ella meira, men ikki fyrr enn nú er hon atkomilig hjá øllum. Og tað er júst tað, ið Heri útnyttar. Úr kjallaranum í Vági kann hann mangt og hvat, einasta fyritreyt er ein telefonlinja. [...] telduni heima, sum teldan í Onglandi vísir. Soleiðis er gaman í at fara innar í skipanina og gera ábøtur ella kanna, um nakað er áfatt. Alt hetta nýggja er nakað, ið kemur ístaðin fyri el-talvur og gomlu [...] útlondum hendavegin, tá okkurt er áfatt. Fyribyrgjandi viðlíkahald Heri Mortensen leggur dent á, at við nýggju tøknini er ikki bert talan um lættari og skjótari tænastu. Eisini er ein avgjørdur fyrimunur, at
Mjølnir og tað fóru teir neyvan at gera. Og hvat gera teir? Jú teir gera okkara orðum til skammar við júst at vinna á Mjølnir. Bragd? Eftir øllum at døma er tað ikki talan um tað, men sera skilagott spæl [...] klaksvíkingum leygardagin er støðan nevniliga tann, at sørvingar eru á næstniðasta plássi og eftir øllum at døma sleppa undan niðurflyting. Fyri sørvingar ein stórur sigur og tað er tað eisini fyri allan [...] annars sína tíð hjá sørvingum at koma ígongd. Byrjanin var góð, men so kom stígur í, sum tað so ofta er hent hjá teimum í ár. Tað skal tó sigast, at síðan Finn Hansen kom aftur á liðið, so hevur spælið verið
skal hava allar sínar tryggingar hjá Trygd. Sjálvsábyrgdin er altíð tann sama, sum árliga gjaldið, tá talan er um fastgjaldsskipanina. Hinvegin er sjálvsábyrgdin altíð 1.000 krónur í vanligu tryggingarskipanini [...] Nielsen sigur, at teirra trygging er einføld og løtt at skilja. Hann vísir kortini á, at ábyrgdartryggingin hjá teimum er væl dýrari, enn hjá Tryggingarfelagnum Føroyar, og er hetta tí, at tey meta, at áby [...] ábyrgdar- og skrokktrygging. Meðan Tryggingarfelagið Føroyar býtir bilarnar upp í bilbólkar, so er tað vektin, sum er avgerandi hjá partafelagnum Trygd. Sum útrokningargrundarlag brúka teir hesar tryngdarbólkar:
ein er heppin, og hóast fuglfirðingar hava havt neyðuga hepni í ár, so er heilt greitt, at teir samstundis hava havt nógv tað sterkasta liðið. Vit hava fyrr nevnt evnini hjá fuglfirðingum og tað er eingin [...] byrjanini, men teir berjast altíð fyri at koma afturíaftur, og á ein hátt er tað at gera av við ÍF, sum at søkkja ein tundurpropp. Tað er so øgiliga torført, tí hann kemur altíð uppaftur. Soleiðis hava fuglfirðingar [...] stabilisera liðið á toppinum. Annað er so, at ein leikari, sum Bartal Eliasen, sum eisini hevur víst framúr góð evni á fótbóltsvølli, hevur havt eitt sera gott ár í ár. Hann er ein brandur í álopinum og enn
hann ikki gera viðmerkingar til støddina á revsingini. Tí hon er sjálvandi eftir lógini. ? Men tað, vit kunnu finnast at, er, at lógin er so strong, sigur hann. Sjálvur heldur hann, at norðmenn hava ein [...] svartkjafti afturat. Jákup Sólstein sigur, at hetta er maktmisbrúk av fúlasta slag. Spurningurin er bara, hví teir hava fingið so stóra makt? ? Ja, tað er ringt at siga. Men teir eru ein stór fiskivinnutjóð [...] í Noregi. Jákup Sólstein, formaður í Føroya Reiðarafelag, er rættiliga misnøgdir við atburðin hjá norðmonnum á fiskivinnuøkinum. Ikki minst er hann misnøgdir við atburðin hjá norðmonnum ímóti føroyingum
