Miðvágs Kirkja hálva øld

Mikkjalsmessudag verður hildin føðingardagur fyri Miðvágs Kirkju, sum verður 50 ár. Hon er vígd 28. september 1952

Hátíðarhald

Miðvági:Sunnudagin verður hátíðarguðstænasta í Miðvágs Kirkju klokkan 11 og barnaguðstaænasta seinnapartin klokkan 15. Eftir barnaguðstænastuna er opið hús í Bygdarhúsinum, har millum annað framsýning verður við myndum, sum lýsa søgu kirkjunnar.
Tað eru í dag liðin 50 ár, síðan Miðvágs Kirkja varð vígd av Jákupi Joensen, táverandi prósti. Hátíðarhaldið verður í morgin, sunnudagin.
Nú upp undir hátíðarhaldið er Miðvágs Krkja sett í stand og málað øll sum hon er.
Millum annað eru vindeyguni skift út, og kirkjan er málað.
Tann, sum hevur sæð kirkjuna innan áðrenn og eftir, at hon er málað, kann bara ásannna, at tað, sum gjørt er við hana nú, avgjørt hevur prýtt hana.
Hendan dagin i vikuni, vit vitjaðu í Miðvági, var málarin við at leggja seinastu hond á verkið. Hann lakkeraði gólvið millum stólarnar, meðan presstur var í holt við okkurt annað, sum hond var at taka í inni í kirkjuni.
Prestur hevði hug at práta og vildi fegin siga frá um kirkjuna og tað, sum fara skal fram í samband við hátíðarhaldið.

Kirkjan flutt
Miðvágur er gomul kirkjubygd, men tær undanfarnu kirkjurnar hava staðið sunnanvert ánna. Har, sum minnisvarðin stendur í dag, greiðir David Johannesen, sóknarprestur, frá. Býlingurin hevur eisini navnið hjá sær. Hann eitur Við Kirkjar.
Men tá nú nýggj kirkja skuldi byggjast um miða seinastu øld, varð gjørt av at flyta hana norður um ánna.
?Tað var nú ikki bara sum at siga tað at fáa hesa kirkjuna upp at standa, greiðir David Johannesen frá. Tíðirnar vóru ringar, og ikki gekk heilt væl at fáa fíggjarligt grundarlag undir kirkjuna.
Løgtingið játtaði nakað av stuðuli, men vildi kortini hava, at kirkjan varð minkað fyri á tann hátt at fáa hana bíligari. Eisini varð sanvað inn í sóknini, til so mikið var fingið til vega, at farast kundi undir bygging.
?Men miðvingar vildu ikki minka kirkjuna, og gott er tað, duga vit í dag at síggja, sigur prestur. Tí Miðvágs Kirkja kann ikki vera minni enn hon er í dag, heldur hann.
Kirkjan varð so bygd undir leiðslu av miðvinginum Heina Joensen, ella Bónda Heina, sum miðvingar nevndu hann. Hann teknaði kirkjuna og stóð eisini fyri byggingini.
Hann hevði verið í Noreg og lært og hevði ivaleyst eisini fingið íblástur til kirkjuna har yviri, heldur David Johannesen.
Tá nýggja kirkjan var uppkomin, varð gamal kirkjan tikin niður, og tilfarið selt.
?Soleiðis fingu summir miðvingar sína egnu kirkju, sum onkur hevur tikið til, veit prestur at siga frá.
Einaferð í sekstiárunum fekk kirkjan orgul. Tað var danskt, men riggaði ongantíð nakað serliga væl, greiðir prestur frá. Tað ljóðaði væl, men tað mekaniska gekk fyri, so tað varð skift út aftur í 1990, tá eitt orgul frá Christiani Kruse í Havn varð sett upp.
?Hetta orglið hevur ein miðvágskona, Jonna Hyams, sum varð gift til Englands, goldið, sigur prestur. Hon lat umframt eina rættiliga stóra peningagávu til kirkjuna, sum í dag er væl fyri soleiðis, greiðir hann frá.
Eisini aðra gávu hevur Miðvágs Kirkja fingið, nú hon fyllir runt.
Miðvágskonur og aðrar við tilknýti til bygdina, hava seinastu vikurnar sitið í Trolhúsinum og vovið ein leypara úr føroyskum tilfari, sum er givin kirkjuni sum gáva frá Vága Vevskúla.
Hesin er vovin í einum og er tann longsti av sínum slagi í landinum, og helst eisini tann, sum gjørdur er upp á stytstu tíð. Einar tríggjar vikur við sjálvbodnum arbeiði, veit Sigga Johannesen, prestafrúan, at siga frá.
Leyparin er 17 metrar langur og røkkur eftir øllum skipsgólvinum og heilt fram til knæfallið, sigur hon. Sunnumorgunin verður hann tikin í brúk.

Fáir prestar
Hesa hálvu øldina, síðan Miðvágs Kirkja varð vígd, hava bara tríggir fastbúgvandi sóknarpresta verið í Vágum, umframt tann fjórða, sum nú er í hálvum starvi í Vágum og Norðurstreymoy.
Tá krikjan varð vígd, varð Johannes Follend prestur i Vágum, greiðir David Johannesen frá. Hann var prestur her frá 1947 til summarið 1963, tá Høgni Poulsen tók við.
Høgni Poulsen var so sóknarprestur í Vágum í 13 ár, til hann flutti til Havnar, har hann tók við í nýggju Vesturkirkjuni.
David Johannesen tók við sum sóknarprestur í Vágum tann 1. august 1977 og hevur sostatt júst havt 25 ára starvsdag.
Síðan hava Uni Næs og nú Inga Poulsen Dam eisini verið prestar í Vágum og Norðurstreymoy.
Kirkjutænararnir í Miðvági eru fleiri í dag. Deknar eru Leivur Nattestad og Hans Jørgensen, eins og Marianna Simonsen eisini plagar at vera at heita á, um teimum berst frá. Hon er líkasum ein »reservadeknur«, sum tó rímiliga ofta tekur eina hond í, sigur David Johannesen. Jón Eirikur Joensen er organistur, meðan klokkararnir eru heilir fýra. Teir eru Arendal Haraldsen, Erling Johansen, Mannbjørn Vang og Eigil Magnussen.

Hátíðarhald

Hátíðarhaldið í samband við 50 ára dagin hjá kirkjuni byrjar við guðstænastuni sunnumorgunin, har Hans Jacob Joensen, biskupur og David Johannese, sóknarprestur, fara at gera tænastu.
Vágakórið verður eisini við, veit prestur at siga frá. Bæði við kórsangi og eisini til at stuðla sálmasanginum ein slíkan dag.
Seinnapartin klokkan trý verður fmailjuguðstænasta í kirkjuni, har Inga Poulsen Dam, prestur, fer at prædika.
Tá tann guðstænastan er liðug, um fýratíðina, verður opið hús í bygdarhúsinum, har kirkjuráðið bjóðar ein drekkamunn. Ein ein myndaframsýning um kirkjuna verður at síggja, eins og eisini myndir av kirkjutænarum og frágreiðin um ta truplu byggingina verða at síggja.
David Johannesen væntar, at framsýnignin helst fer at verða opin nakrar dagar afturat sunnudegnum.