Ein samkyntur Anders Fogh Rasmussen dripin í nýggjum filmi “Sætt at siga ein ótrúlig lygn”.

Kim Simonsen

 

“AFR er filmurin, sum Anders Fogh Rasmussen vil hata til hann doyr”

 

Carsten Jensen í komandi EKKO

 

“De politiske mord, der er sket i bl.a. Holland og Sverige de seneste år, er tragiske! Og et tænkt mord på Anders Fogh er ikke god værkstedshumor!”

 

Pia Kjærsgaard

 

 

 

Øsing av filmi um Fogh

 

Tað er ikki ofta, at ein forsætismálaráðharri verður dripin í einum filmi. Í filminum AFR verður Anders Fogh Rasmussen dripin av sínum homoseksuella elskara, Emil

 

Filmur

Kim Simonsen

samrøða og ummæli

»«

Fyrst kom Borat, nú koma so tveir enn ógvusligari og meiri álvarsligir “mocumentary filmar”. Í øðrum er tað Anders Fogh Rasmussen, ið verður dripin og í hinum “Death Of A President”, er tað Georg W. Bush, sum verður myrdur.

 

Filmurin AFR hevur longu skapt stóra øsing millum politikarar og nógv kjak í millum øðrum Danmarks Radio.

 

Filmurin AFR skapar sína egnu filmgenru, leikstjórin hevur haft samrøður við fólk sum Piu Kjærsgaard og onnur, sum hann so hevur klipt sundur og saman og brúkt í einum øðrum konteksti. Pia Kjærsgaard, Naser Khader, Søren Søndergaard, Helge Adam Møller og Henrik Qvortrup eru øll við. Eisini eru klipp við Kofi Annan, Romano Prodi, George W. Bush og øðrum.

 

Hetta er ein satiriskur filmur, sum við samrøðum og grovari rangsnúgvan skapar sína egnu søgu. Leikstjórin spælir sjálvur mordarin, Emil.

 

ARF fingið eina stóra virðisløn

 

Filmurin er gjørdur av 35 ára gamla leikstjóranum Morten Hartz Kaplers, ið fyrr hevur gjørt nógvar stuttfilmar. Hann er nýliga útbúgvin bæði frá Prag og frá filmskúlanum Super 16 í Keypmannahavn.

 

AFR var frumframførdur á altjóða filmfestivalinum i Rotterdam i februar 2007, har hann fekk fyrstu virðislønina., ið kallas ein “VPRO Tiger Award”. Nýliga var Morten Kaplers heilt yviri í Buenos Aires í Argentina. Filmurina skal við á 25 festivalar kring allan heimin.

Fogh er bert ein fasada

Kendi rithøvundin Carsten Jensen hevur bert lovorð at geva filminum. Hann heldur, at tað ikki er løgið, at fólk gera slíkar filmar um Fogh, tí hann er bert ein fasada:

 

“Men selv i en facade uden sprækker finder folkefantasien fodfæste, og hinsides den ellers altfavnende medieverden er der en hel skyggeverden af vedholdende (…).”

Carsten Jensen helt, at filmurin AFR var tað reina tvætl, tá hann hoyrdi um hann, rein avmakt, men eftir at hava sæð hann sigur hann í DR:

“Morten Hartz Kaplers' film er alt det modsatte. Den er i grunden ikke satire, man bevæges oftere end man ler, ikke et øjeblik appelleres der til ondsindet hoveren, og man forlader biografen i en sjælden sindsstemning, fordi man har overværet noget så kategorisk u-cool og u-trendy, så hjerteskærende naivt som en trosbekendelse på det gode i mennesket og kærlighedens kraft.”

Leikstjórin: frá KU til BZ

 

Morten Hartz Kaplers sigur sjálvur um filmin, at:

 

”Det er muligt, at nogle af de medvirkende politikere kan føle sig udnyttet og måske krænket, men jeg finder det nødvendigt at provokere til en debat, der kan hjælpe med til at definere friheden, ytringsfriheden og politikernes rolle i et demokrati.

Denne film skal betragtes som et kunstnerisk udtryk, og skal som sådan ikke leve op til journalistisk eller almen borgerlig debat-etik. Og det er ALTID provokerende, når ting stilles på hovedet”.

 

Morten hevur longu roynt nógv í lívinum. Sum 13 ára gamal var hann frammarlaga í KU, (Konservativa Ungdóminum), sum 18 ára gamal var hann endaður sum BZ´ari í elefanthúgvu, við jarnrøri í hond. Hann hevur lært til sirkusartist og hevur livað kring heimin og ferðast til óvanlig støð, sum til dømis tey mest vandamiklu londini í Afrika sum politiskur aktivistur. Ein ferðafrásøgn eftir hann er at finna í Outsider Magazin nummar 1.

Hann heldur ikki, at lopið frá KU til BZ var langt: “Vi gik jo også rundt og kaldte os selv anarkister i KU, og jeg tilhørte vel dengang en yderfløj, som man i dag kunne kalde for ultraliberalister. Jeg synes, at det er meget vigtigt at holde fast i det, som også er udgangspunktet for min film: Der er ikke så langt mellem os, som man gerne vil have det til”.

Annars er hann kendur fyri at skipa fyri sjónleikaraskeiðum og fyri at gera reklamufilmar og tónleikavideoir.

AFR vað frumframførdur kring alt Danmark fríggjadagin 20. apríl. Gjørligt at at síggja eitt brot her: HYPERLINK "http://www.afr-filmen.dk/" www.afr-filmen.dk

 

 

Fakta

 

Mucumentary

 

Ein mocumentary filmur er eitt filmslag, ið er í vøkstri. Hesi líkjast dokumentarfilminum, men bert á skræðuni, tí undir øllum so dekonstruera tey sjálva genruna. Dømi um hetta er sjónvarpsrøðin “Drengene fra Angora”, serliga søgan um “Team Easy On”, um eitt súklulið.

 

Hetta er filmslag, ið vit kenna longu aftur í fimtiárunum og kanska longu frá trýatiárunum tá H.G. Wells skaldsøgan “The War of the Worlds”, varð gjørd til útvarpsleik eftir Orson Welles.

 

Ein av stóru klassikarunum innan genruna var mocumentarfilmurin “This is Spinal Tap”. Borat: CULTURAL LEARNINGS OF AMERICA FOR MAKE BENEFIT GLORIOUS NATION OF KAZAKHSTAN, er ein klassikari innan hetta økið.

 

Umráðandi varðar á leiðini innan menningina av hesum filmslaginum eru bæði Woody Allensa “Zelig” og The Monty Python, filmurin hjá John Cleese “How to Irritate People” (1968) er nærum ein klassikari her. Innan ræðufilmin er t.d. “The Blair Witch Project” ein klassiskur mocumentary.