Kula barnastjørnan er blivin vaksin

- Tað var bara natúrligt fyri meg at standa á palli, og eg fekk eitt kick eftir hvørja framførslu. Tað sigur Arnfríð Lützen, sum var ein av stjørnunum í bólkinum Kular Røtur. Nú er hon blivin vaksin og gongur nýggjar leiðir

Hon var tann smarta, fitta, ljóshærda gentan, sum sang kendu barnasangirnar um Veru, Tey kalla meg babe, Hon er omma mín og fleiri aðrar landaplágur. Hon er framvegis smart, fitt og ljóshærd, men nú syngur hon ikki longur barnasangir. Arnfríð Lützen er í dag 29 ára gomul, skrivar egnar sangtekstir og ger sjálv løg til. Hóast hon er blivin vaksin, hevur hon ikki gloymt ævintýrið, hon var í saman við hinum børnunum í Kulum Rótum.

- Tað var tá, eg lærdi at standa á palli og fekk blóð upp á tonnina at fáast við tónleik, sigur Arnfríð.


Sang við Eivør og Petsi

Tað var ikki heilt av tilvild, at Arnfríð byrjaði at syngja og framføra ymsastaðni í landinum saman við Kulum Rótum, tá ið hon var 15 ára gomul. Sum barn og fyrst í tannárunum búði Arnfríð í Gøtu; ein bygd, sum eigur nógvar góðar tónleikarar.

- Tónleikurin hevur altíð fylt ein stóran part av mínum gerandisdegi. Eg sang nógv longu sum barn, og tá eg bleiv eitt sindur eldri, vóru vit nøkur, ið plagdu at fara í Losjuna at jamma, minnist Arnfríð, sum eisini hevði vinkonur, ið dámdi at syngja.

- Eg, Petsi og Eivør vóru vinkonur, og vit plagdu eisini at syngja saman, greiðir Arnfríð frá. Sum níggju ára gomul hevði hon sína fyrstu framførslu nakrantíð, og hana minnist Arnfríð væl.

- Tað var inni á Strondum, og eg skuldi syngja sangin “Omma” hjá Símun Konoy. Eg minnist, hvussu stolt eg var, tí eg skuldi standa fremst, og so hevði eg tvær kórgentur aftan fyri meg, sigur Arnfríð og flennur.

Tað var tó ikki fyrr enn Arnfríð sum 14 ára gomul flutti til Klaksvíkar at búgva, at tónleikurin veruliga fór at fylla nógv í gerandisdegnum hjá Arnfríð. Hon luttók í sangkappingini Ársins Songrødd í 1999 og gjørdist eisini vinnarin tað árið. Í skúlanum hevði hon eisini tónleik, har Steintór Rasmussen undirvísti. Tá hann ein dagin spurdi, um hon var áhugað í at koma í ein bólk, var hon ikki sein at siga ja.

- Tað var ótrúliga spennandi og ein fantastiskur møguleiki hjá mær at sleppa at syngja saman við øðrum børnum og ungum, sigur Arnfríð.


Stuttligt at vera barnastjørna

Hon minnist á nógvar góðar løtur frá tíðini, har hon var partur av bólkinum Kular Røtur.

- Vit vóru ymsastaðni í Føroyum og framførdu fyri eini rúgvu av børnum. Tað var altíð eitt stórt upplivilsi at sleppa á pallin at syngja sangirnar, sum børnini so við og við dugdu uttanat, sigur Arnfríð. Serliga væl minnist hon ta ferðina, tá bólkurin fór til Grønlands á konsertferð

- Tað var ein uppliving, sum vit øll vóru ótrúliga glað fyri at hava saman. Vit sungu eisini onkran sang á grønlendskum, og tá sungu øll tey grønlendsku børnini við, sigur Arnfríð.

Hon minnist bara árini við Kulum Rótum sum eina góða tíð, og ongantíð upplivdi hon, at vinfólkini og onnur børn øvundaðu henni, av tí at tað gekst henni væl sum barnastjørna.

