Fiskimaðurin er yvirstættin

Tann, sum livir av at fiska á Kuba, er eina best fyri í samfelagnum. Hóast kubanska fiskivinnan, eins og sama vinna um mesta partin av heiminum, hevur kent til niðurgongd seinastu 10 árini, verða fiskimenninir roknaðir sum ríkmenn á Kuba

Orð og myndir:

Edvard Joensen


Sleppur tú sum kubanari við einum fiskiskipi, er framtíðin bjargað. So kanst tú vinna pening, sum gevur atgongd til vørur, tann vanligi kubanarin bert kann droyma sær til.

So stutt og greitt lýsir tann 49 ára gamli Lazaro Gomes støðuna hjá kubanska fiskimanninum mótvegis tí vanliga arbeiðsmanninum á landi.

Og hann fær undirtøku frá Rafael Soares, sum var sjómaður til einaferð miðskeiðis í nítiárunum.

- Fiskimenninir eru at rokna sum reinir milliónerar, heldur Rafael uppá.

Lazaro Gomes sigur, at hóast endamálið hjá kommunistisku stjórnini á Kuba er, at øll skulu vera líka, er eingin ivi um, at ein ávísur stættarmunur er.

Og hann ivast ikki í, hvør yvirstættin er. Tað er hansara egna stætt. Teir sum manna fiskiflotan.

- Sjálvandi liggur fiskimaðurin eitt stig hægri enn onnur fólk á Kuba. Tí fiskarin kann vinna so mikið av peningi, at hann fær spart upp. Tað hevur vanligi arbeiðarin ongan verðins kjans til, sigur hann.

- Loyndarmálið er, greiðir Lazaro frá, at fiskimaðurin hevur havt møguleika at koma í fremmandar havnir, har hýran verður útgoldin í dollarum. So ber til at keypa ymiskt, brúk er fyri heima, og sum ikki fæst á Kuba.

Eisini eru fiskimenninir tað betur tryggjaðir enn onnur, at teir hava eina minstuløn upp á 350 pesos um mánaðin. Hóast tað einans er umleið 120,- danskar krónur, er tað eftir kubanskum viðurskiftum góð inntøka. Men ert tú heppin og fiskar væl, kann hon saktans koma upp á tað dupulta. Tí eisini í tí kommunistiska Kuba verður avroknað eftir marknað-arprinsippum. Og manningin fær part av tí, sum veiðan gevur. Er so lagið gott á reiðaranum, og hann hevur atgongd til dollarar, verður útgoldið í fremmandum valuta. Og tað skramblar í kassanum.

Lazaro Gomes tosar av royndum. Hann hevur síðan á heilt ungum árum verið sjómaður. Seinnu nógvu árini hevur hann verið maskinmeistari við ymsum trolarum hjá stóru statsreiðaríunum. Nú er hann farin av trolararum og fer við einum havrannsóknarskipi. Sum meistari.


Eisini raktir

Tað rakti kubansku fiskivinnuna ógvuliga hart, at kommunistaveldini í Eystureuropa gingu burtur seinast í áttati- og fyrst í nítiárunum. Knappliga var eingin av gomlu, traditiónellu samstarvsfeløgunum eftir.

Fiskiveiðiavtalur, sum vanliga vórðu gjørdar við Sovjetsamveldið og DDR, fingust ikki meira, tí londini vóru ikki til. Heldur ikki bar til at fiska á vanligu leiðunum fram við afrikansku strondini, sum kubanar plagdu at fáa loyvi til í sínámillum avtalum við Sovjet, sum hevði fiskiloyvi har niðri. Serliga varð roynt við Kongo- og Angolastrendurnar, og varð tá vanliga umskipað í Las Palmas á Gran Canaria.

At avtalur framvegis eru við Kanada hjálpir eitt sindur. Men heldur enn føroyingar sleppa kubanar ikki at fiska óavmarkað í kanadiskum sjógvi. Og eisini teir merkja í ríkiligt mát avmarkingarnar á eitt nú Flemmish Cap, har teir annars hava fiskað rækjur seinnu árini.

Eitt sindur av útróðri er á Kuba. Men tað er bara ein viðfáningur, heldur Lazaro Gomez.

Tað er soleiðis, at gamlir, uppilagstir fiskimenn fáa loyvi at royna fram við landi í egnum jollum. Soleiðis fyri at skoyta sær eitt sindur upp í pensiónina, sigur hann. Og tað, teir fáa, kunnu teir so selja á almenna fiskamarknaðinum.

Men vilja teir heldur sjálvir nýta fongin, ber tað eisini til. So verða teir døgurðarnir færri at keypa.

