Leygardagin fara starvsfólk at renna

Í morgin, leygardagin fara fyritøkur og arbeiðspláss at bjóða hvørjum øðrum av at renna.

Tá verður boðrenning í Havn ímillum arbeiðspláss –ikki bara í Havn, men úr øllum landinum- og endamálið er ikki bara at kappast, men eisini at hugna sær.


Tað eru Bragdið og SMS, sum skipa fyri og karmur um tiltakið verður Viðarlundin og økið við SMS.

 

Kappingin er ein liðkapping, har arbeiðspláss kunnu skipa seg á liðum við trimum monnum, trimum kvinnum, ella á blandaðum liðum við einum manni og tveimum kvinnum, ella øvugt.

 

Allir vinnarar fáa steyp, sum er ein glaslutur, til ognar. Afturat hesum eru eisini heiðursmerki til 1. 2. og 3. pláss og tá ið kappingin er liðug, verður hugnaløta í stórum tjaldi á stykkinum við SMS

Myndin er frá boðrenningini í fjør.