hendavegin at gera ymsar ábøtur og fyrireikandi arbeiði í haganum. Tá korona so kom og órógvaði varð skipað fyri tiltaki bara fyri føroyingar – og einum, har bæði føroyingar og útlendingar. – Nú verður [...] jarðareigarar og bygdafólk finna saman um loysnirnar og ikki minst, fáa tær framdar. Tað er kanska virðismesti ágóði við átakinum, tí ein skipað ferðavinna snýr seg í botn og grund um samstørv og samskipan [...] verður tiltakið aftur fyri útlendingar og føroyingar, har tað helst verður helvt um helvt føroyingar og útlendingar. Og at tað kemur væl burturúr, kann Jóhan Pauli Helgason staðfesta. – Tað verður líka
Kim Simonsen samrøða og ummæli »« Fyrst kom Borat, nú koma so tveir enn ógvusligari og meiri álvarsligir “mocumentary filmar”. Í øðrum er tað Anders Fogh Rasmussen, ið verður dripin og í hinum “Death Of A [...] politikarar og nógv kjak í millum øðrum Danmarks Radio. Filmurin AFR skapar sína egnu filmgenru, leikstjórin hevur haft samrøður við fólk sum Piu Kjærsgaard og onnur, sum hann so hevur klipt sundur og saman [...] saman og brúkt í einum øðrum konteksti. Pia Kjærsgaard, Naser Khader, Søren Søndergaard, Helge Adam Møller og Henrik Qvortrup eru øll við. Eisini eru klipp við Kofi Annan, Romano Prodi, George W. Bush og øðrum
Síðan hava Uni Næs og nú Inga Poulsen Dam eisini verið prestar í Vágum og Norðurstreymoy. Kirkjutænararnir í Miðvági eru fleiri í dag. Deknar eru Leivur Nattestad og Hans Jørgensen, eins og Marianna Simonsen [...] hátíðarhaldið er Miðvágs Krkja sett í stand og málað øll sum hon er. Millum annað eru vindeyguni skift út, og kirkjan er málað. Tann, sum hevur sæð kirkjuna innan áðrenn og eftir, at hon er málað, kann bara ásannna [...] ella Bónda Heina, sum miðvingar nevndu hann. Hann teknaði kirkjuna og stóð eisini fyri byggingini. Hann hevði verið í Noreg og lært og hevði ivaleyst eisini fingið íblástur til kirkjuna har yviri, heldur
ferðir saman og settu síðani Sjómannadagin á stovn. Sjómannadagurin skuldi vera eitt rúsfrítt tiltak fyri familjuna, børn og vaksin, og alt skuldi vera ókeypis. Teir fingu 10 fólk við sær, og fóru undir [...] Oliver Joensen hevur verið í nógvum vási. Í 1975 keypti hann, og gjørdist blaðstjóri á Norðlýsinum, og endamálið við blaðnum hevur verið greitt øll árini. – Norðlýsið skuldi røkja áhugamálini hjá Norðoyggjum [...] nýggjastu tøknina sum tá var. Seinni gjørdist hann blað- og myndamaður. Í 1975 fekk hann í boði at keypa Norðlýsið. Saman við fimm vinmonnum og nøkrum fyritøkum í Klaksvík keypti hann Norðlýsið fyri 25
Sambandinum í lut, men so varð ikki, og tí var formansstarvið í vinnunevndini upplagt. Seinasta formansstarvið sum fall Sambandsflokkinum í lut, var í trivnaðarnevndini, og eins upplagt sum í hinum framman [...] Tungur burður Eins og seinast var telvingin hjá Fólkaflokkinum drúgv. Hóast tað beinanvegin tóktist sera sannlíkt, at Jacob Vestergaard skuldi gerast formaður í uttanlandsnevndini, og at tað var eins sannlíkt [...] er nývald, meðan Rodmundur Nielsen, Joen Magnus Rasmussen og Brandur Sandoy eru eykavaldir. Rodmudur er tann einasti, sum hevur sitið á Tingi, og tí kundi tað verið hugsandi, at tað gjørdist hann, sum fekk