Men teir hava bert loyvi at royna innan fyri seks fjórðingar, greiðir Lazaro Gomes, maskinmeistari, frá.

Um grundin er, at tað er so stutt til Florida, ella tað er tí, at bátarnir ikki eru í serliga góðum standi, vil hann ikki siga nakað um. Men hann váttar, at fara teir út um seks fjórðingar, er sjóverjan eftir teimum beinanvegin og fær teir inn um aftur.


Fall við Múrinum

- Eg lá undir, tá Berlinmúrurin fall, sigur tann 35 ára gamli fyrrverandi fiskimaðurin, Rafael Soares, sum vit hava avtalað eina samrøðu við.

Hann roynir í dag at skaffa sær nakrar dollarar við at koyra taxa við fremmandum ferðafólki í einum gomlum russarabili, hvørs uppruni er ringur at staðfesta. Men vit koma tó til, at tað er ein umleið 30 ára gamal Moskowittur.

- Tað er ikki altíð, at løgreglan veit av, hvat eg takist við, sigur hann og yppir øksl. Ein greið ábending um, at helst verður ikki alt uppgivið, sum hann «vinnur«.

- Men hvat skal ein gera? spyr hann. Eg havi eisini familju at forsyrgja.

Vit koyra heim til hansara. Hann býr við konu og eini trý ára gamlari dóttur í norðara parti av Havana. Í somu húsum býr eisini mamma hansara, umframt bæði systrar og brøður.

Rafael sigur frá, at hann var fiskimaður til einaferð miðskeiðis í nítiárunum. Tá var hann koyrdur í land, og skipið, hann var við, varð lagt.

Tað var, meðan hann fiskaði og vann pening, at ráð vóru til at keypa sær bil.

Beinleiðis orsøkin til, at hann var koyrdur av, var, at eingir fiskiveiðisáttmálar vóru, greiðir hann frá. Londini, kubanar samstarvaðu við, vóru stutt og greitt ikki til meira.

Rafael hevur annars verið við trolarum, síðan hann var heilt ungur. Hann hevur roynt nógv í kanadiskum sjógvi, sigur hann. Við stórum verksmiðutrolarum, sum umskipaðu á New Foundlandsbankunum og Flemish Cap í stóru móðurskipini, sum komu við útgerð til teirra. Túrarnir vardu vanliga einar níggju mánaðar, men eitt ár var heldur ikki óvanligt at vera umborð.

Hinvegin varð ein heimsendur, tá ein hevði verið tólv mánaðar umborð. Longri slapp ein heilt einfalt ikki at vera við úti í eitt, sigur Rafael.

- Men vit høvdu tað hóast alt betri enn arbeiðsmaðurin á landi, so vit hildu út, sigur Rafael. Og hann helt ikki, at tað gjørdi so nógv, um veðrið var heldur buldrasligari á Flemish Cap, enn tað var á Kuba.

Jú, hann hevði eisini sæð føroyingar har uppi, visti hann at siga frá. Stór og fín skip, mintist hann.


Framvegis lækkandi

Hóast eitt nú føroyingar hava merkt eina ávísa framgongd í fiskiskapinum, síðan hann var upp á tað ringasta í níti árunum, hevur ongin bati verið hjá kubanarum, letur Rafael at.

Tað merktiskt sjálvandi allarmest fyrst í níti árunum, men minkingin hevur staðið við alla tíðina. Til dømis eiga kubanar bara 5.000 tons í kanadiskum sjógvi í ár, og tað klára eini trý-fýra skip saktans at fiska, sigur hann.

Og flotin? Ja, sumt er til umvælingar. Sumt er leigað út til útlendsk reiðarí. Meðan ein stórur partur liggur svínabundin í ymsum kubanskum havnum.

Teir, sum eru komnir frægast burtur úr tí, eru teir, sum hava leigað skipini út til útlendsk reiðarí.

- Og tað merkir vanliga til spaniólar, sigur Rafael. Spaniólar leiga skipini við manning at fiska spanskar kvotur.

Hví teir gera so, veit Rafael ikki rættiliga at siga okkum. Men grundin man helst vera tann, gitir hann, at kubanska arbeiðsmegin er so bílig.

- Men skipini eru gomul. Miðalaldurin liggur um eini 25 ár, heldur hann.

Og okkara maður nikkar og heldur, at tað er gamalt. Hann sigur tó einki um, hvør miðalaldurin á føroyska flotanum er.


Friðaligt fólkaslag

Hóast livilíkindini á Kuba eru sera vánalig, roknar kona Rafaels, Juana, ikki við nakrari nýggjari kollvelting.

