menn, har annar hevur skumpa hin í ein durakarm soleiðis, at hann fekk skaða í andlitið. Vaktleiðarin á politistøðini í Havn sigur, at hetta hendi á einum skeinkistað í Havn um vikuskiftið, og at hetta málið [...] Bilurin var á veg inneftir, tá bilførarin misti tamarhaldið av onkrari orsøk og fór út av vegnum. Fólkini í bilinum fingu ikki álvarsaman skaða, men vórðu flutt á Landssjúkrahúsið til kanningar. Vaktleiðarin [...] løgreglan kom á staðið. Talan var ikki um rúsdrekkakoyring ella um hálku – annað enn tað, at tað var vátt í veðrinum, sigur vaktleiðarin.
onnur feløg, sum eru stovnarar, Sp/f Jall í Klaksvík, Sp/f C. Christiansen í Havn og ÍVF Garðalíð Matlist í Havn, sum hava stovnað smápartafelagið Tórshøll. Í nevndini sita Hans Jacob Martin Garðalíð,
Ein heilt serlig foto framsýning letur upp Mentanarnáttina í Íspakkhúsinum aftanfyri Reinsaríið í Havn. Framsýningin er bert opin Mentanarnáttina. Talan er um íslendsku myndakvinnuna Sigga Elin, sum vísir [...] hava fingið nógva altjóða umrøðu. Mentanarnáttina sýnir hon fram í Íspakkhúsinum aftan fyri Reinsaríið. Myndirnar verða sýndar fram í Havn bara hetta eina kvøldið, 12. juni. Framsýningin letur upp kl.18
Tá verður boðrenning í Havn ímillum arbeiðspláss –ikki bara í Havn, men úr øllum landinum- og endamálið er ikki bara at kappast, men eisini at hugna sær. Tað eru Bragdið og SMS, sum skipa fyri og karmur [...] til 1. 2. og 3. pláss og tá ið kappingin er liðug, verður hugnaløta í stórum tjaldi á stykkinum við SMS Myndin er frá boðrenningini í fjør.
krevja Rúsuna úr handilshúsinum Miðlon í Havn. Gerhard Lognberg, løgtingsmaður, er greitt ímóti, at Rúsdrekkasøla Landsins letur upp nýggjar deildir í SMS í Havn og í Norðstreymoy. Men hann heldur, at málið
tíðina í morgun varð løgreglan boðsend til Leirvíkar, har ein hýruvognsførari var komin illa fyri. Hann hevði koyrt fólk úr Havn norður til Leirvíkar, men tá ið túrurin skuldi gjaldast, kom ósemja í millum [...] skuldseting reist. Vakthavandi á Politistøðini í Havn sigur, at løgreglan við jøvnum millumbilum verður boðsend til slík mál, tá ið fólk, sum eftir ein túr í býnum, verða koyrd heim móti morgni og ikki vilja
Avvarðandi hjá teimum, ið búgva á Tjarnargarði í Havn, vísa nú sína ónøgd við ætlaðu sparingarnar á stovninum. - Sparingarnar hava við sær, at røktin á Tjarnargarði í ávísan mun ikki longur verður nøktandi. Og [...] teimum, sum búgva á Tjarnargarði í Havn, hava skrivað eitt felags mótmælisskriv til leiðsluna á Tjarnargarði. Skrivið verður viðgjørt á felags fundi á Tjarnargarði klokkan sjey í kvøld, áðrenn tað verður handað
at koyra millum bygda. Vindurin er øtiligur um alt landið í løtuni, og grót rapar niður á vegin fleiri staðni. Vakthavandi á politistøðini í Havn sigur við Portalin, at vindurin er somikið harður nú, at [...] fráboðanir verið um takplátur, antennur og flaggstengur, sum ikki hava staðið seg í harðveðrinum, verður sagt av politistøðini í Havn.
uppøstan mann Ein ungur maður helt sunnunáttina, at hann skuldi gera fortreð og øsa fólk upp í náttarlívinum í Havn. Hetta varð fráboðað løgregluni, sum kom á staðið beinanvegin. Maðurin var ávirkaður av rúsdrekka [...] mátti nýta piparspray, til tess at fáa tamarhald á uppøsta manninum. Hann slapp so í ein kliva á løgreglustøðini í Havn at sita, har hann kundi sissa seg aftur.
Venjingarskúlin í Havn skal hava nýggjan stjóra, men eingin vil søkja starvið. Herfyri segði Niels Nattestad seg úr starvinum sum skúlastjóri á Venjingarskúlanum í Havn. Hann ætlaði sær frá 1. apríl, men [...] starvið leyst tvær ferðir, men til fánýtis, og nú verður tað so lýst leyst eina ferð afturat. Formaðurin í Føroya Lærarafelag, Magnus Tausen, sigur við blaðið, at lønin kann vera ein orsøk til vantandi áhugan [...] starvinum. -Kanska er munurin millum inntøkuna hjá leiðaranum og vanliga læraranum ikki nóg stórur í mun til ábyrgdina hjá skúlastjóranum, sigur hann við Sosialin.