Ian Anderson: Tíðliga í song og reisir snimma

Fremsti maðurin í Jethro Tull helt týsdagin sín 57 ára føðingardag í Føroyum. Hann er ikki eitt veitslumenniskja og føðingardagar eru ikki nakað hann ger nakað burturúr, uttan so, at onkur annar fyllir ár. Anderson minnist ikki, nær Jethro Tull seinast spældi fyri færri enn 1000 fólkum, kanska var tað í 1968. Best dámar honum at liggja í songini, tá klokkan gerst 23, men so er hann eisini á fótum um 6 ella 7 tíðina. Her hugleiðir hann um tónleik, tónleikalív, fiskaaling og matídnað og lívið sum heild, tá ein er í búnum aldri

 
Tað er av sonnum eitt heimsnavn, ið vitjar listastevnuna og longu í vár var útselt til konsertina við Jethro Tull.
Sosialurin hitti Ian Anderson mikumorgunin, innan hann og hinir í bólkinum fóru at gera klárt til konsertina á kvøldi.
                      Jethro Tull  hevur selt eini 60 milliónir eintøk av útgivnu útgávunum, 2500 konsertir í 40 londum í 30 ár er tað blivið til, síðani byrjan í 1968. Vanliga lurta eini 30.000 fólk, men til konsertina í Norðurlandahúsinum er rúm fyri 900 fólkum, og Ian Andersson minnist ikki, nær teir seinast hava spælt fyri so fáum fólkum og á so lítlum palli í so lítlum húsi, men kanska var tað í 1968, skemtar Ian Anderson, sum sammetir við, at bólkurin fríggjadagin spælir til útikonsert í Onglandi, har eini 15.000 fólk verða savnaði.
                      Men ein av orsøkunum til at superbólkurin vitjar Føroyar er júst ein øðrvísi uppliving og náttúran.
 
Vænti ongantíð nakað
Vit hitta Anderson í forhøllini á Hotel Føroyum fyri at tosa um føðingardag í Føroyum, um konsertina á kvøldi og um hvat hann væntar, og um lívið sum tónleikari og sum alari.
                      -  Tú rakti tvey evni, ið eg havi ilt við at tala um, føðingardagar og hvat mær dámar landið. Eg vænti ongantíð nakað, tá eg vitji lond og tað nervar meg ikki sørt, tá fólk spyrja hvat eg haldi um teirra vakra land. Fólk kenna sítt land og tey vita hvat tey hava, men eg kenni nógv aftur her, seyð, fjøll og annað, tí eg vitji nógv í Skotlandi, men eisini nógv av hesum er felags við onnur øki við hav, so sum Skotland, Hetland og mentanin tykist lík, sigur Ian Anderson, sum týskvøldið neyt ein betri bita á Vertshúsinum í Havn, eftir ferð í føroysku náttúruni.
                      - Men eg legði til merkis drekkivanarnar. Fólk kunnu drekka nógv og tað sigur mær, at tey hava pening, tí bíligt er tað ikki, staðfestir Ian Anderson.
- Men fólk eru fitt og fyrikomandi, men allastaðni eru spilt súrepli ímillum, men eg havi so ikki møtt nøkrum av hesum enn, sigur Anderson, sum ongantíð hevur væntað nakað, tá hann skal spæla ella tá hann vitjar, tí heldur vil hann gerast bilsin og hava eina avbjóðing.
- Tá eg fari á pall, so taki eg tað sum eina avbjóðing, uttan at vænta nakað. Kanska sum ein formel 1 kapping, har eg kanska byrji sum meistarin, men so kann alt henda. Eg spæli kanska eini 3 skeivar tónar í kvøld, men neyvan nakar leggur tað til merkis. Eg má arbeiða hart fyri at halda á í eini 10 ? 15 ár afturat og so komi eg kanska niður á 2 skeivar tónar fyri hvørja framførslu, smáflennnir Ian Anderson, meðan hugurin reikar, meðan mjørkin liggur tætt at stóru vindeygunum í gongini á hotellinum.
 
Føðingardagar
Ian Anderson helt týsdagin sín 57 ára føðingardag í Føroyum og skipað var fyri útferð og hugna á Vertshúsinum á kvøldi, men hetta var ikki júst orsakað av føðingardegnum.
- Sum so haldi eg ikki føðingardagar. Eg taki góðynskini til mín, men annars njóti eg, tá onnur fylla ár og tá hjálpi eg fegin til. Eg eri ikki veitslumenniskja, men sjálvandi er altíð stuttligt við smáum  hendingum, sum gera ein bilsnan, sigur Anderson.
- Mær dámar best at liggja í songini, tá klokkan gerst 23, og eg eri eisini á fótum um 6 ella 7 tíðina og júst hetta er eingin trupulleiki her, tí teir arbeiða upp á takið her á hotellinum, so teir ganga uttanfyri vindeygað, so gardinurnar helst mugu vera fyri, tí tað er neyvan nakar, sum ynskir at síggja okkara trummuleikara naknan, skemtar Anderson.
- Mær dámar at vera í náttúruni. Men í morgun tá eg vaknaði helt eg, at føroysku myndugleikarnir høvdu gloymt at gjalda, so at realityshowið ikki fór frá, tá eg hálaði gardinurnar frá. Tað var , sum pappír var fyri vindeygað, so tjúkkur lá mjørkin og eina løtu helt eg, at eg var í einum flogfari. Á Isle of Sky, har eg ofta helt til, var á sama hátt við veðurlagnum og har ávirkaði hetta nøkur av fólkunum, sum gjørdust tunglynt, meðan nøkur ikki ávirkast, og so má eisini vera her, metir Ian Anderson.
 
