Tingfundurin í dag

.

28. tingfundurin hesa tingsetuna verður settur í dag klokkan hálvgum tvey seinnapartin. Á dagsskránni fyri hendan tingfundin eru fimm mál. Talan er um eina triðju viðgerð, tvær aðru viðgerðir, eina fyrstu viðgerð og framløgu.

Fyrst á skránni er triðja viðgerð av tingmáli nummar 1-3/1999, sum er uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri november 1999 - 1.

Næst á skránni er onnur viðgerð av tingmáli nummar 1-4/1999, sum er uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri november 1999 - 2.

Triðja máli á skránni er 2. viðgerð av tingmáli nummar 1-5/1999, sum er uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri november 1999 - 3. Sostætt er tingfundurin nógv merktur av eykjáttanini fyri november.

Næstseinast á skránni er fyrsta viðgerð av tingmáli 14/1999, sum er uppskot til løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum. Hetta uppskot hevur Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna, lagt fyri tingið.

Seinast á skránni er framløga.