Gospelbólkurin The Dixie Hummingbirds er millum heimsins elstu og kendastu av sínum slag, og í fjør vóru teir í Føroyum og spældu á G! Festivalinum. Stutt áðrenn teir sungu á sandinum í Syðrugøtu, prátaði Meinhard Jensen við oddamannin í bókinum, Ira Tucker. Prátið, ið fór fram í seymistovuni í Tøtingarvirkinum, er nú komið svart á hvítt
Samrøða
Meinhard Jensen
post@sosialurin.fo
Verðin uttanfyri var vekk eina løtu – og hon var ikki keðilig, tí tað var sól og G! Festivalur – tí ein metur frá mær sat Ira Tucker og hugleiddi um gamlar dagar. Hann tosaði seint og spakuliga og ótýðiliga, so tað var bara at lurta og royna at fáa alt við. Hann hevur havt nógvar samrøður við fólk, so eitt kjakforum í USA varð biðið um hjálp, og tey høvdu nøkur góð spurningauppskot: tosa um gomlu dagarnar, tosa um The Dixie Hummingbirds, spyr hann um aðrar sangbólkar, spyr um konsertir, sum hann minnist.
Hann sá eitt sindur út sum ein stjørna. Stórar ringar á fingrunum og flottar brillur.
- Eg kundi hugsað mær at tosa um gomlu dagarnar. Hvussu byrjaði tað? var fyrsti spurningurin. Hann segði, at bólkurin byrjaði, meðan hann var barn, men at hann varð boðin uppí, tá hann var 13 ár. James B. Davis var tá leiðari í bólkinum, og Davis spurdi mammu Ira, um hann kundi taka hann við sær, og tíðirnar vóru so ringar, at hon kundi bara siga ja, men tað gjørdi hon eisini gleðiliga. Tey áttu onki, og hann var arbeiðsmaður longu sum barn, fyri at fáa tað at hanga saman hjá familjuni. Fyrsta arbeiðið gav honum ein dollara um vikuna. Tá hann fór heimanífrá upp í Dixie Hummingbirds, forvann hann fýra dollarar um vikuna.
Hann byrjaði at syngja saman við Dixie Hummingbirds í Greenville í statinum Carolina, tjúgu kilometrar frá heimbýnum. Hetta var í 1938. Teir fóru skjótt til Philadelphia í Pennsylvania og vóru har í seks mánaðir. Har tók legendan John Hammond sær av teimum og skaffaði teimum arbeiði í hálvt ár afturat. Hesi hava verið formativu árini hjá teimum, tí at í Philadelphia arbeiddu teir undir tveimum øðrum nøvnum, tí at Dixie mundi vera ov suðurstatskent í Philadelphia.
Vandu nógv
Spurdur um, hvørjum teir lurtaðu eftir, svaraði Ira, at teir arbeiddu fyri tað mesta. Teir vandu átta tímar um dagin, frá ellivu til sjey. Og so vóru teir á palli frá níggju til tíggju um kvøldið. Teir lurtaðu nógv, men høvdu ikki somu hentleikar sum í dag.
- Sóu tit tykkum sjálvar sum ein studiobólk ella ein konsertbólk?
- Vit royndu at sleppa í studio. Teir høvdu longu tikið eina plátu upp, áðrenn eg kom uppí, segði hann.
Seinni í samrøðuni segði hann, at hann taldi upp í nakrar 70 útgávur og gavst at telja, tá tey byrjaðu at gera fløgur.
Eg spurdi eisini, um teir sungu meir í kirkjum, ella um teir sungu allastaðni. Mest tí at teir sungu á Newport fólkafestivalinum í 1966, og eftir tað sungu teir mest í kirkjuligum høpi. Men í 1973 sungu teir undir hjá Paul Simon á einum sangi, sum gjørdist eitt stórhitt og seldi oman fyri miljónina. Ira hugsaði ikki um tað soleiðis. Hann segði bara, at teir sungu allastaðni. Í náttklubbum og kirkjum, til konsertir. Allastaðni sum fólk tímdi at lurta. Teir sungu eisini í Carnegie Hall og í Madison Square Garden.
Teir vóru ein gospelbólkur, men hann krógvar ikki, at teir eisini vildu sleppa inn á marknaðin og syngja fyri nógvum fólki og selja nógvar plátur. Og hesin eyðmjúki oldingin vísir farra av errinskapi, tá hann sigur frá sambandi við Elvis, Bob Dylan, Sam Cooke, Lester Young, John Hammond, Stevie Wonder, Paul Simon, mammu boksaran Joe Louis og onnur.
