløguna, men hann andaðist fyri nøkrum árum síð­ani, men manningin á pall­in­um fekk einu løtuna fjøldina at minnast mannin, tá ein saxo­fonsolo av fløguni slapp inn ímill­­um í einum lag, og mynd av Holger stóð yvir pallinum hesa stundina.
Konsertin fríggjakvøldið var fyrst og fremst ein staðfesting. Terji er troubadoururin, front­mað­urin, ið kennir seg heima á palle, og sum fær fjøldina við sær. Maðurin, sum á útlendskum óivað kann kallast “performari”. Hann er náttúrligi maðurin at standa fremst. Hann eigur løgini, ið vit hava tikið til okkum. Hann valdi tíðliga tónleikin, livir nú av tónleikinum, men hevur altíð - og ger tað enn - livað fyri tónleikin. Hann er komin eitt fet nærri stjørn­unum, teimum, ið bleiktra á innara himmalhválvinum, tá vit ótilvitað tríva í góðar sangir, ella skulu eyðmerkja føroyskan nú­tíðar­tónleik, ið hevur fest røtur í hugaheiminum hjá vanliga før­oyinginum, ungum sum eldri. Hetta er óivað nóg mikið til at staðfesta troubadourstatus.
Tað var so stuttligt at fáa hesa uppliving enn einaferð; hetta at hoyra teir saman aftur - live!! Plúmm. Úrmælingar eru teir, ong­in ivi. Øll vistu tað fríggja­kvøldið, øll vildu uppliva ella endur­upp­livað tað fríggjakvøldið og øll fingu tað staðfest.
Magnus við akkordunum, sum flóta, og fylla so ómetaligt, at tað kennist, sum flýtur yvir, og tað rennur útav pallkantinum. Leivur, ið bæði dugir at dempa seg, tó við flottum kryddi, og so at “fýra av “ flottu og stundum krypisku soloirnar. Rógvi, ið er sum kletturin, ið trygt kann byggj­­ast á, tó at listarligar snild­ir koma ímillum, uttan at skaka rútmu ella heild. Arnold, ið saman við Rógva er kjølfest rútma. Ein lenar seg trygt afturá, tí her er alt í tryggum hond­­um, um­framt at bassurin ger snildir, spælir egnar leiðir, ið skapa aðrar grund­litir undir, tá hinir spæla sær, og so eigur bass­urin eisini her náttúr­ligt pláss sum solo­ljóðføri. Finnur, ið dugir so mangt, men sum tangent­snill­ingur bæði leggur seg sum yndis­ligt tónlag undir, og sum kann taka eina solo, ið gevur anda­­neyð.
Hjá teimum tykist so lætt og ómakaleyst at skapa hesar stóru løturnar, ið festa seg, og fær okkum at leingjast efter fleiri slíkum.
Her er talan um serflokk innan tónleikarar! Og vit, sum høvdu vónað, at onkur løta við Plúmm, og teirra tónleiki, onkuntíð aftur kom í Norðurlandahúsinum, fingu okkara 10-15 minuttir hetta kvøld, har Plúmm róði afturá og vísti kynst­ur síni. Takk fyri tað!!
Hug­tak­andi var eisini løtan, tá Rúna á Heygum sang Hákunar­drongur. Óføra røddin er minst líka góð enn.

Gott
Sum heild ein góð konsert. Sat ikki rætt fyri til at kunna góðsku­­meta ljóð ella ljóðmynd. Róð hevur ver­ið fram undir, at Terji ikki “fekk allar teir høgu tónar­nar heilt við”. Kanska er okkurt í hesum. Fríggjakvøldið var kanska okkurt, serliga í byrj­anini, ið kundi bent á, at hann ikki hoyrdi nóg væl, men føddi frontmaðurin staðfesti seg eftir mínum tykki hetta kvøld, og hetta stjól á ongan hátt heildar­myndina.
Tá allar perlurnar høvdu ljóm­að, slapp eisini skaldið Anker Eli á pall at taka ímóti lógva­brestunum, væl uppiborið. Tað er ikki hvønn dag at vit uppliva slíkt, ið gongur upp í hægri eind; tónleikur, orð og tónleikarar og framførsla!!