- Øll vóru glað mína vegna og stuðlaðu mær. Eg hugsaði eisini eitt sindur um, at eg ikki skuldi vera “handan har, sum heldur seg vera”. Eg var bara eg, greiðir Arnfríð frá. Hon sang nógv og ofta fyri stórari fólkamongd, men allíkavæl var tað ikki altíð eins lætt at vera tannáringur og hoyra seg sjálva syngja í útvarpinum.

- Onkuntíð, tá øll familjan sat saman rundan um borðið, kom onkur sangur hjá mær í útvarpið, og so hugdu øll upp á meg. Eg minnist, at eg var ordiliga flóv at byrja við, fortelur Arnfríð og smílist.

Hon heldur, at hon lærdi nógv, meðan hon var við í Kulum Rótum

- Eg lærdi, hvussu eg skuldi upptraðka, og so við og við lærdi eg eisini at vera meira frí á pallinum, greiðir Arnfríð frá.


Var ikki nóg seriøs

Tá Arnfríð var 17 ára gomul byrjaði hennara ævintýr saman við hinum kulu rótunum at enda. Henni dámdi framvegis væl at syngja, men vildi fegin gerast betri sangari, og tí fór hon til Íslands á sangskúla. Pengar til ferðina og uppihaldið hevði hon, tí í fleiri ár hevði hon lagt pengar til síðis fyri at kunna keypa eitt klaver. Klaverpengarnir vóru so brúktir til Íslandstúrin. Arnfríð var í Íslandi í einar átta mánaðir, áðrenn leiðin gekk aftur til Føroya. Hon treivst væl í Íslandi og brúkti aloftast frítíðina saman við øðrum føroyingum. Men tá Arnfríð lítur aftur á ta tíðina, vildi hon ynskt, at hon gjørdi meira við sangin.

- Eg angri eitt sindur, at eg var so óseriøs. Ikki tí, eg lærdi nógv innan sangteknikk, sum eg eisini brúki í dag, men eg kundi lært enn meir, um eg hevði lagt meira tíð og orku í sangskúlan, greiðir Arnfríð frá.


Saknaði tónlistarliga rúsin

Seinastu árini hava vit ikki hoyrt hoyrt stórvegis frá Arnfríð, men sambært henni er tað ikki tí, at hon hevur verið troytt av tónleiki.

- Eg gjørdist eldri, fekk eina dóttur og eg valdi at fokusera upp á onnur ting enn tónleik, sigur Arnfríð, sum tó heldur, at tónleikurin fór í so nógv í bakgrundina, tí áhugin fyri tónleiki hevur allatíðina verið til staðar.

- Tónleikurin byrjar at fylla nógv aftur, og tað dámar mær væl. Í fjør kom klaverið, sum eg so leingi havi ætlað mær, endiliga í hús, sigur Arnfríð flennandi. Í løtuni gongur hon á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetinum, men ein stórur patur av frítíðini fer til tónleik.

- Eg saknaði tónlistaliga rúsin, og tí eri eg meira miðvís, nú eg skrivi sangtekstir og geri løg til. Eg havi longu fleiri sangir, sum eru klárir at spæla inn, sigur Arnfríð og avdúkar, at hon kundi hugsað sær at givið út egna fløgu ella eina LP einaferð seinni í ár. Í løtuni er sangur hennara Kyksendi nógv at hoyra á útvarpsstøðunum, og hóast teimum flestu dámar nýggja alternativa stílin hjá Arnfríð, eru summi, ið sakna tað gamla og meira melodiøsa, sum Arnfríð plagdi at syngja.

- Teimum ungu dámar væl nýggja stílin. Eldra ættarliðið er heldur meira ivingarsamt og saknar tað meira pena og pussaða ljóðið, greiðir Arnfríð frá. Sjálv er hon væl nøgd við nýggju tónlistarligu gøtuna, hon er byrjað at ganga á.

- Tað er stuttligt, at fólk enn kenna meg aftur sum “gentan frá Kulum Rótum”, men nú geri eg nakað annað, og mær dámar tað væl. Eg eri blivin vaksin, og tað sama er tónleikurin, sigur Arnfríð.