Tað heldur hon ikki fer at nytta eitt einasta petti. Tað fer bara at forkoma tí sindrinum, tey nú hava, heldur hon, og so tekur tað nógv ár at byggja upp aftur á verandi støði.

Men hon ivast ikki í, at ábøtur eru tiltrongdar. Og tær mugu koma, líka mikið hvussu nógv leiðararnir so royna at billa fólki inn, at tey hava tað gott.

Men hon er samstundis greið yvir, at tað fer at taka tíð. Hon er ikki fyri at gera sum russar hava gjørt. Høvdu teir hildið seg til Gorbatjov, hevði kanska verið betur vorðið, heldur hon.

- Framburðurin hevði helst gingið nakað seint, men ivaleyst vóru russar so slopnir undan tí hurlivasanum, nú valdar

har eysturi, heldurJuana.

- Sjálvandi vil eg hava fleiri pengar, meira klæðir og ikki minst betri mat, sigur Juana.

Og tað eru serliga hesum fólk hava brúk fyri, metir hon. Mest børn og gomul.

Men tað er ongin, sum torir at hugsa um, hvat fer at henda, tá Fidel Castro eina ferð doyr. Tíansheldur siga tað hart, greiðir Juana frá.

Fólk eru ógvuliga trúgv móti forsetanum. Ikki tí, at tey siga seg vera kommunistar. Als ikki. Tey eru »Fidelistar«, siga tey á Kuba.


Gott hugflog

Hugflognum bilar einki, tá tað ræður um at fáa gamlar maskinur at rigga, bilar at koyra, ella okkurt annað tekniskt undur at snurra.

Kuba er kent úti í heimi fyri allar teir gomlu amerikansku bilarnar, sum koyra her. Hetta eru bilar, sum stóðu eftir, tá amerikanarar flýddu yvir háls og herðar undan kollveltingini í 1959. Og teir koyra enn, hóast teir larma og dálka illa. Og hóast veteranbilfanatikarar sum ungi blaðstjórin á Sosialinum og Mortan á Argjum ivaleyst høvdu verið sum smádreingir undir jólatrænum, um teir sluppu fram at rúgvuni her, er ikki vist, at fútin hevði givið einum einasta teirra nummarplátur.

Tá vit eru á veg út aftur í bilin hjá Rafael fer ein maður framvið. Á eini vanligari, gamlari traðkisúkklu, sum hann hevur riggað ein gamlan seymismaskinumotor uppá. Og so fer hann so vælnøgdur trallandi sín veg.

Og at neyð lærir nakna kvinnu at spinna, er vinur okkara, Rafael, eisini eitt talandi dømi um.

Tá vit koma út aftur til bilin, og hann skal koyra okkum aftur á hotellið, er bensinpumpan gingin fyri. Nú er tað ikki soleiðis, at tú bara fert yvir til Derek Brockie og keypir eina nýggja pumpu. Nei, her skal hugflog til. Og Rafael varð ikki føddur í gjár, so hann visti, hvussu tað skuldi ornast.

Hann fylti bensin í eina stóra sodavatnsfløsku. Gjørdi eitt lítið hol í proppin og stakk eina klæna gummislangu niðurí. Bant ein snørisstubba um fløskuhálsin og eitt pappírsklip í, sum hann so krøkti í fóðringina undir takinum innanvert forrútin høgrumegin. Skrúvaði rútin eitt sindur niður og stakk slanguna út ígjøgnum. Síðan lat hann motorhjálmin upp, seyg við munninum bensinið, til so mikið var komið úr, at tað rann. Onkursvegna varð so slangan fest í karburatorin, og gamli russarin koyrdi aftur.

Men vit bæði, tulkurin, vórðu staðiliga biðin um alla tíðina at halda eyguni væl eftir løgregluni.

- Hetta er einki lív fyri meg, sigur Rafael. Eg vil sleppa til skips aftur. Tess fyrr, tess betri. Fái eg ein kjans í morgin, taki eg av beinanvegin. Eg eri útbúgvin til at fiska, og tað dugi eg.

Ája, vit koma heilskapað aftur til hús, og Rafael fær fimm dollarar fyri samrøðuna og túrin.

Og hann letur væl at. Tað er næstan líka nógv, sum konan fær um mánaðin.

Hon er skrivstovukvinna í eini handilsfyritøku í Havana. Har tjenar hon umleið sjey dollarar.

Einar 50 danskar krónur.


Eftir ynski og fyri ikki at koma keldum okkara í trupulleikar heima á Kuba, eru øll nøvn í greinini broytt. Blaðmaðurin kennir tó samleikan hjá persónunum og kann vátta rættleikan í greinini.