Hann segði um tíðina í New York, tá teir vóru á plakatini saman við einum sjónleikara, sum undirhelt, at tað var betri enn í Philadelphia, tí at har høvdu teir samband við øll hini listafólkini. Har var eingin rasuskilnaður. Men tað var bara inni í bygninginum, at eingin rasuskilnaður var. Eg spurdi býttisliga, um húðarlitur var ein stórur spurningur tá.
- Yes. Oh, yes! A big issue! segði hann.
Bara gospel
Ira kom inn á hetta her við at syngja gospel og bara gospel. Tá tók eg mær høvið at spyrja um Sam Cooke, hin stóra soulkongin. Cooke sang gospel fyrst og fór síðani at syngja soul og at liva lívið, og tað endaði við, at hann varð skotin og doyði á einum bíligum hotelli. Ira hevði bara vøkur orð at siga um Sam. Teir kendust leingi, eisini langt áðrenn Sam fór upp í Soul Stirrers. Men hann helt ikki, at tað gagnaði Sam tað stóra at vera so kendur og at eiga so nógvar pengar. Eg spurdi, um Dixie Hummingbirds nakrantíð vórðu lokkaðir burtur frá gospel.
- Ofta, segði hann. Sjálvt tann maðurin, sum tók sær av at taka pláturnar hjá teimum upp, sum teir høvdu so góð viðurskifti við. Hann helt tað vera upplagt at syngja popp, sum Ira kallaði tað, tí at so fingu teir meir pengar. Men teir hava sæð tað sum trúskap ímóti kallinum at halda seg til sangir um Jesus og himmalin og trúarlív osfr. Hann helt, at teir kundu havt vunnið tríggjar ferðir meiri pening, um teir valdu popptónleikin.
Bestu kvartettirnar
Sangstílurin hjá Dixie Hummingbirds kallast jubilee quartet style. Eg vildi vita, hvørja kvartett honum dámdi best. Hann nevndi Norfolk Jubilee Quartet. Hetta var ein kvartett við Norman Harris sum leiðara, sum byrjaði við at spæla blandað andaligt og verðsligt, men seinni skifti til at bara spæla gospel.
- Teir kenni eg, segði eg, men fakta er, at eg havi bara ein sang. Men eg visti, at Elvis spælir minst ein og kanska fleiri sangir í teirra útseting, so eg segði, at fleiri útsetingar hjá teimum hava yvirlivað.
- Ja, segði hann.
- Eg havi brúkt nógvar av hansara útsetingum. Mær dámdi hann, tí at hann dugdi at gera so nógv við sangirnar. Hann dugdi ikki at syngja »hard gospel« av tí slagnum, sum vit syngja, men mær dámar hann, tí at hann fær tað at ljóða pent.
Diamond Jubilation
Eftirsum at fløgan Diamond Jubilation, sum er fýra ára gomul, er tann, sum vit kenna best, tí at hon hevur verið mest spæld í ÚF, Rás2 og Lindini, fekk hann ein spurning um hana. Spurningurin var, um produsarin hevði stóra ávirkan á sangirnar og ljóðið. Larry Campbell, sum spældi gittara hjá Bob Dylan frá 1997 til 2004, produseraði plátuna, og hann fekk ein sang frá Bob Dylan, sum hann ikki hevur spælt inn sjálvur. Ira svaraði, at produsarin kom við flestu sangunum, og at hann bara skrivaði ein ella tveir sjálvur, men hann helt sjálvur, at Diamond Jubilation er ein tann besta plátan hjá teimum. Men tað var bara keðiligt, at plátufelagið ikki gjørdi meir fyri at fáa hana selda.
Á veg út úr Tøtingarvirkinum
Ira tosaði um onnur ting. Um Elvis og um føroysku fjøllini. Tað er alt á bandi, og kanska tað verður brúkt til okkurt seinni. Á vegnum út tók hann í hondina á Rutt, konu míni, sum hevði sitið aftan fyri okkum alla tíðina, uttan at eg visti av tí. Hon segði við hann, at pápi hennara hevur sungið bass í einari kvartett í nógv ár. Eg legði afturat, at vit hava tvey smábørn. Tá segði hann, at hann og konan hava trý børn. Av teimum var ein sonur, sum sang við The Pretenders í 22 ár, og ein dóttir, sum sang saman við Stevie Wonder í 18 ár. Ein so eyðmjúkur maður hevur neyvan brúk fyri at reypa. Men eg haldi heldur ikki, at tað var tí, at hann segði tað. Hann segði tað sum ein pápi, sum tosar um børn síni. At hann dugdi at skemt við aldrinum, vísti hann eisini á vegnum út. Hann fór yvir til eina stóra plakat við einum manni á og segði
- er hatta ein plakat? Nú mundi eg heilsað upp á handan mannin.
Ein tíma seinni fóru Dixie Hummingbirds oman á sandin at syngja, og tað var ein stór uppliving.