Eldraár er, og í hesum sambandi er nógv tosað um viðurskiftini hjá teimum eldru. Okkara kosnu menn og kvinnur eru altíð skjót at svara, at tað er ein »spurningur um prioritering«, tá spurt verður, hví størri orka ikki verður sett til at bøta um korini - serliga tá hugsað verður um heimarøkt og ellis- og røktarheim.
Men hetta er vánalig undanførsla - tí í veruleikanum er hetta fyrst og fremst ein spurningur um vilja: Vilja vit brúka pengar upp á at bøta hesi viðurskifti, ella vilja vit ikki? So einfaldur er hesin spurningurin.
Mentunarstovnur okkara, Føroya Fólkaháskúli er eitt gott fordømi í so máta, har skúlin á fyrimyndarligan hátt vísir vilja. Skúlin vísir, hvussu lítið í veruleikanum skal til fyri at geva pensjónistatilveruni størri innihald.
At fara við pensjónistum at vitja ein studentaskúla, har pensjónistarnir sjálvir sleppa á skúlabonk er eitt sera frískt tiltak - eitt tiltak, sum eisini gevur ungdóminum rættuliga nógv.
Tað sama er við tiltakinum, har ein 10. flokkur á Venjingarskúlanum vitjaði tey gomlu á Háskúlanum. Skúlaungdómurin las upp egnar yrkingar og spældi »ungdómstónleik« fyri teimum eldru. Ein góður háttur at byggja brýr millum ættarliðini.
Føroya Fólkaháskúli eigur uppiborið heraklapp fyri tiltakið við pensjónistaskeiðunum.
Nógv hevur seinastu tíðina verið tosað um pensjónsviðurskifti, og politikarar eru rættuliga ójavnir á máli.
Hetta er rættuliga ørkymlandi - og er enn eitt prógv um vantandi vilja. At politikararnir samstundis eru so samdir, tá tað snýr seg um løgtingsmannapensjónina er bara uppaftur eitt prógv.
Ein tingmaður, sum bara hevur sitið eitt valskeið á tingi, er betur tryggjaður, enn ein fólkapensjónistur.
Hevði sami vilji og eldhugi víst seg í sambandi við fólkapensjónina, so skuldu tingmenn fingið sama heraklapp sum Háskúlin?