Eitt nátturuverndargjald frá øllum ferðafólki hevði munað

Tað heldur Jóhan Pauli Helgason, sum er menn­ingarleiðari hjá Visit Faroe Islands

– Vit royna at fáa boðskapin út um eitt nátt­úruverndargjald frá øllum ferð­andi, sum koma til landið, so vit kunnu fáa pengar í ein grunn at ar­beiða við, sigur Jóhan Pauli Helga­son. Náttúran er tilfeingið hjá ferð­a­vinnuni, og tað er nátúrligt, at vit brúka ferðavinnuna sum amboð til at fremja náttúruvernd í verki.

 

Ikki tí tað er ferðavinnan sum slít­ur náttúruna, men tí hetta er ein nýggj inntøka og eitt upplagt høvi at gera nakað veruligt á hes­um øk­i­num, har vit eru so stórur eft­ir­bátur. Stórar íløgur mugu eisini gerast m.a. til eitt betri gøtukervi í haganum, so ferðafólk kunnu ferð­ast trygt og væl í Føroyum.

 

– Vilja vit eina væl skipaða ferða­vinnu í Føroyum, mugu vit gera nátt­úr­u­na betri atkomiliga við væl upp­merkt­um gonguræsum. Vit eru eitt fjarskotið oyggjasamfelag og tað er upp­lagt at taka gjaldið inn við tey bæði inn­komuportrini til landið held­ur enn at seta upp tilvildarlig og skemm­andi gjaldsportur kring alt land­ið.

 

Tað er ikki rætti vegurin at fara og átti at verið steðgað alt fyri eitt.

 

Tað sigur Jóan Pauli Helgason, sum er menn­ingarleiðari hjá Visti Faroe Island.

 

Hann vísir á, at stóri spurningurin er so, hvussu peningurin í einum nátt­úr­u­vernd­ar­grunni skal býtast út aft­ur og tað eru nógvir ymiskir mát­ar at gera tað – tað sum er av­ger­andi er, at peningurin verður mark­aður til náttúruna so ella so.

 

– Um vit ímynda okkum, at hvørt ferð­a­fólk, sum kemur til landið, rind­ar 100 krónur í hendan grunnin, so tosa vit um einar 12-13 milliónir um árið, so tað blívur skjótt til nógv­ar pengar, sigur Jóhan Pauli Helg­a­son.

 

– So har eru eitt sindur av peng­um, sum kundi verið brúktir ymsa staðni kring landið, heldur hann.

 

Tað hevur verið ringt at fingið semju um málið um gongd í haga. Og tá tað var sett í samgonguskjalið, at semja skuldi finnast, so heldur hann, at málið nærum var deyðføtt frá byrj­an. Meiningarnar eru so nógvar og so ymiskar, at tað ikki er real­ist­iskt at finna semju millum all­ar partar.

 

– Nú er málið lagt í ein politskan fylgi­bólk við einum umboð fyri hvønn samgonguflokk og vit vóna, at sam­gongan verður samd um á­tøk, sum kunnu flyta málið rætta veg­in.

 

##med2##

 

Closed for Maintenance

 

Closed for Maintenance er átak, sum hevur til endamáls at fáa út­lend­ing­ar hendavegin at gera ymsar á­bøtur og fyrireikandi arbeiði í hag­a­num.

 

Tá korona so kom og órógvaði varð skipað fyri tiltaki bara fyri før­oy­ingar – og einum, har bæði før­oy­ingar og útlendingar.

 

– Nú verður tiltakið aftur fyri út­­lend­­ing­ar og føroyingar, har tað helst verður helvt um helvt før­oy­ing­ar og útlendingar.

 

Og at tað kemur væl burturúr, kann Jóhan Pauli Helgason stað­festa.

 

– Tað verður líka sum eitt evst­a­mark hjá kommunum og kunn­ing­ar­stov­um, og tú verður ovfarin av, hvussu nógv í veruleikanum kemur burt­ur úr upp á tveir arbeiðsdagar. Closed For Maintenance er vorðið frá­líkt peilimerki og eitt høvi at fáa ymiskt gjørt, sum annars kann tykj­ast vera ringt at fáa upp í lag at fáa framt. Tað hevur somuleiðis víst seg at vera ein sterk savningarmegi sum ger, at kommunur, kunn­ing­ar­stov­ur, jarðareigarar og bygdafólk finna saman um loysnirnar og ikki minst, fáa tær framdar. Tað er kansk­a­ virð­is­mesti ágóði við átakinum, tí ein skipað ferðavinna snýr seg í botn og grund um samstørv og samskipan.

 

Góð útlit fyri summarið

 

Korona hevur sum kunnugt gjørt seg harð­liga inn á ferðavinnuna, sum var í stórari menning framm­a­n­und­an.

 

Og hava útlitini verið døpur sein­astu tvey árini, so er støðan øðrvísi nú.

 

– Øll eru positiv, sum vit tosa við, og tað eru nógvar bókingar. So um støðan heldur, so verður tað eitt gott summar.

 

– Út frá teimum afturmeldingum vit fáa, er nógv sum bendir á, at  summ­arið helst fer at líkjast 2019, held­ur Jóan Pauli Helgason.

 

Ferðafólkaskipini fylla nógv

 

Ferðafólkaskip – ella cruice skip, eru stór­ur partur av ferðafólkunum í Før­oy­um. Tey umboða um­leið ein trið­ing av samlaða ferð­a­fólka­tal­i­numi, tó at tey ikki kasta eins nógv av sær, og onnur ferðafólk.

 

Visit Faroe Islands hevur áður víst á, at vit hava avmarkaðan kap­a­sitet í Føroyum, og at vit tí eiga at vera selektiv í mun til ferðafólkini vit fara eftir. Tí eiga vit at av­marka talið av teimum stóru ferða­manna­skip­unum sum koma til Føroya. Tí í mun til talið gevur hetta alt ov lítið til sam­felagið.

 

– Hetta eru útlendsk all inclusive hot­el, sum liggja við kaj, sigur Jóhan Pauli Helgason so speiskliga.

 

– Vit eru sum heild heppin við teim­um ferðafólkum, sum vit fáa til Føroya. Tey eru fyri tað mesta náttúrutilvitað fólk, ráð­stevn­u­gest­ir og onnur sum eru áhugað at uppliva Føroyar fyri tað vit eru. Tað eiga vit at byggja víðari á. Sambært heimasíðuni hjá Tórs­havnar Havn, so hava 55 ferða­fólka­skip boðað frá, at tey koma á Havn­ina í ár.

 

Úr »Ferðast í Føroyum«, Sosialurin 25. apríl 2022

 

 

Jóan Pauli Helgason er menn­ingarleiðari hjá Visit Faroe Island