Bárður og Jacob tungu formanssessirnar

Tað tók sína tíð at fáa telvingina um nevndarsessirnar upp á pláss, og serliga drúgva tíð brúkti Fólkaflokkurin at seta nøvn á. Men stutt eftir klokkan fýra í gjárr var alt greitt

Eftir at samgonguskjalið varð undirskrivað mánamorgunin, og landsstýrisfólk tilnevnd mánadagin seinnapart, var bert eftir at seta nøvn á tey, sum skulu manna løgtingsnevndirnar komandi fýra árini.
Hjá Sambandsflokkinum var skjótt greitt, hvørji fingu formanssessirnar, sum fullu flokkinum í lut.
Tað lá beint til høgrabeinið, at fyrrverandi fíggjarmálaráðharrin, Bárður Nielsen, skuldi fáa sessin sum fíggjarnevndarformaður. Hetta lá alla tíðina í luftini, og tað var neyvan nakar ivi millum tingmanningina hjá Sambandsflokkinum heldur.
Líka sannlikt var tað, at Alfred Olsen skuldi gerast formaður í vinnunevndini. Hann hevði verið sjálvsagdur sum løgtingsformaður, fall hesin postur Sambandinum í lut, men so varð ikki, og tí var formansstarvið í vinnunevndini upplagt.
Seinasta formansstarvið sum fall Sambandsflokkinum í lut, var í trivnaðarnevndini, og eins upplagt sum í hinum framman undan nevndu nevndunum, gjørdist tað Rósa Samuelsen, ið setist í tann stólin.
Tað var leingi ivi um, hvør skuldi í Mentamálaráðið, men tað endaði so við, at Bjørn Kalsø settist í landsstýrissessin. Tað ljóðaði, at Sambandið hesaferð vildi sleppa undan almannamálum, men hetta er ikki heilt rætt sambært Rósu Samuelsen, sum fegin hevði sett seg í tann landsstýrissessin aftur.

Tungur burður
Eins og seinast var telvingin hjá Fólkaflokkinum drúgv. Hóast tað beinanvegin tóktist sera sannlíkt, at Jacob Vestergaard skuldi gerast formaður í uttanlandsnevndini, og at tað var eins sannlíkt, at Bjarni Djurholm fór at stjórna mentamálanevndini, so var ein lítil ivi um rættarnevndina.
Tað undraði mangan mann, at Jacob Vestergaard varð vrakaður sum landsstýrismaður í fiskivinnumálum, og tí varð tað hildið vera eitt plástur á sárið, at hann einmælt varð valdur til formann fyri tingbólkin. Hetta førdi helst eisini til, at hann fekk sessin sum formaður í uttanlandsnevndini.
Bjarni Djurholm var upp á tal sum løgtingsformaður, men tað endaði sum kunnugt við, at Jógvan á Lakjuni varð settur á tann postin, og tí kom tað langt frá óvart á, at hann fekk sessin sum formaður í mentamálanevndini.
Av teimum fimm, sum annars manna tingbólkin hjá Fólkaflokkinum, eru tey fýra púra uttan løgtingsroyndir. Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir er nývald, meðan Rodmundur Nielsen, Joen Magnus Rasmussen og Brandur Sandoy eru eykavaldir.
Rodmudur er tann einasti, sum hevur sitið á Tingi, og tí kundi tað verið hugsandi, at tað gjørdist hann, sum fekk formanssessin í rættarnevndini, men har hevur flokkurin mett tað vigað tyngri, at Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir er beinleiðis vald, og tí gjørdist hon forkvinna í rættarnevndini.
Tað var væntað, at andstøðan skuldi hava formannin í landsstýrismálanevndini, men tað gjørdist í staðin Joen Magnus Rasmussen úr Fólkaflokkinum. Eisini fekk flokkurin formannin í útnorðurráðnum, sum gjørdist Brandur Sandoy, eins og Rodmundur Nielsen gjørdist formaður í lokalnevndini.
Sostatt fingu øll tingfólkini hjá Fólkaflokkinum formanssess.

