Gamla orðatakið sigur: »Tá krubban er tóm, bítast hestarnir«. Tað er ikki júst trupulleikin sum sitandi samgonga hevur at dragast við. Heldur er veruleikin, at ongantíð fyrr hevur føroyska samfelagið tjent so nógvar pengar sum nú, og ongantíð fyrr eru so nógvir danskir pengar komnir til Føroya, sum nú.
Allar fyritreytir eru til staðar fyri at Føroyar skuldi verið eitt gott samfelag at livað og virka í.
Men soleiðis tykist ikki at vera, ikki hjá øllum samgongulimum, ið hvussu er.
Í Dimmalætting í gjár, roynir Høgni Hoydal enn einaferð at tosa um tað romantiska - sum kanska verður veruleiki, tá hann og hansara líkar hava stovnað Føroyar sum fullveldi. Greinina kallar hann: »Tann romantiski dreymurin sum brast«.
Hann tosar um farnar tíðir. Tað er tjóðveldisfólki so líkt, og tí er ikki so nógv at siga um tað. Eisini heldur hann at politisku flokkarnir nú kappast um at taka sær ágóðan av tí sum komið er á skafti í samstarvinum í ríkisfelagsskapinum. Og kanska er heldur ikki so nógv løgið í tí, tað plaga fólk úr hasum flokkinum altíð at gera.
Brót upp um armar!
Tað er ein sannroynd, at ongantíð fyrr hevur so nógv órógv verið á føroyska fólkinum sum nú. Eingin veit hvat framtíðin hevur at bjóða, og fá, fyri ikki at siga eingi uppskot koma frá samgonguni, sum kunnu menna samfelagið. Seinastu tíðina hava vit ferð eftir ferð hoyrt, at yvirskotið á fíggjarlógini er 400 miljónir kr. í 1998. Er nakað løgið í tí, tá hugsað verður um, at peningur frá Føroya Banka er helvtina av yvirskotinum í landskassanum.
Næsta ár verður eisini yvirskot, siga teir. Tann stóri parturin kemur uttan iva aftur frá yvirskoti í bankanum, og restin er frá rentuni fyri uttanlandalánini, sum jú minkar munandi. Í 1998 vóru 442 miljónir kr. goldnar í rentum av uttanlandsskuldini. Samlaða gjaldið til danska statskassan verður 325 miljónir kr. í ár. Har er ein munur uppá 117 miljónir kr. Ella var, um ein slíkur fyrimunur ikki legði pening eftir seg í landskassanum.
So okkara boð til tín, Høgni Hoydal, og hini í samgonguni er: Tit hava væl av peningi at arbeiða við, brótið upp um armar og gerið nakað sum kann gagna samfelagnum, og tí fólki sum her býr!
Hava vit fríar ræsur!
Orðið burðardygt er ofta at hoyra á mannamunni. Og tað kundi eisini verið áhugavert at fingið greiðu á, hvussu burðardygt føroyska samfelagið í veruleikanum er?
Er tað ikki ein royndur lutur, at uttanlandsskuldin framvegis er millum 5 og 6 miljardir kr.?
Er tað ikki ein sannroynd, at landsstýrið nú fer at leggja uppskot fyri tingið, so tær ringast staddu kommunurnar kunnu hóra undan?
Hetta er bert fyri at nevna tvey av teimum størstu vandamálunum í føroyska samfelagnum. Verður skuldin hjá landskassanum og kommununum løgd saman, so er talan framvegis um eina skuld uppá einar 7 miljardir kr.
Er so føroyska samfelagið burðardygt? Svarið má avgjørt vera nei! Tað veit Høgni Hoydal eisini.
Og tá støðan er soleiðis, so veit hann fullvæl, at tosið um fullveldi og dreymurin í tí sambandi, einki hald hevur í veruleikanum.
Hvat hendir í føroyska samfelagnum um útflutningurin minkar 100-200 miljónir kr. Prísirnir á fiski eru so høgir sum ongantíð fyrr. So sjálvt ein lækking uppá 10-20 prosent hevur ikki við sær, at fólk fara at tosa um vánaligar prísir. Men hvar verður tá yvirskotið í landskassanum?
Læra av fortíðini?
Høgni sleingir eisini um seg við at heita á fólk um at læra av fortíðini og nútíðini. Tað er altíð ein dygd, tá um ein politikkara ræður.
Hevur hann sjálvur og flokkur hansara lært av fortíðini?
Tað kann hann ikki hava, tí so hevði hann ivaleyst ikki skrivað sum hann ger.
Ella eisini er hann í tí flokkinum av naivum føroyingum sum roynir at fortreingja tað sum í veruleikanum fór fram.
