Tríggjar ferðir var Arnbjørn T. Hansen á rætta staðnum til røttu tíðina, og tað skuldi vísa seg at gerast munurin á EB/Streymi og NSÍ, tá liðini fyri aðru ferð í eina lítla viku møttust við Margáir og plássið í hálvfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið stóð upp á spæl. EB/Streymur vann 4-3 eftir umdyst og er áttanda árið á rað í hálvfinaluni í steypakappingini!
Tá Arnbjørn og liðfelagarnir vaknaðu, vóru bara einir tólv minuttir eftir av dystinum. Fyrst minkaði Niels Pauli Danielsen um munin við einum dundurfluktara, áðrenn Arnbjørn fyrst bleiv leysur innan fyri verjuna hjá NSÍ og síðani eftir eitt innkast saksasparkaði bóltin í málið til 3-3 og umdyst!
Dysturin hevði annars verið javnur at byrja við, men gestirnir vóru næskari og eisini meira avgjørdir, tá týðandi bóltar skuldu vinnast, og mitt í fyrra hálvleiki bragdaði fyrstu ferð, tá samanspælt úti í høgru síðu endaði við, at bólturin kom innfyri og endaði hjá Árna Frederiksberg, sum smekkaði til í málið.
Síðani gjørdi Klæmint A. Olsen um seg við tveimum skallarum, øðrum beint fyri stegðin og hinum eitt korter inn í seinna hálvleik, og so var NSÍ á odda 3-0. Og áðrenn EB/Streymur nakrantíð av álvara kom í nánd av at fáa mál, kundi NSÍ havt skorað bæði eina og tvær ferðir…
Fimm minuttir inn í umdystin, sum mátti spælast eftir 3-3 javnleikin í vanliga dystinum, gjørdi Arnbjørn T. Hansen vart við seg við sínum triðja máli, ið fullførdi hansara reina »hat-trick«, tá hann í tveimum atsóknum fekk sent bóltin í NSÍ-málið enn einaferð til 4-3, sum eisini bleiv endaliga úrslitið.
Okkurt serligt
Eftir dystin kundi høgri bakkur hjá sundalagsmonnum, Jónas Þór Næs, staðfesta, at hann nú hevði fingið sjón fyri søgn, at EB/Streymur er eitt steypalið úr serligum tilfari: – Ja, teir siga, at okkurt serligt er við steypakappingini og EB/Streymi, og tað fekk eg so at føla hesaferð upp á tann góða mátan, segði hann.
Jónas ásannaði, at tað sá ikki gott út hjá EB/Streymi í fyrra hálvleiki og væl inn í seinna hálvleik, tí spælið var ov vánaligt, men afturfyri var tað ótrúliga stuttligt at sleppa at venda dystinum soleiðis.
– Sjálvt um vit ikki hava spælt væl, havi eg ongantíð følt tað, sum at dysturin var liðugur í ótíð, tí har eru kvikir menn frammanfyri, sum altíð kunnu skora eitt mál upp á smáar kjansir. Vit eru altíð við, og tíbetur bleiv tað hesaferð til okkara fyrimun, segði hann og viðgekk, at tað kundi verið endað heilt øðrvísi:
– Tá tað var 3-0, fór Egil fram í álopið, men longu tá kundi NSÍ gott fingið okkurt mál aftrat og vunnið dystin, tí teir høvdu stórar kjansir, áðrenn vit komu í gongd. Men so fekk Niels Pauli hatta málið, sum kveikti vón hjá okkum og nervar hjá NSÍ, og tá vendi dysturin. Tað var heilt fantastiskt!
Betri báðar ferðir
Var frøin stór á sundalagsmonnum eftir fjórðingsfinalusigurin, vóru gestirnir úr Runavík tilsvarandi vónbrotnir, tí teir vóru á sigurskós so leingi og skuldu havt lukkað dystin, áðrenn EB/Streymur nakrantíð kom í gongd.
– Skuffilsið er sjálvandi øgiliga stórt, tí vit høvdu tað í pottinum, tá vit vóru á odda 3-0 og høvdu tamarhald á tí heila, so vit fyri tað saktans kundu verið frammanfyri við enn fleiri málum, staðfesti hjálparvenjarin hjá NSÍ, Helgi L. Petersen, eftir dystin.
– Nú standa vit við ongum, og tað er øgiliga keðiligt. Teir kastaðu alt eftir okkum, bókstaviliga, við sínum longu innkøstum inn til Pól Jóhannus Justinussen, og so høvdu teir Arnbjørn T. Hansen har, sum avgjørdi tað í dag. Tað sá ikki gott út hjá teimum, men nú eru teir í hálvfinaluni, og tað er flott.
Hóast tapið eftir umdystin í gjár, heldur Helgi seg kunna staðfesta, at NSÍ nú í tvær 90 minuttir á rað hevur spælt javnt ímóti EB/Streymi, uttan at standa nakað aftanfyri – heldur tvørturímóti:
– Vit hava verið klárt betri enn teir báðar dystirnar, og tað kunnu vit taka við okkum. Men teir eru í hálvfinaluni og tað eru vit ikki, so tað kunnu vit bara iðra okkum um. Eg haldi tó, at vit taka okkum fram fyri hvønn dyst, so alt sær ikki bara svart út allíkavæl, segði Helgi L. Petersen.
EB/Streymur-NSÍ 4-3 (eftir umdyst)
Vanlig leiktíð 3-3 (0-2)
0-1: Árni Frederiksberg, 22.
0-2: Klæmint A. Olsen, 45.
0-3: Klæmint A. Olsen, 66.
1-3: Niels Pauli B. Danielsen, 79.
2-3: Arnbjørn T. Hansen, 81.
3-3: Arnbjørn T. Hansen, 89.
4-3: Arnbjørn T. Hansen, 95.
NSÍ: Andras Gango – Jónhard Frederiksberg, Per Langgaard, Jens Joensen (Debes Danielsen, 96.), Einar Tróndargjógv – Árni Frederiksberg, Magnus H. Olsen, Sjúrður Jacobsen (Haraldur R. Højgaard, 103.), Andy Ó. Olsen (Meinhard E. Olsen, 115.) – Jann Martin Mortensen, Klæmint A. Olsen
Gult kort: Árni Frederiksberg, Magnus H. Olsen
EB/Streymur: René Tórgarð – Jónas Þór Næs, Egil á Bø, Marni Djurhuus, Gert Hansen (Rógvi E. Nielsen, 78.) – Pól Jóhannus Justinussen, Høgni Madsen, Niels Pauli Danielsen, Hans Pauli Samuelsen – Gunnar Zachariassen (Leif Niclasen, 61.), Arnbjørn T. Hansen
Gult kort: Egil á Bø, Hans Pauli Samuelsen, Gert Hansen, Pól Jóhannus Justinussen, Rógvi E. Nielsen
Dómari: Petur Reinert