við seksmannaførum, og umframt Havgásina, sum gekk burtur, og Beskytteren, vóru hesir bátar á útróðri henda dagin fyri hundrað árum síðani: Oddur, Ormurin Langi, Svanurin, Svínoyggin og Gamla Laura. Jógvan [...] barometrið í botni, og vit fóru í myrkri og settu fyri lýsing Úti í Miðhavi hjá svínoyingum. Veðrið var hampuligt, meðan vit settu línurnar, men hann stóð sum ein ímpottur sunnanfyri, og skjótt gjørdi hann [...] línurnar drignar inn av kraft, og eingin talaði um at ganga frá. Vit fingu passaliga tungan bát av sløgdum fiski og kastaðu grótið út. Siglingin Vit vóru norðasti bátur, og eftir umstøðunum lógu vit ringast
Olsen á Lava var traðar- og útróðrarmaður, og hansara fyrsta trøð varð tinglýst 1/2- 1872 saman við henni hjá Sámal á Kák, sum var granni hansara. Við sliti og áhaldni eins og við vánaligum reiðskapi eftir [...] á Lava var føddur 3/8-1845, og er hann sostatt yngstur av børnunum hjá Óla Petersen Lavesen og Onnu Mariu Thomasdatter. Hann varð doyptur í Havnar kirkju tann 24/8-1845 og fermdur í hesi somu kirkju 15/4-1860 [...] 6/4-1815 og konuna Johannu Catrinu Johannesdatter, fødd 1/4-1824. Teirra heim varð Funningsstova úti á Reyni, sunnan fyri ”Ydun”. Heimið hjá Jákupi Tauser og Elsebeth lá sunnalaga í ”Kielerkanalin” og ber navnið
Harley Bertholdsen og Marek Wierzbicki sum ytstu miðvallarunum. Ætlanin riggaði ongantíð. Ytstu miðvallararnir vóru meiri vongverjar enn miðvallarar, og tað vil siga, at Jan Joensen og Rógvi Jacobsen oftast [...] mitt á, og harvið vórðu mótstøðumenninir illa ansaðir og klaksvíkingarnir alla tíðina yvirspældir. Ætlanin var at leggja trýst á mótstøðumenninar langt frammi á vøllinum. Tað megnaði KÍ ikki, og so var [...] teirra leiklutur var. Temjingarnar og sendingarnar vóru nógv minni neyvar, enn tær plaga at vera, og tað hevði aftur við sær, at bóltarnir ofta vóru sparkaðir fram á vøllin, og so komu teir beinanvegin aftur
teimum munaðu væl betri, enn tey gjørdu umborð á Lómi, og stútt og støðugt og ógvuliga sannførandi legði Riddarin upp á síðuna av Lómi, fór framum og dróg frá. Í endaspurtinum var eingin spenningur. Riddarin [...] var nummar átta og aftast á Norðoyastevnu. Á Sundalagsstevnuni stríddu tær seg fram á fimta plássið, og hesa ferð gekk uppaftur betur hjá Hvassa. Hvassi var kanska fremstur eitt skifti, og avrikið hjá teimum [...] Jarnbardur, og so var langt aftur til Hvessing. Ørnin spenti sínar veingir Tær úr Sandavági vóru favorittar í kappingini millum 5-mannafør við kvinnum. Tær høvdu vunnið bæði í Klaksvík og Kollafirði, og tað gjørdu
tað sama bæði við útsjónd, ljósi og ljóðburði. Sjey arbeiði Tilsamans verða sjey tað arbeiðstakarar um at byggja verkætlanina, tríggir úr Suðuroy og fýra norðaneftir. Og seinnapartin mikudagin vórðu sáttmálar [...] annars Ólavur Rasmussen, Juanna Schrøter Joensen og Christian Mejdahl, fyrrverandi fólkatingsmaður og formaður Fólkatingsins, og føddur á Tvøroyri. Í bygginevndini sita Kristin Michelsen, borgarstjóri [...] húsið var bara til fortreð fyri menningini á havnalagnum á Drelnesi og sterkar kreftir, eisini í býráðnum, ætlaðu at ríva tað niður og tað ongantíð ov skjótt. - Tað eru als ongar ætlanir um at varðveita