(KEYPMANNAHAVN) Todi Jónsson gjørdi ein ordiligan vørr, tá FC Keypmannahavn spældi seinasta dystin í ár.
Dysturin var móti Viborg, sum undan dystinum lá sum nummar trý í superliguni. FCK lá nummar átta, og dysturin móti Viborg kundi einki broyta um hesa støðu, sama um teir vunnu ella taptu.
Men við stórspæli av føroyska landsliðsspælaranum eydnaðist tað FCK at vinna dystin, hóast teir komu afturum 1-0, tá 20 minuttir vóru spældir.
Undan hesum hevði Todi Jónsson longu víst, at hann fór at verða vandamesti FCK-spælarin hendan dystin. Fyrst sendi hann eitt fríspark úr 20 metrum á stongina, og løtu seinni streyk hann avstað í vinstru, men innfyri málið varð kjansurin misnýttur.
Men fyri hálvleik bragdaði hjá FCK. Enn einaferð var tað Todi, sum dróg í vinstru síðu, kom fram móti baklinjuni og legði so ein neyvan bólt inn fyri málið, har nýggi álopsspælarin hjá FCK, Mads Westh, kundi stúta bóltin í málið. Mads Westh spælir vanliga á unglingaliðnum hjá FCK, men royndi seg fyri fyrstu ferð í superliguni sunnudagin.
Todi gjørdi sigurmálið
Í seinna hálvleiki tók FCK meira yvir, teir spældur væl á miðvøllinum, og teir komu nærri og nærri einum sigursmáli. Men tá tað restaðu átta minuttir stóð framvegis á jøvnum.
Tá fekk FCK hornaspark í høgru síðu, og inni fyri málið reyk bólturin eitt sindur aftur og fram, áðrenn hann endaði hjá Toda, sum legði seg aftur av, og sparkaði bóltin upp um seg sjálvan og í málið hjá Viborg.
2-1 til FCK, og hendan støðan helt sær restina av dystinum. Soleiðis endaði tað við, at Todi Jónsson gjørdist matchvinnari í seinasta dystinum fyri vetrarsteðgin, og sum spælið hjá klaksvíkinginum hevur verið seinastu dystirnar fyri steðgin, er tað næstan spell, at tað eru fýra mánaðir til næsta landskappingardystin.
Dysturin sunnudagin gjørdist tann seinasti hjá Lars Højer Nielsen, sum hevur spælt á miðvøllinum hjá FCK, síðani felagið kom í verðina fyrst í 90?unum. Hann hevur verið tiltikin fyri síni hørðu fríspørk, men nú hevur hann sett gaggurnar á hillina. Lars Højer hevur verið nógv skaddur seinasta árið, og nú heldur hann, at tað er nóg mikið við fótbólti. Hann fer ístaðin at royna seg sum venjari.
Men maður kemur í mans stað, og í vikuni undan dystinum móti Viborg keypti FCK 24 ára Peter Christiansen frá Vejle. Høgri miðvallarin hevur verið ein av profilunum hjá Vejle, men nú hevur penganeyð noytt Vejle at selja hendan spælaran.
Jákup klárt á odda
Herfølge økti um sína leiðslu í seinasta umfarinum fyri vetrarsteðgin. Teir vunnu sín dyst móti botnliðnum Vejle, meðan Brøndby bara fekk javnleik í sínum dysti. Samstundis spældu eisini AaB og AB javnleik og Viborg tapti, so tað lá væl fyri hjá Jákupi og teimum hetta umfarið, og teir eru nú seks stig frammanfyri næstfremsta liðið í superliguni.
Herfølge kom aftur um móti Vejle, og tað var ikki meira enn at teir fingu sigurin í land. Jesper Ljung legði Vejle á odda 1-0 við einum góðum skoti, sum Jákup einki fekk gjørt við. Herfølge kláraði tó at javna, tá Jesper Jacobsen skoraði eftir frágera gott uppspæl av Kenneth Jensen. Henrik Lykke, sum sigst verða upp á tal hjá enska Charlton, drønaði bóltin í netið við frísparki úr eini 25 metrum, og í seinastu løtu gjørdi Jesper Falck tað til 3-1.
Áðrenn tað hevði Vejle havt nógv tilboð, men teir vóru so eiðasørir frammanfyri málið. Antin fóru royndirnar hjá teimum beint á Jákup Mikkelsen, ella raktu teir ikki málið. Í tveimum royndum var tað tó tvørstongin og uppstandarin, sum bjargaðu Herfølge.
Dysturin endaði 3-1til Herfølge, og tað var seinasta staðfesting av, at liðið hjá Jákupi Mikkelsen nú er eitt veruligt oddalið.
AGF fekk bank
Liðið hjá Óla Johannesen formáddi sær einki, tá teir spældu jútska uppgerð móti Silkeborg sunnudagin.
Silkeborg vann dystin 4-1, og tríggjar ferðir var tað toppskjúttin í superliguni, Peter Lassen, sum skoraði. Málverjin hjá AGF, tann royndi Lars Vindfeldt, hevði ikki ein av sínum góðu døgunum, og hann má taka í minsta lagi tvey mál á seg.
Silkeborg var leingi á odda 1-0, hóast tað vóru teir, sum vóru omaná mesta av tíðini, men tá eitt korter var eftir at spæla fór Peter Lassen í gongd. Hann skoraði tríggjar ferðir eftir átta minuttir, og so nyttaði tað lítið, at AGF gjørdi eitt mál í seinast minuttinum í dystinum. Tað málið skoraði toppskjúttin hjá AGF, Bo Nielsen.
Óli Johannesen var ikki við á liðnum hjá AGF.
Nú fara superligaspælararnir í vetrarfrí, og teir leggja ikki til brots aftur fyrr enn í mars mánaði í næsta ártúsundi.