Fiskaaling
Ian Anderson hevur í eini 25 ár fingist við fiskaaling.
Eg byrjaði í 1978 og helt á í eini 25 ár, men gavst so fyri trimum árum siðani, tó okkurt smávegis er eftir enn, sigur Andersson, sum hevði eini 400 fólk í arbeiði og sum hugsaði nógv um ábyrgdina av hesum.
Um kreppuna í heimsins alivinnu hevur Ian Anderson víðar hugleiðingar.
- Vit mugu sjálvi taka ábyrgdina av kreppuni í alivinnuni í heiminum, tí t.d. yvirframleiðsla er ein trupulleiki og er tað í so mongum greinum innan matídnaðin, metir Anderson, sum sveimar víða og sum ásannar, at úr øðrum londum ? sum finnast at ?kemur nógvur lortur rekandi til okkara leiðir og eisini er tað so, at tóku vit hóp av royndum, so ótu vit onki av tí, ið vit eta í dag, men sum einstakir framleiðarar hava vit ikki ráð til hesar royndir, hugleiðir Andrson.
Eg fann t.d. útav, at grísablóð var í fóðrinum til alifiskin og hetta er fyri 15 árum síðani, so vit hava vitað av samanhangi og trupulleikum longi, sigur Anderson, sum peikar á trupulleikan við matídnaðinum sum heild, har tað er trupult at finna dygd og ektaða vøru, men hann metir, at vit í Føroyum møguliga hava møguleikar fyri at koma at góðum mati, men annars er tað so, at fólk lata eyguni aftur og fara á McDonalds.
- Stuttligari er at spæla tónleik, tí matvinnan er ikki stuttlig, sigur Ian Anderson.
 
Tónleikur og aldur
- Tá ein er tónleikari í mínum aldri, so hugsar ein, at kanska eru eini 10 ár eftir. Tá eg fylli 70 ár fari eg kanska at broyta yrkisleið ? spæla tennis ella koyra rasarabil, skemtar Anderson.
- Nei, men kanska fari eg aftur at mála, tekna og skriva, sum eg havi fingist eitt sindur við, men tónleikur er mín samleiki. Eg eri einasti floytuspælari á heimsins rockpalli ? tann ringasti og tann besti ? og ongin ungur krúnprinsur er ávegis eftir krúnuni, hugleiðir Anderson.
Sagt verður um Jethro Tull, at disiplin er ein orsøk til, at teir halda enn.
- Tað er rætt, at manningin hevur sjálvdisiplin, eg meini, teir duga sjálvir at fara upp á morgni og teir skulu ikki sleipast inn í flogfari, men soleiðis er við teimum flestu, ið eg havi samstarvað við og eisini teir, ið fáast við at seta upp ljóðføri, eru í dag sera at sær komnir,og tað er so, at er onkur, sum ikki passar sítt, so er hann ikki við á næstu ferðini, so einfalt er tað, sigur Anderson.
- Tað er langt síðani, at vit hava spælt fyri færri enn 1000 fólkum, kanska var tað í 1968. Nei, men vanliga spæla vit á stórum ítróttar arenaum, og ofta á útkonsertum ella í kendum konserthallum og sammetast kann við, at fríggjadagin spæla vit fyri 15000 fólkum í Onglandi til eina útikonsert, sigur Ian Anderson, sum eisini hevur spælt saman við Uriah Heep, men sum tó bert hevur hoyrt um Ken Hensley, sum eisini vitjar Føroyar komandi dagarnar.
- Tað er so, at mong eru deyð innan tónleikaheimin, sum eg havi lurtað eftir og spælt saman við, sigur Anderson og biður tey, sum eru til rocktónleik og skemt um at finna fram til ein film um tónleikalív, tí hesin er so nær veruleikanum, hóast langt úti, at bólkar brúka hann sum dokumentar tilfar, heldur enn undirhhald. Filmurin (Spind Tab, ella nakað soleiðis, her skrivað leysliga í skundi, blðm.) er sera nær veruleikanum, sigur Ian Anderson,
Hýruvognurin kemur úr mjørkanum og manningin í Tull fer í Norðurlandahúsið at gera klárt til konsertina og eitt stutt, men vítt prát er at enda, og eftir stendur tónleikurin, og hóast Anderson ikki vil vænta nakað, so vænta føroyingar sær góða konsert, tað er prógvað av, at útselt var til konsertina í marsmánað.