Størsta altjóða vónbrotið hjá KÍ

Fótbóltur: Klaksvíkingarnir funnu ongantíð stevið og lógu rudduliga undir í øllum lutum móti eysturríkarum, ið vóru væl betri, enn tað frammanundan varð boðað frá

SVANGASKARÐ: Í leikskránni varð sagt frá, at KÍ ætlaði at skriva søgu á Svangaskarði hóskvøldið. Ætlanin var at leggja lunnar undir eitt samlað avrik, ið skuldi bera víðari luttøku í kappingini við sær. Henda søgan verður ikki veruleiki í ár. KÍ skrivaði ein dapran kapitul í sínari søgu, tí hetta var størsta altjóða tapið, teir hava lagt rygg til á heimavølli, og spurningurin er, um yvirmetingin av egnum evnum ella undirmetingin av styrkini hjá mótstøðumonnunum hevði sama árin, sum tað hevur verið tosað um var orsøkin til, at landsliðið tapti 5-0 í Estlandi í fjør.

Eysturríkararnir spældu akkurát soleiðis, sum Tony Paris segði í blaðnum í fyrradagin, men hvør sær og sum lið vóru teir væl betri, enn tað kann roknast við av liði, ið eitt føroyskt felag skal vinna við tveimum ella trimum málum ímóti, soleiðis sum KÍ venjarin hevði vónað. Myrki Amwuegbu var stórur, skjótur og sterkur í álopinum, Joachim Standfest, 19 ára gamli miðvallarin í vinstru, sum fekk sáttmála við felagið mikudagin, hevði gott máltev og dugdi at gera sær dælt av nógva plássinum, sum hann fekk, og liðformaðurin Dieter Ramusch var tann, sum úr miðvallarplássinum í høgru skipaði spælið.

Longu tá tíggju minuttir vóru farnir, høvdu eysturríkararnir skorað tvey mál ? báðu ferðirnar sektaðu teir, at verjuparturin hjá KÍ í vinstru var alt ov leysur ? og so snúði spenningurin seg ikki um, hvat liðið fór at vinna, men heldur um hvussu stórur sigurin hjá Grazer AK fór at vera. Teir øktu stutt fyri hálvleik eftir horna úr høgru og lítið sannførandi verjuspæl, og so skoraðu teir tvær ferðir fram móti dystarenda.


Tannleysir

KÍ kom ongantíð fyri seg. John Hansen, sum hóast hann var partur av ótryggu vinstru verjusíðuni, mesta partin av tíðini var tann, ið vísti mest sannførandi avrikið, sneiddi tíðliga fleiri av og royndi seg við høgrabeinsskoti úr sekstan metrum, men tað fór omanfyri.

Tá 19 minuttir vóru farnir hevði Arnold Joensen ein hundrað prosent møguleika, eftir at Marek hevði spælt hann leysan undir málinum, men skotið rakti málverjan. Heðin á Lakjuni stútaði omanfyri á hálva tímanum, eftir at Rógvi Jacobsen hevði rakt høvdið á Kurt Mørkøre, sum fyri einastu ferð allar 90 minuttirnar vann luftdyst, og síðani hevði KÍ ikki ein málmøguleika. Sjálvandi ber tað til at royna at ímynda sær, hvussu tað hevði lagað seg, um Arnold Joensen hevði fingið meiri burturúr sínum møguleika, men tað, sum stendur eftir er, at tað ivaleyst hevði borið til hjá eysturríkarunum at sett ferðina upp, um teir á nakran hátt høvdu kent seg hóttar.

Stephen Boyle í KÍ málinum hevði fleiri bjargingar, og eitt størri tap heldur enn okkurt málið til KÍ var meiri upplagt.


