Rasmussen Umframt blaðmann og myndamann, er eisini ein kvinna í svørtum frakka, Urd Johannesen. Hon er tann, ið hevur fingið alt á glið, og Urd og Sunleif hava júst skrivað undir sáttmála og Sunleif er nú á veg [...] eru t.d. Rondo Allegro, Grave og Andante. Nýggjársouverturan og tað, at Jørgen-Frantz hevði fylt 100 ár 29. november ár 2000, setti hugsanir í gongd, og Urd fekk stórfingin og ørandi hugskot. Hon settist [...] Fyri tað fyrsta kom bíleggingin úr Føroyum og tað eri eg ikki vanur við og gjørdist tí fegin. Tá eg so hevði mint meg aftur á tekstin, so var leyst og liðugt og eg segði ja, greiðir Sunleif frá. Nú er skjøtil
amerikanarar flýddu yvir háls og herðar undan kollveltingini í 1959. Og teir koyra enn, hóast teir larma og dálka illa. Og hóast veteranbilfanatikarar sum ungi blaðstjórin á Sosialinum og Mortan á Argjum ivaleyst [...] av beinanvegin. Eg eri útbúgvin til at fiska, og tað dugi eg. Ája, vit koma heilskapað aftur til hús, og Rafael fær fimm dollarar fyri samrøðuna og túrin. Og hann letur væl at. Tað er næstan líka nógv, sum [...] trolararum og fer við einum havrannsóknarskipi. Sum meistari. Eisini raktir Tað rakti kubansku fiskivinnuna ógvuliga hart, at kommunistaveldini í Eystureuropa gingu burtur seinast í áttati- og fyrst í nítiárunum
um korini - serliga tá hugsað verður um heimarøkt og ellis- og røktarheim. Men hetta er vánalig undanførsla - tí í veruleikanum er hetta fyrst og fremst ein spurningur um vilja: Vilja vit brúka pengar upp [...] Eldraár er, og í hesum sambandi er nógv tosað um viðurskiftini hjá teimum eldru. Okkara kosnu menn og kvinnur eru altíð skjót at svara, at tað er ein »spurningur um prioritering«, tá spurt verður, hví [...] Nógv hevur seinastu tíðina verið tosað um pensjónsviðurskifti, og politikarar eru rættuliga ójavnir á máli. Hetta er rættuliga ørkymlandi - og er enn eitt prógv um vantandi vilja. At politikararnir samstundis
dagliga fyrispurningar um grundøki til bústaðarbygging og ídnað. Tvær umsóknir eru í býráðnum til økið á Berjabrekku, Húsalánsgrunnurin og Høgni Mikkelsen, og báðar umsóknirnar eru til íbúðarbygging. Hvør verður [...] sum fólk ongar ætlanir hava við, og síðani selja tey aftur. Bert fyri 2-3 árum síðani hevði kommunan ørgrynnu av grundstykkjum til sølu, men nú eru bert 10 eftir, og sum skilst eru tey ikki tey allarbestu [...] møguleiki verður at taka inn aftur. Fólk fáa fult endurgjald fyri stykkið, og í førum, har tey hava gjørt økið byggibúgvið og kunnu skjalprógva útreiðslurnar, verður endurgjald eisini latið. Møguleikar
tvey hósdagin í seinastu viku. Talan var um eina atkvøðugreiðslu, tvær aðru viðgerðir og eina fyrstu viðgerð. Fyrst á skránni var atkvøðugreiðsla um fyrispurning nummar 100-11/1999 til Signar á Brúnni, [...] atkvøðum ímóti, 6 blonkum og 9 fyri. Seinast á skránni var fyrsta viðgerð av tingmáli nummar 16/1999, sum er uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um minstuløn og dagsstudning. Málið varð beint [...] eykajáttanarløgtingslóg fyri november 1999 -1. Uppskotið varð samtykt við 23 atkvøðum fyri, ongari ímóti og ongari blankari. Tískil fór uppskotið samtykt til triðju viðgerð, sum verður á tingfundinum í dag.