Høgni Hoydal veit fullvæl, at føroyska samfelagið hevur ment seg munandi undir heimastýrislógini. Tað eru nógv ár liðin síðani málið varð viðurkent, og eingin tosar annað enn føroyskt. Nú eru 7 ár liðin, síðani vit fingu yvirvaldsrættin yvir undirgrundini, og tað er ein natúrligur partur av okkara samfelag.
Skilji tí ikki, at Høgni dittar sær at nevna slíkt. Ella er bert talan um somu plátu sum hevur malið síðani í 1946, at danir hava alla ábyrgd av teimum vanlukkum sum eru hendar í Føroyum?
Dreymurin brast - hví?
Høgni hevur saman við samgonguni sett eina kós, sum fyri einhvønn prís skal enda við fullveldi. Hann hevur sett eina nevnd fyri, og aðra eftir, uttan at hava nakra hóming av, um Føroya fólk fer at taka undir við teimum, ella ikki. Og tað kostar ikki so lítið heldur, kanska einar 20 miljónir kr., og tað má sigast at vera ein kostnaðarmikil roynd.
Hann er somikið einsporaður, at hann nevnir ríkisfelagsskapin fyri: »tann størsta romantiska veruleikafjara dreym, sum vit hava kent«.
Eg veit ikki hvussu dreymarnir hjá Høgna Hoydal plaga at verða, men hann droymir eftir øllum at døma ikki um søguna tey seinastu árini.
Eg kann gera Høgna Hoydal og øllum øðrum í tjóðveldisflokkinum púra greitt, at Føroya fólk so sanniliga vaknaði við kaldan dreym seinast í 80unum og aftur fyrst í 90unum.
Seinast í 80unum kom tann kaldi dreymurin, hóast táverandi tjóðveldislandsstýrismaður í fíggjarmálum, ferð eftir ferð hevði trúttað niður í Føroya fólk, at allir grunnar vóru fullir av pengum, og at einki var at stúra fyri.
Tá hendi størsta vanlagna í føroyska samfelagnum. Og hvør sigur at støðan verður stórt øðrvísi, nú Tjóðveldisflokkurin aftur situr við fíggjarmálum í landsstýrinum?
Og var tað ikki eisini ein tjóðveldismaður sum sat við fíggjarmálum í 1993, tá skatturin tyngdi so nógv, at fólk í túsundatali máttu rýma av landinum?
Tað svitast ikki, at Tjóðveldisflokkurin hevur høvuðsábyrgdina av tí sum var samfelagnum fyri, fyri 10 árum síðani, og sum framvegis nívir hvørt heim og hvørt mansbarn í samfelagnum. Tað skuldi Høgni roynt at droymt eitt sindur meira um, so kanska hann slepti sínum romantisku dreymum!
Ríkisfelagsskapurin bjargaði!
Hvørki í Føroyum ella í Danmark er nøkur ósemja um, at tað sum fór fram í bankamálinum, ikki var rætt. Men munurin er bert tann, at danska stjórnin hevur viðgingið mistakið, og tað hava vit fingið væl afturlønt. Enn havi eg ikki hoyrt nakran í tjóðveldisflokkinum biðið um umbering fyri tað sum hendi í 1988, og heldur ikki fyri tað sum hendi seinni, sum avleiðing av tí, Men tað kanska tey fara at gera nú!
Høgni Hoydal kann so galið hann vil, niðurgera ríkisfelagskapin. Men hann sleppur ikki uttanum, at ríkisfelagsskapurin bjargaði Føroya fólki undan tí totalu katastrofuni.
Ikki bert yvirtók danski staturin miljardir kr. av føroyskum lánum, so hvørt sum peningurin fall til gjaldingar. Statskassin fíggjaði í fleiri fylgjandi ár, undirskotið á føroysku fíggjarlógini, umframt at blokkstuðulin hvørt ár kom til tíðina.
Hvar hevði føroyska samfelagið verið í dag, um ríkisfelagsskapurin ikki helt hondina undir, tá ringast stóð til?
Uttan mun til, hvat Høgni Hoydal roynir at fyrigykla føroyingum, so svitast ikki, at ríkisfelagsskapurin bert hevur verið til fyrimun fyri samfelagið.
At vit føroyingar ikki hava dugað at umsitið teir møguleikar sum vit hava havt, og framvegis hava, er so ein onnur søga.
Tí eigur Høgni Hoydal, saman við restini av samgonguni, at fara undir at menna føroyska samfelagið uppaftur meir í ríkisfelagsskapinum. Og samstundis eigur hann at gevast við sínum romantisku dreymum, ella í øllum førum at hava teir fyri seg sjálvan.
Heðin Mortensen,
tingmaður
Sambandsfloksins