heldur avgjørt, at møguleikin er verdur at kanna. Hann skjýtur upp fyri politikarum, at næstu ferð, Smyril skal í dokk, veðrur tað gjørt um summarið. ? Ímeðan hann so er í dokk, eiga vit so at leiga ein [...] oljuútgerð og hvat tað skal vera, uttan at tað nervaði suðuroyarsiglingina. Kannar málið Reidar Nónfjall, stjóri á Strandferðsluni heldur, at tað verður ómøguligt at leiga eitt skip ímeðan Smyril er í dokk. [...] at kanna prísir, støddir og dygdir, fyri at vita, hvat vit hava at halda okkum til. Tó leggur Reidar Nónfjall dent á, at høvuðsuppgávan hjá teimum er framvegis at fyrireika eitt nýtt suðuroyarskip. ? Men
sum enn ikki hevur sætt dagsins ljós. Er íløgutørvurin hjá F.A. ein milliard, hvat verður hann so íalt hjá hinum sjey, tá teir hava gjørt sítt cost benefit? Mítt boð er, at íløgutørvurin verður í minsta lagi [...] undir 3 mia. kr. Spyr B.D. so, hvat inntøkurnar fara at verða, so er eingin grund at halda, at tær fara at verða hægri enn í dag, nevniliga 2 mia. kr. Við ríkisstuðlinum, sum er ein knøpp milliard, gongur [...] íløgum. Uttan ríkisstuðul vantar ein heil milliard í uttan at nøkur íløga er gjørd. Tí er eingin ivi í míni sál um, at fullveldið er tað sama sum bygdaoyðing. ????????????????????????????????????????????
Gamla orðatakið sigur: »Tá krubban er tóm, bítast hestarnir«. Tað er ikki júst trupulleikin sum sitandi samgonga hevur at dragast við. Heldur er veruleikin, at ongantíð fyrr hevur føroyska samfelagið tjent [...] um farnar tíðir. Tað er tjóðveldisfólki so líkt, og tí er ikki so nógv at siga um tað. Eisini heldur hann at politisku flokkarnir nú kappast um at taka sær ágóðan av tí sum komið er á skafti í samstarvinum [...] eftir ferð hoyrt, at yvirskotið á fíggjarlógini er 400 miljónir kr. í 1998. Er nakað løgið í tí, tá hugsað verður um, at peningur frá Føroya Banka er helvtina av yvirskotinum í landskassanum. Næsta ár verður
finaluna um Prix Føroyar við tveimum bólkum, er kanska eitt sindur óheppið. Hesin trupulleikin er ikki bert galdandi fyri Visible Fish og Clickhaze, tí eisini er bassleikarin í MC Hár, Heri Reynheim, tann [...] ikki vóru úr Vágum, heldur tvørturímóti. Hvat, ið vit kunnu vænta av Clickhaze í Prix Føroyar finaluni, er ilt at siga, men havandi i huga, at bólkurin bert er tveir mánaðar gamal, so verður tað sera spennandi [...] munur er á Clickhaze og Visible Fish, vil onkur kanska spyrja, og til hetta sigur Bogi á Lakjuni, at fyri hansara viðkomandi, so hevur hann spælt við Visible Fish í fleiri ár, meðan Clickhaze er heilt
ið kann sláa sítt navn fast uttanlanda. Tónleikastílurin skiftir Tað er ein nógvar ábendingar um, at tónleikstílurin í Føroyum er við at skifta, sigur Niels Uni Dam. Hann heldur, at føroyingar sum heild [...] yvir til tann meiri rokkuta 90'ara tónleikin, og tað er so sanniliga upp á tíðina, leggur Niels Uni Dam aftrat. Niels Arge Galan heldur eisini, at tað er meiri rættvíst við dømingini í Prix Føroyar nú, tí [...] fyri. Trupulleikin, við at áhoyrarar døma, er, at tá fáa teir lokalu bólkarnir altíð nógv flest atkvøður, sum aðrir bólkar ikki fáa. Finalan verður eitt brak Tað er eingin ivi um, at MC Hár gleðir seg til