tingfundin eru fimm mál. Talan er um eina triðju viðgerð, tvær aðru viðgerðir, eina fyrstu viðgerð og framløgu. Fyrst á skránni er triðja viðgerð av tingmáli nummar 1-3/1999, sum er uppskot til eykajáttanarløgtingslóg [...] Næstseinast á skránni er fyrsta viðgerð av tingmáli 14/1999, sum er uppskot til løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum. Hetta uppskot hevur Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna, lagt fyri
avtornaði. Vánalig venjingarstøða At Neistin fekk somikið lætt spæl sunnudagin, er eftir mínum tykki fyrst og fremst mótstøðuliðnum at takka. So skjótt teir vóru komnir nøkur mál afturum, góvust hoyvíkingarnir [...] stríðast. Tað gjørdu hoyvíkingarnir als ikki sunnudagin, og tað er væl skiljandi, at tað í dag eru fleiri hoyvíkingar, sum iðra seg um at hava nýtt 50 kr. og ein góðan tíma til svartasta onga nyttu. Sum dømi [...] Leikararnir vóru alt ov seinir heim at verja. Skotini vóru als ikki nóg neyv, og ein rúgva av kreftum varð sum nevnt nýtt til dómararnar og viðleikarar, ístaðin fyri at nýta orkuna til at spæla hondbólt. Alt hetta
økslini, og hóast hann er komin nakað upp í árini, og tískil ikki megnar tað sama, sum hann gjørdi fyri nøkrum árum síðani, so tykist hetta vera ein stórur missur hjá kolfirðingunum. Hetta sæst fyrst og fremst [...] KÍF ? VÍF 22-30 (11-16) Munurin millum ovastu og niðastu rók í føroyskum 1. deildarhondbólti varð sýndur fram leygardagin, og tað vísti seg eisini rættuliga skjótt, at KÍF ikki hevði nakran møguleika at [...] m. Breiðan hóp Vestmannaliðið byrjaði nevniliga beinanvegin at leggja sjógv ímillum seg og kollfirðingarnir, og hóast kollfirðingar royndu ymisk kynstur, m.a. at mansverja Inga so at siga allan dystin
manna liðið øðrvísi og sterkari. Fyri bert 3 árum síðani høvdu teir heili 7 lið í liðkappingini og 2 útlendskir altjóða meistarar í felaginum., og í ár manna teir bert eina deild, og tað er spell. Havnar [...] Sigurin gevur 8 stig til klaksvíkingar og 4 stig til toftamenn. Rani Nolsøe og Jens Chr. Hansen leiktu javnt á fyrsta borði. Talvið var av tí villa slagnum, har Rani fyrst í 35. leiki tryggjaði kongin við at [...] toppinum; Vestmanna er eitt stig frammanfyri Havnina 2, og í millum hesu lið liggur Runavík. Í hinari hálvuni liggja Klaksvík 2 og Havnin 3, og aftast liggur Kollafjørður 2 við ongum stigi. Ikki er tað
AaB og AB javnleik og Viborg tapti, so tað lá væl fyri hjá Jákupi og teimum hetta umfarið, og teir eru nú seks stig frammanfyri næstfremsta liðið í superliguni. Herfølge kom aftur um móti Vejle, og tað [...] m, og teir komu nærri og nærri einum sigursmáli. Men tá tað restaðu átta minuttir stóð framvegis á jøvnum. Tá fekk FCK hornaspark í høgru síðu, og inni fyri málið reyk bólturin eitt sindur aftur og fram [...] fram, áðrenn hann endaði hjá Toda, sum legði seg aftur av, og sparkaði bóltin upp um seg sjálvan og í málið hjá Viborg. 2-1 til FCK, og hendan støðan helt sær restina av dystinum. Soleiðis endaði tað við