Illa skipaðir

Í fótbólti er tað so nógv, sum spælir inn á heildaravrikið. Avrikið hjá ymsu ketunum er treytað av hinum ketunum, hann, sum skal gera mál, krevur á sama hátt sum aftasti verjumaðurin at fáa hjálp frá liðfeløgunum, og rigga innanhýsis avtalurnar ikki, og er eitt lið veikari í ketuni, enn roknað verður við, so kann tað vera so skjótt, at alt fer av lagi.

KÍ, sum í eina tíð hevur hildið seg til 4-3-3 spæliháttin, ætlaði at spæla 3-4-3 við Harley Bertholdsen og Marek Wierzbicki sum ytstu miðvallarunum. Ætlanin riggaði ongantíð. Ytstu miðvallararnir vóru meiri vongverjar enn miðvallarar, og tað vil siga, at Jan Joensen og Rógvi Jacobsen oftast vóru einsamallir mitt á, og harvið vórðu mótstøðumenninir illa ansaðir og klaksvíkingarnir alla tíðina yvirspældir.

Ætlanin var at leggja trýst á mótstøðumenninar langt frammi á vøllinum. Tað megnaði KÍ ikki, og so var ongantíð talan um skipaðan verjupart, har allir á liðnum vístu, at teir vóru greiðir yvir, hvør teirra leiklutur var.

Temjingarnar og sendingarnar vóru nógv minni neyvar, enn tær plaga at vera, og tað hevði aftur við sær, at bóltarnir ofta vóru sparkaðir fram á vøllin, og so komu teir beinanvegin aftur í høvdið á klaksvíkingunum. Hetta gjørdi lívið sera strevið, og orkan gekk undan. Síðstu løtuna høvdu mótstøðumenninir fleiri góðar møguleikar, og teir skoraðu tvey mál eftir innlegg úr høgru og ongar markeringar við handara stólpa.


KÍ-Grazer AK 0-5 (0-3)

Fyrri dystur í innleiðandi umfarinum í UEFA Cup. Á Svangaskarði hósdagin 12. august 1999, kl. 17.00.

763 áskoðarar

0-1: Zeljko Radovic 7.

0-2: Joachim Standfest 9.

0-3: Zeljko Radovic 37.

0-4: Joachim Standfest 86.

0-5: Joachim Standfest 90.

KÍ: 1. Stephen Boyle ? 9. Andrzej Pacek, 4. Jan Andreasen, 10. John Ryan ? 5. Harley Bertholdsen (17. Ovi Nysted, 81.), 8. Jan Joensen, 2. Rógvi Jacobsen, 14. Marek Wierzbicki (3. Eyðun Klakkstein, 67.) ? 6. Arnhold Joensen, 11. Kurt Mørkøre, liðformaður

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: 12: Olgar Danielsen, 13. Niclas Niclasen, 15. Finn Baldvinsson, 16. Gunnar á Steig, 22. Meinhardt Joensen

Gult kort: Kurt Mørkøre 73.

Venjari: Tony Paris

Hjálparvenjari: Dánjal Jákup Joensen


Grazer AK: 1. Franz Almer ? 2. Gregor Pötscher (27. Christoph Stückler 46.), 3. Andreas Lipa, 5. Anton Ehmann, 18. Jürgen Hartmann ? 6. Dieter Ramusch, liðformaður, 7. Ales Ceh, 11. Enrico Kulovits (22. Ross Aloisi, 46.), 25. Joachim Standfest ? 21. Zeljko Radovic (16. Adu ?Skelly? Tutu, 71.), 10. Benedict Akwuegbu

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: 24. Wolfgang Rader, 28. Michael Höbler og 31. Andreas Schranz

Gult kort: Dieter Ramusch 55., Ross Aloisi 51. og Christoph Stückler 58.

Venjari: Klaus Augenthaler

Hjálparvenjari: Rainer Hörgl


Dómarakvartett úr Finnlandi: Jonni Hyytia, Markku Tiensuu, Tuomo Rantala og Mikko Vuorela

UEFA umboð úr Hollandi: Charles G. R. Corver


Seinni dysturin verður í Grazer hósdagin 26. august