Býtið av nevndarsessum
Høgni Hoydal stendur sum fyrsti valdi hjá løgtingsgrannskoðarunum, meðan hann og Helgi Abrahamsen eru valdir til limir í Norðurlandaráðnum.
At hava eftirlit við varðhaldsfangum vórðu vald Jóna Mortensen úr Sambandsflokkinum og Gerhard Lognberg úr Javnaðarflokkinum.
Annars er býtið av nevndarsessum millum flokkarnar soleiðis:
Fólkaflokkurin 13 + ein løgtingsgrannskoðara
Sambandsflokkurin 12 + lim í Norðurlandaráðnum + ein løgringsgrannskoðara + ein eftirlit við varðhaldafangum
Javnaðarflokkurin 9 + ein løgtingsgrannskoðara + ein eftirlit við varðhaldsfangum
Sjálvstýrisflokkurin 1
Tjóðveldi 11 + lim í Norðurlandaráðnum + ein løgtingsgrannskoðara
Framsókn 3
Miðflokkurin 5


Í kassa fyri seg:

Nevndirnar síggja soleiðis út

Fíggjarnevndin:
Fastir limir – varalimir
Bárður Nielsen – Reimund Langgaard
Bill Justinussen – Jógvan Skorheim
Jacob Vestergaard – Bjarni Djurholm
Eyðgunn Samuelsen – Gerhard Lognberg
Aksel V. Johannesen – Kristin Michelsen
Kristina Háfoss – Páll á Reynatúgvu
Rodmundur Nielsen – Joen Magnus Rasmussen

Uttanlandsnevndin:
Jacob Vestergaard – Hanus Samró
Helgi Abrahamsen – Jóna Mortensen
Bárður Nielsen – Reimund Langgaard
Kristin Michelsen – Aksel V. Johannesen
Høgni Hoydal – Kristina Háfoss
Jenis av Rana – Bill Justinussen
Poul Michelsen – Janus Rein

Landsstýrismálanevndin:
Joen Magnus Rasmussen – Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir
Rósa Samuelsen – Eivin Jacobsen
Sirið Stenberg – Høgni Hoydal

Vinnunevndin:
Aæfred Olsen – Edva Jacobsen
Hanus Samró – Brandur Sandoy
Jógvban Skorheim – Jenis av Rana
Aksel V. Johannesen – Kristin Michelsen
Bjørt Samuelsen – Páll á Reynatúgvu
Bjarni Djurholm – Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir
Janus Rein – Poul Michelsen

Trivnaðarnevndin:
Rósa Samuelsen – Jóna Mortensen
Bill Justinussen – Jenis av Rana
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir – Brandur Sandoy
Rigmor Dam – Aksel V. Johannesen
Sirið Stenberg – Kristina Háfoss
Bjørt Samuelsen – Gunvør Balle
Hanus Samró – Joen Magnus Rasmussen

Mentanarnevndin:
Bjarni Djurholm – Hanus Samró
Jóna Mortensen – Helgi Abrahamsen
Edva Jacobsen – Rósa Samuelsen
Rigmor Dam – Eyðgunn Samuelsen
Gunvør Balle – Sirið Stenberg
Høgni Hoydal – Poul Michelsen
Jenis av Rana – Bill Justinussen

Rættarnevndin:
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir – Rodmundur Nielsen
Eivin Jacobsen – Rósa Samuelsen
Reimund Langgaard – Helgi Abrahamsen
Gerhard Lognberg – Eyðgunn Samuelsen
Kristin Michelsen – Rigmor Dam
Páll á Reynatúgvu – Gunvør Balle
Brandur Sandoy – Jacob Vestergaard

Norðurlandaráðið:
Helgi Abrahamsen – Bárður Nielsen
Høgni Hoydal – Bjørt Samuelsen

Útnorðurráðið:
Brandur Sandoy – Rodmundur Nielsen
Poul Michelsen – Janus Rein
Edva Jacobsen – Alfred Olsen
Henrik Old – Rigmor Dam
Gunvør Balle – Kristina Háfoss
Bill Justinussen – Jenis av Rana

Løgtingsgrannsroðarar:
Høgni Hoydal
Kristin Michelsen
Reimund Langgaard
Joen Magnus Rasmussen

Eftirlit við varðhaldsfangum:
Jóna Mortensen
Gerhard Lognberg

Lokalnevndin:
Rodmundur Nielsen – Joen Magnus Rasmusse
Janus Rein – Poul Michelsen
Eivin Jacobsen – Rósa Samuelsen
Gunvør Balle – Sirið Stenberg